Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mars 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 58 • 24. mars 2010 1. partur O kkara siglingarsøga kann vísa á nógvar syrgiligar søgur um skip, sum eru farin við allari manningini. Nógvar av hesum vanlukkum eru eisini umrøddar í hesi røð. Tað eru eisini hendingar, har menn eru bjargaðir á ein ótrúligan hátt. Ein av hesum var Ernestina, har tað syrgiliga hendi, at níggju mans lótu lív. Men tað kundu eins væl allir 26 mans farið. Tá hevði hetta verið størsta einstaka vanlukka í okkara nýggjari søgu. Tað er nokk so nógv skrivað um hesa hending, men tað er altíð okkurt sum kann leggjast afturat. Í FF-blaðnum royndi eg at savna mest gjørligt av lagnusøguni hjá fiskimonnum. Eisini um Ernestinu. Hetta var serliga gjørt í sam- band við eini ferð, sum tey avvarð- andi gjørdu í 2000 til staðið, har Ernestina fór á land. Tá vóru 70 ár liðin. Ein líknandi ferð varð gjørd í 1999 í samband við, at tofta- sluppin Anna forlisti við Grindavík í 1924. Tá eins og í ár 2000 sást, hvussu djúpt hesar vanlukkur framvegis eru í huganum hjá teimum sum vardu av. Aftaná umrøddu ferð kom nokk so fitt afturat í FF-blaðnum, eins og tað nú er fingið enn okkurt ískoyti til hesa søgu. Hetta tilfar verður savnað í hesi røðini í Miðvikuni. Fyrst og fremst verða orðarætt endurgivnar frágreiðingar hjá tveimum av monnunum, sum upplivdu hetta, nevniliga Ziska Jacobsen og Erik Lassen. Greitt verður eisini frá, hvussu avvarðandi og kenningar upplivdu hesa vanlukkuna, eins og greitt verður frá søguni hjá nøkrum av manningini. Hendingin við Ernestinu festi seg í minnið á teimum, sum livdu ta tíðina. Erling Poulsen skrivaði fleiri bøkur um fiskivnnusøgu. Hann skrivaði eisini um Ernestinu við FF-blaðnum sum keldu í bókini Bjargingarbrøgd 1. Erling greiddi í hesum sambandi soleiðis frá: ”Sjálvur minnist eg sum óviti, at pápi mín sat og las hart í Dimmalætting, og mamma sat og græt. Navnið Ernestina festi seg so fast í minnið, at eg gloymdi aldri tað navnið aftur. Tá ið eg so varð vaksin, skilti eg, hvat ið knýtti seg at hesum navni.” Soleiðis man tað hava verið hjá mongum. Hendingin í stuttum Á kvøldi tann 26. mars 1930 sigldi Ernestina í vindi og kavaroki á eitt sker við 26 monnum umborð. Manningini visti sær í fyrsta umfari eingi onnur ráð enn at fara upp í rigningin. Morgunin eftir vóru átta mans horvnir, og útlitini hjá teimum 18, vóru ikki bjørt. Teir kundu rokna við at fáa somu lagnu. Men tá er tað, at Ziska Jacobsen tekur uppá seg at svimja í land, hóast hetta tyktist óðamannaverk. Men úrslitið kundi bert gerast verri við einki at gera. Tað eydnaðist hjá Ziska at fáa enda frá skipinum niðan í fjøruna og at fáa allar 18 menninar inn á land, men her komu teir í eina aðra deyðsfellu, tí bratt berg var uppfyri, sum eisini var ísafryst. Her var tað aftur Ziska, sum legði fyri at høgga spor upp gjøgnum frysta bergið, og allir kláraðu at koma upp. Síðani var farið til gongu til nærmasta hús. Tá fall ein frá og doyði, meðan hinir 17 komu frá hendingini við lívinum. Tað eru bert fá ár síðani, at tann seinasti av manningini á "Ernestinu" doyði. Men minnið um bragdið hjá Ziska og um hesar menn, ja, tað livir enn. Um Ernestinu Ernestina, sum var tveymastrað skonnart, varð bygd í 1911 í Dunkerque úr eik og elm. Hon var 194,4 BRT, og maskinan var ein 90 hk Bolinder. Skipið var tryggjað í Færøernes gensidige Forsikringsforening for Sejlfartøj til Forsikringsbrug fyri kr. 25.000 og í A/S Trolle og Rothe Kjøbenhavn fyri 20.000 kr. Fiskireiðskapur, proviantur, salt og væntað veiða vóru tryggjað fyri kr.20.000. Skipið hevði veitt 24.000 toskar, tá ið tað forlisti. Virðið av skipinum var mett at vera um 70.000 krónur. Ernestina kom til Føroyar í 1929. Sama ár komu fleiri aðrar fransaskonnartir til Føroya. Ein var Phi-Phi, sum ikki fekk stórt longri livitíð enn Ernestina. Hon varð ásigld í 1933 av Nólsoynni, sum sjálv gekk burtur í 1934. Hinar vóru Lilli og Polo, sum fingu eina langa ævi. Kjølbro var uppi í teimum øllum. Afturat teimum kom Stella Maria eisini. Samrøða við Erik Lassen: Í 1979 hevði Niels Juel Arge samrøðu við Erik Lassen. Hon varð avskrivað í samband við umrøddu ferð í 2000, tá hon eisini varð endurgivin í FF-blaðnum. Nógv av tí, sum her kemur fram í hesi samrøðu er kent frá øðrum tilfari. Men tó eru nógvar detaljur við, sum ikki hava verið frammi fyrr. Hetta er eisini kensluborin frásøgn av manni, sum sjálvur sá deyðan í eyguni. Tað eru nógvir fiskimenn, sum eru farnir uttan at hava kunnað sagt frá. Tí kann kanska sigast, at tað, sum Erik upplivdi, hava so nógvar aðrir fiskimenn upplivað teirra seinastu løtu. Samrøðan við Erik Lassen er um hansara lív til sjós yvirhøvur. Men her verður tikin tann partur av samrøðuni, sum snýr seg um Ernestinu. Frásøgnin er endurgivin nærum orðarætt, men tó snøggað nakað til. Løgdu bakk inn móti landi Vit komu yvir síðst í februar mánað, og vit høvdu fingið nógvan fisk. Veðrið var hampi- ligt, men sum rímiligt er á suðurlandinum, so vóru altíð onkrir bakkdagar uppií. Tað var 26 mars, ein mikudag. Vit høvdu ligið avhálaðir tann dagin, og tað bleiv nakað av vindi, soleiðis at snørini blivu inndrigin aftur um trý-tíðina. So varð lagt bakk inn eftir. Tað vísti seg, at tað var einki ovurhonds veður, men tað var nakað av vindi og kavaroki – tjúkt í kavaroki. Deksvaktin var so orðnað í lastini at ríva um, og tað fóru vit so. Eg var ein av teimum, sum fór í lastina eisini, og vit arbeiddu í lastini líka inntil avloysingartíð klokkan hálvgum sjey á kvøldi. Vit fóru so upp á dekkið og vaskaðu saltið av okkum. Vit stóðu aftur undir redningsbátun- um, har slangan lá. Tá sigur ein soleiðis, at nú verður gott at 80 ár síðan vanlukkuna og bjargingina við Ernestinu Í ovurmorgin tann 26. mars eru 80 ár liðin, síðan Ernestina fór á land á Suðurlandinum í Íslandi. Hetta er ein tann mest umrødda skipsvanlukkan í okkara søgu, og var tað fyrst og fremst orsakað av bjargingini av tveimum triðingum av manningini, har Ziska Jacobsen var tann stóra hetjan Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Ernestine, tá hon framvegis var í Frankaríki ➘