mikudagur 24. mars 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
18
nr. 58 • 24. mars 2010
fáa frívakt. Tað vóru allir eisini
við uppá, men tann frívaktin
bleiv nokk ikki soleiðis, sum vit
roknaðu við
»Ernestine« fer á land
Klokkan tíggju var vist meiningin,
at tað skuldi vendast og siglast
út frá landi. Vit skaffaðu. So var
sloppið sær í koyggjuna. Klokkan
knapt tíggju var tað, at róp kom
í, at vit fara á land. “Brim forút
í lu.” Skiparin hevði verið á
dekkinum alla vaktina og hevði
verið í oljuklæðum. Men hann
var farin úr oljuklæðunum og sat
niðri í kahúttuni og drakk kaffi.
Hann hevði tá hann givið ordrar
til at venda skipinum. Motorurin
gekk ikki, og tá var tað at hetta
rópið kom í. Tá var skjótt, at
hvør maður var á dekkinum.
Summir í klæðum og summir í
minni klæðum, men eg lat meg
í, áðrenn eg fór upp. Eg lá eisini
og svav í kahúttini. Eg lat meg í
klæðini men ikki í oljuklæði.
Skiparin leyp upp beinanvegin
og tók róðrið upp. Fokkan bleiv
heysað fyri at fáa hana at fella,
við tað at brimið fór út í lu. Tað
var tað, sum uppá ein máta
reddaði situatiónina, soleiðis
at tað bleiv so frætt, sum hon
yvirhøvur bleiv. Skipið kom at
venda so beint út og inn, so at
aldan kom beint í reyvina. Hevði
tað í staðin fyri verið uppá hin
mátan, at síðan kom fyri, so kundi
tað verið meira kritiskt, tað vildi
eg hildið.
Har sum skipið kom á land, har
vísti seg at vera ógvuliga stórt
grót inni í fjøruni, og tað sást tá
eisini, at brimið stóð beint upp í
bergið. Har vísti seg at vera lítið
at gera, men rímiligt bleiv okkurt
gjørt.
Einaferð kom onkur ordri um, at
vit skuldu seta bátin út. Báturin
bleiv drigin fram á bógvin, og
fólkið var alt har frammi tá. Tá
breyt nokk ikki so forferdiligt har
frammi. Men eg veit ikki, at tá
báturin var komin fram á bógvin,
tá bleiv eitt sovorðið óløgi, at
allir sleptu. Báturin fór sín veg
einsamallur, sum eisini kanska
betri var. So har stóð man so
riptur fyri øllum.
Fólkið var hálvnakið. So funnu
vit uppá at taka eina madrassu
upp úr onkrari koyggju, sum var
turr í lugarinum og løgdu hana
á dekkið. Har frammi stóð eitt
oljufat. Tað bleiv sligið hol í
hetta oljufatið, eldur bleiv settur
á madrassuna, so man fekk eitt
sindur av varma eina løtu.
Allir bíðaðu eftir
somu lagnu...
Vit tóku eisini mat upp. Tvey krov
komu uppá dekkið, men eg hugsi,
at eingin maður nam nakran bita,
so tey fóru eisini sín veg. Men
tað hevði verið ein góð hjálp
fyri nógvar at havt ein kjøtbita í
lummanum. Sum náttin leið kom
skipið at liggja meira og meira
undir sjónum. Tað bleiv alt meira
óhyggiligt, og tá mann so byrjaði
at merkja, at fólk fóru burturav, so
tað bleiv ógvuliga óhyggiligt.
Tað vóru faðir og sonur úr
Tjørnuvík við (Jógvan Elias og
Jógvan Hendrik Heinesen). Hesin
sonur hansara fór so fyrst. Tað
hoyrdist ógvuliga nógv til hann,
og hann rópti eftir pápa sínum.
Pápi hansara líkasum svaraði
aftur, at ”pápi kemur skjótt
eisini.” Tað kom hann eisini!
Men rímiligt, tað var tað, sum
allir stóðu og bíðaðu eftir. Men
hetta gekk sína gongd. Summir
byrjaðu at flýggja fram á sprytið
og onkur fór uppí rigningin. Ja,
ein maður úr Svínoy, Tummas,
og eg stóðu har við spælikoppin
og hildu okkum. Vit royndu at
halda okkum hvørja ferð, óløgini
komu. Einaferð misti hann, og tað
hoyrdist nógv til hann, men hann
fekk ongantíð fótafestið aftur.
Hann bleiv so burtur, og so bleiv
tøgn.
Tá skifti eg pláss og fór fram
um pallstúttuna og helt meg har
eina tíð. Har vóru fleiri. Bæði
Karl (Joensen) og kokkurin (Óla
Jákup Hansen) blivu vekk, meðan
eg stóð har. Tá lá skipið so nógv
undir. Tað bleiv so nógv brim, so
eg passaði mær løgir at sleppa
aftur upp í rigningin.
Tá vóru nakrir komnir í rigning
in, og tað komu nakrir afturat.
Har ímillum var Kristoffur (Olsen)
úr Árnafirði, skóleysur á øðrum
beini við hosuni í munninum.
Eg fekk latið hann í hana. Vit
stóðu summir í langum stivlum
og høvdu staðið nokkso leingi.
Tá sigi eg, at eg føldi ikki beinini
uppi á mær. Tá sigur ein:”Latið
tykkum úr stivlunum!”. Eg og
onkur annar gjørdu so, og tað
var nokkso skjótt, at tað kom
lív í beinini. Har blivu vit nakrir
standandi frammi á sprytinum.
Tað var ein long nátt. Man
hoyrdi okkurt neyðarróp av og til,
og so var kvirt.
Tá tað fór at lýsa, var tað
eisini eitt neyðarróp. Tað var
bestimaðurin (Jóan Magnus
Høgnesen), sum misti fótafestið
í einum óløgi. Hann hekk har á
hondunum og rópti um hjálp. Men
tað var eingin, sum kundi hjálpa.
Tað vóru so fáir eftir frammi á
sprytinum, og vit allir bíðaðu eftir
somu lagnu.
Boð til Ziska
Tá hevði skipið staðið síðani
klokkan tíggju um kvøldið, og
tað var nógv brotnað burtur
undan tí. Tann fremra masturin
var farin at skinkla illa, so har
var einki gott at standa á. Eftir
har frammi á sprytinum vóru
bara fýra mans: Eli (Elttør,) Ziska
(Jacobsen,) Pól (Joensen) og
Tummas (Thomassen úr Miðvági.)
Í rigninginum vóru so hinir.
So sigur skiparin, eftir at tað
var blivið ljóst: ”Er tað nakar, ið
setir seg føran fyri at fara fram
á sprytið at vita, um Ziska kann
svimja í land?” Tað gekk ein góð
løta, eingin segði nakað. Tá vísti
tað seg, at eg fekk bæði kreftir og
mót. Eg fór eg niðurum allar, sum
vóru í rigninginum, og stóð har og
passaði mær løgir.
Eg fór niður og skundaði mær
eftir dekkinum. So kom næsta
óløgi, og eg fekk í stakið. Komin
fram á sprytið til teir, sum har
vóru, kom eg fyrst til Eli. Eg sigi:
”Vit mugu prøva uppá at gera
okkurt,” so vendu vit okkum
ímóti Ziska. Hann var eisini við
uppá tað. Eingin av okkum hevði
redningsbelti á okkum uttan
Pól (motorpassarin). Vit skuldu
so royna at fáa fatur á einum
togenda til Ziska. Men hann
segði, at hann skuldi vera leysur.
So kom tann spennandi løtan fyri
okkum allar, sum vóru eftir á lívi.
Ziska loraði seg niður eftir
einum enda, so var hann leysur.
Hann svam inneftir, og hann bleiv
burtur í brotunum. Tá vit sóu hann
aftur, sá tað út sum hann ikki
hevði tað skil, sum hann skuldi.
Ein myrk løta. Tá kundi mann
síggja, at tað var ein onnur makt
uppií verkinum – uppií í tí heila.
Aftur kom eitt óløgi, sum tók
hann so langt niðan, at hann lá
eftir í fjøruni. Hann fór eitt sindur
niðanfrá, so at næsta óløgi ikki
fekk fatur í hann. Hann fór til
gongu niðan undir klettin og inn
í eina gjógv, og vit mistu hann
burtur. Hann kom tó til sjóndar
aftur. Tá vaktiskt aftur ein vón. Vit
fóru at fáa fatur á ein enda, sum
kundi røkka í land. Tað fingu vit
eisini.
Undrið: Menninir
verða bjargaðir
Eg segði við Eli: ”Vit mugu fáa
okkurt at binda uppí endan”.
”Ja”, sigur hann ”vit loysa
redningsbeltið av Póli”, og so
bleiv gjørt. Síðan loraðu vit
hetta út, og Ziska fekk fatur
á redningsbeltinum. (Tað er
eisini ein partur av søguni, at
hetta gekk ikki væl. Men heilt
”tilvildarliga” fann Ziska ein haka
í fjøruni, og við honum fekk hann
fatur í endanum.) Hann setti
endan fastan um ein stein, og
vit settu fast fremst á sprytinum.
Á hesi línuni var ein stórur
knútur. Eg haldi, at Tummas var
tann fyrsti, sum fór, og Eli var
næstur. Teir høvdu beinini fyri.
Aftaná hann fór eg sjálvur og
hevði høvdið fyri. Eg komi inn
ímóti hesum knútinum. Eg slepti
beinunum og tók línuna undir
armin innanfyri knútin. Eg fór
inneftir við brotinum. Tá vóru vit
fýra komnir í land.
Tá sóu teir, at alt fólkið kom
ikki í land uppá tann mátan. Tá
fór Sámal Ellingsgaard niður úr
rigninginum, stillaði seg frammi
í gron, fekk eitt sindur av línu
afturat og skoytti saman við
tað, sum vit høvdu har frammi
á sprytinum. Vit fóru so langt
við endanum, sum vit
tordu. Sámal hálaði
alt slakkið, sum hann
Málningur sum ímyndar umstøðurnar, tá ið Ernestina fórst
Erik Lassen (1907-1986) saman við konuni Jóhonnu Sofíu (1907-1994)
Ziska og konan Johanna
➘