mikudagur 24. mars 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 • 24. mars 2010
MIÐvIkaN
19
kundi fáa. Tá kom tann fyrsti.
Hann loraði seg niður í sjógvin.
Sámal gav út og vit hálaðu inn,
(meðan menninir hildu fast í
línuna.) Soleiðis komu allir í land.
Jógvan, tann sum doyði uppi á
landi, honum gekst ikki so gott.
Hann slepti línuni, tá hann kom
niður í sjógvin. Tað bleiv eitt
sindur leingi, áðrenn vit fingu
fatur í hann. Sámal gjørdi endan
fastan á seg sum seinasti maður
og varð drigin í land.
Upp úr fjøruni....
Vit fóru eini tríggir at prøva,
hvussu langt upp vit kundu sleppa
(upp í bergið). Tað gekk bara gott.
Vit sluppu langt upp, so fóru vit
niður aftur. Aðrir fóru uppaftur og
høvdu eina fjøl við sær.
Teir sluppu tá upp undir
tromina. Við hesi fjøl fingu teir
trýst Ziska uppá bakkan. So fingu
teir eina línu upp. Har var ein
steinur til at seta línuna fasta
í. Tað var heldur eingin annar
steinur í nærheitini. Tá man fer
at teinkja uppá tað aftaná, so
sá tað næstan út, sum hann var
lagdur har. Og tá gekk tað nokkso
skjótt at fáa fólkið uppá bakkan.
Til seinast vóru Sámal, Jógvan
og eg eftir. Jógvan segði ikki eitt
orð. Tað vísti seg, sum hann var
lammaður. Vit máttu gera línuna á
hann, og hann bleiv hálaður upp.
So fór eg upp, og Sámal var eisini
seinasti maður upp úr fjøruni.
Nú vóru vit allir komnir uppá
bakkan. Summir fóru til gongu við
tað sama, sum teir komu upp á
bakkan. Tað vóru ikki nógvir eftir
á bakkanum, tá vit komu upp.
...og síðan at
vinna upp hús
Uppkomin var eg so kaldur og
lofnaður, at tað ber ikki til at
fortelja tað. Tá kom Eliseus
(Jacobsen) til mín og bjóðaði
mær vøttirnar hjá sær. Eg fór so
til gongu beinanvegin. Summir
royndu at leiða Jógvan, men
hann kundi ikki ganga, hann bleiv
settur niður við ein varða. Pól
orkaði heldur ikki at ganga, hann
bleiv eisini settur undir ein annan
varða. (Tað skuldi komast aftur
eftir teimum.) Síðani komu allir
til hús, hvar í summir blivu leiddir
mestsum allan vegin.
Tá eg hevði gingið eina løtu,
kom eg fram á skiparan (Dáva
Joensen). Hann gekk eisini
einsamallur. Eg fór eisini nakað
skjótt forbí hann. Tá fór hann at
rópa eftir mær. Eg vendi aftur til
Dáva. Tá stendur hann reiðuliga
uppundir knæ í einari kavafonn.
So sigur hann:”Eg komi ikki
longur, eg orki ikki meira”. Eg
tók í hondina á honum, og vit
fóru víðari. Tá vit høvdu gingið
nakað, sóu vit fýrtornið. Vit vistu
einki, tað bleiv bara gingið undan
veðrinum eftir telefonpelunum.
Hvussu ofta hann segði: ”Nú seti
eg meg!” og eg royndi at toga á.
Men nú síggi eg, at íslending
arnir koma á hestbaki, tað var
ferð í teimum. Teir komu til okk
ara og peikaðu okkum á portrið.
Tá setti skiparin seg. Eg fekk
hann aftur á føtur, og vunnu vit
upp hús.
Hann bleiv hjálptur í song
beinanvegin og eisini tríggir
aðrir. Vit blivu teir flestu í hesum
húsunum, sum vit komu fyrst til.
Til matna vísti tað seg ikki at
vera nógv til. Vit fingu kaffi og
sukurmola. Tað vísti seg at vera
lítið, tí vit vóru svangir. Men so
bleiv ein stórur pottur settur út
á komfýrin og feskur toskur varð
koyrdur í pottin. Vit hjálptu til at
fáa pottin at kóka. Tey høvdu bara
turkaðar tonglar til at brenna.
Tá tað var kókað, fingu vit fisk
og smelt, og maturin bleiv betur
og betur til hvørja máltíð. Tá vit
høvdu etið, skuldu vit fara at
sova. Vit fingu eitt sett av góðum
undirklæðum.
Tann fyrsti svøvnurin hjá
teimum flestu riggaði illa. Tað
vísti seg sum at likamið var farið
heilt út av funktión, tað var pína
her og der. Tað var nógv beinini,
tað gekk útyvir. Næstu ferð vit
fóru at sova, breiddu vit ból á
einum stovugólvi, og svóvu vit
allir í einum bóli. Nakrir fóru í
eitt annað hús. Øll klæðini blivu
vaskaði. Eg haldi, at eingin hevði
stivlar uppiá, tá vit komu til hús.
Men maskinmeistaran, Pól,
hann komu teir so við, tá seint
um kvøldið. Hann kom so at
liggja inni í kamarinum, har eg og
Ísakur úr Árnafirði svóvu. Tveir
íslendingar arbeiddu uppá hann,
tí teir uppdagaðu, at hann var
ikki deyður, men Jógvan meintu
teir var deyður, tá teir komu til
hann. Men hann (Pól) fingu teir
so lív í mitt um náttina. Tað var
ein grúiligur gangur, hann helt,
áðrenn hann hevði fingið skilið
aftur ordiliga, tað gekk nógv yvir
tann mannin.
Dagin eftir, fóru vit nakrir aftur
til skipið. Tað vóru fleiri, sum ikki
settu seg føran fyri at koma við.
Tá høvdu íslendingarnir funnið trý
lík. Sostatt fingu vit hesi trý lík
heim við okkum umframt Jógvan,
sum doyði, meðan hann sat undir
varðanum.
Væl móttiknir
í Reykjavík
Annan dagin eftir, at vit eru
komnir til hús, tá sigur skiparin,
at tað var best at fara oman at
kanna líkini, so vit kundu vera
sikrir í, hvør ið hvør var. Tá fóru
vit einir tríggir oman at loysa
av teimum. Teir vóru bundnir
inn í segldúkum. Tað sá nokkso
óhyggiligt út, men vit settu merki
á teir, hvør ið hvør var. Men ikki
tí, tað bleiv eisini gjørt, tá teir
vóru farnir í kistu í Reykjavík.
Vit komu har hósdag, og sluppu
avstað haðani sunnudag. Hendan
sunnudag kemur Elias Sofus
Hansen í Gøtu inn í Thorleifshøfn
við “Verdandi.” Hann frættir hesi
tíðindi, hvat ið hent var. Hann fór
í land ringdi til Selvog og fekk
fatur í Dáva. Elias spurdi Dáva,
um hann kundi hjálpa okkum.
Sjálvandi kom tað ógvuliga væl
við. Tað bleiv avgjørt, at Verdandi
skuldi føra okkum til Grindavíkar.
Har høvdu teir so forbindilsir við
Reykjavík eisini.
Bilarnir stóðu har
til at taka okkum
Hetta kann hava verið skerið, sum gjørdist lagnan hjá Ernestinu
Fjøran
Eitt var at koma í land, annað at komu upp gjøgnum frysta bergið
➘