mikudagur 24. mars 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
20
nr. 58 • 24. mars 2010
fólkið og líkini, tá vit komu til
Grindavíkar.
Tá vit komu til Reykjavík á
hotellið, tá orðnaði Dávur, at
hann skuldi hava Ziska og meg á
sama kamari. Men tað var longu
orðnað, alt áðrenn vit komu, at
skiparin skuldi hava kamar fyri
seg sjálvan.
Alfred Petersen var missionerur
tá haryviri, vit fingu eina velduga
móttøku bæði av einum og
øðrum, og av fleiri føroyskum
kvinnum, sum vóru har og øllum
møguligum. Eg sjálvur kendi
serliga væl eina, sum var gift har,
tað var okkara nærmasti nábúgvi
í ungum árum, so eg var fyri tað
nógva har hjá teimum, meðan eg
var í Reykjavík.
Men tá vit komu hendan dagin
vóru allir illa klæddir, eingin
hevði nakað uppi á beinunum. Tí
eg minnist, at tá vit vórðu førdir
umborð í Selvog, at allir høvdu
skótoy tá, men vit máttu koyra
tað niðuríaftur bátin. Men tann
sum var serliga illa klæddur,
hann fekk eisini klæðir umborð
á “Verdandi”. Vit fingu klæðir í
Reykjavík, og vit vóru serdeilis
væl móttiknir, tað skulu teir eiga,
eisini eftir tað at vit vóru komnir
til Reykjavíkar.
Tung heimkoma
Vit skuldu heimaftur við Drotn
ingini (“Dronning Alexandrine”).
Tað vísti seg, at har vóru bæði
føroyingar og íslendingar um
okkum, líka inntil at Drotningin
var sigld. Drotningin hevði
ongantíð verið á Klaksvík fyrr.
Hon kom á Pollin við okkum, og
har fóru vit so allir í land.
Eg minnist, at tað var ein tung
løta, tá teir báðir beiggjarnir
møttust, Kjølbro og Dávur. Tað
komu einir tveir motorbátar út
á Pollin eftir líkunum og eftir
okkum.
Eitt lík kom heim seinni. Tað
var Rasmus úr Kunoy, sum
íslendingarnir høvdu tikið upp
aftaná, men vit høvdu so fýra
lík heim við okkum. Tað var
faðir og sonur úr Tjørnuvík, og
báðir bestamenninir. Tá vit so
vóru komin í land, var tað mesta
av Klaksvíkini har til at taka
ímóti okkum. Har var serliga
ein mamma, sum ofta rennur
fram fyri meg. Sonur hennara
(helst Karl Joensen) doyði, og vit
høvdu altíð verið kammeratar.
Eg minnist, at hon tók um hálsin
á mær og vildi bara ikki sleppa
mær aftur. Vit fylgdust so øll við
líkunum heim í kirkjuna.
Líkini til Tjørnuvíkar fóru dagin
eftir, og begravilsið var sama dag
í báðum støðum, so vit sluppu
ikki at fylgja, men vit vóru so ein
sunnudag aftaná í Tjørnuvík.
Teir sum fórust:
· Jóan Magnus Høgnesen,
bestimaður, Klaksvík, 31 ár, giftur
· Jógvan Elias Heinesen,
Tjørnuvík, 45 ár, giftur, og sonur
hansara
· Jóan Hendrik Heinesen, 21 ár,
ógiftur
· Jógvan Thomassen, 2.
bestimaður, Miðvág, 34 ár,
ógiftur, men trúlovaður
· Rasmus Jacobsen, Kunoy, 39 ár,
giftur
· Karl Joensen, úr Gerðum,
Klaksvík, 22 ár, trúlovaður
· Óla Jákup Hansen, kokkur,
á Selheyggi, Klakksvík, 44 ár,
ógiftur
· Thomas Thomassen, úti í Bø,
Svínoy, 44 ár, giftur
· Hans Jacob Andreassen,
Langasand, 44 ár, einkjumaður
Teir, ið komu
aftur vóru:
· Dávur Joensen, skipari, f. 28.10
1889
· Ziska Jacobsen, f. 5.12 1900
· Erik Edvard Lassen, f. 8.1. 1907
· Poul Joensen, motorpassari, f.
26.11 1892
· Eli Elttør
· Óli Martin Samuelsen
Allir úr Klaksvík
· Eliseus Jacobsen, Syðrdalur K f.
24.4. 1894
· Ísak Justinussen, Árnafjørð f.
31.1. 1902
· Hans Kristoffur Olsen, Árnafjørð
f. 17.5. 1884
· Kaj Thomassen, Svínoy. f. 19.10
1907. Sonur Tummas, sum doyði
· Mikkjal P. Eliassen, Kirkju, f. 1.9.
1889
· Kristian Karl Christiansen,
Lorvík, f. 20.10 1892
Olaf Hjalmar Johansen, Hvalvík f.
5.2. 1902
· Thomas Thomassen, Miðvág,
f. 4. 10 1883, beiggi Jógvan sum
fórst
· Samuel Ellingsgaard, Miðvágur,
f. 16. 6 1896
· Sigmundur Brestirsson
Thomsen, Skúvoy f. 6.2. 1893
· Frederik Mikkelsen, Skúvoy f.
24.8. 1890
Komnir upp á bakkan var gingið undan vindinum. Fyrst varð fylgt við varðunum
Síðan fyldu teir telefonpelum
Hetta kortið vísir hvar alt hetta hendi
Komandi partur
Í komandi parti verður millum annað frásøgnin hjá
Ziska sjálvum, soleiðis hann geiddi frá hesi hending á
gamalsaldrinum. Eisini verður greitt frá um Ziska sjálvan