Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-24, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mars 2010síða 32

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í gjárkvøldið var stórt sæð bara eitt lið á vøllinum, tá Stjørn an vann ein knús­ an di stórsigur á Tjaldri í fyrstu FM­finaluni hjá kvinnu num Tað var bara fyrsta korterið av dysti­ num, at bæði liðini vóru inni í dysti­ num. Støðan 9­7 til Stjørnuna stóð á talvuni á endavegginum í ítróttar­ høll ini í Runavík í næstan 10 minutt­ ir, tí tað stóð stilt hjá báðum pørtum. Hetta var í grundini avgerandi løt a n, tí tað var serliga Tjaldur, ið brendi stórar møguleikar, meðan Stjørn an heldur ikki fekk nakað burt ur úr sínum. Men tá so hol aftur kom á, var tað Stjørnan, ið streyk av stað, og restina av fyrra hálvleiki vun nu klaksvíkskvinnur 6­2 – og so vendist ikki aftur. Í seinna hálvleiki koyrdi tað bara víðari hjá Stjørnuni, ið skifti fólk dúg liga, uttan at tað gekk út yvir domi nans in, ið var øgiligur inni á vølli num. Her gekk sjón fyri søgn, at breidd in hjá Stjørnuni ger allan mun in, tí uttan allar útlendingarnar megnaði Tjaldur slett ikki at hótta. Málini einki at siga Nú kann so alt verða avgjørt í annað kvøld klokkan 19, tá Stjørnan tekur ímóti í KÍ­høllini, tí eydnast Stjørn u ni at vinna tá, er føroya­ meistara heitið komið aftur til Klaks­ vík ar, eftir at tað síðsta árið hevur ver ið heimahoyrandi í Runavík. Hinvegin, so hevur Tjaldur, sum í gjárkvøldið tapti við 14 málum, ikki brúk fyri at vinna við 15 málum, tí mál ini hava einki at siga í samlaða rokni stykkinum, har bara sigurin tel­ ur. Tað vil siga, at um Tjaldur vinnur við bara einum máli í annaðkvøld, skal ein triðja finala spælast, tí tá stend ur 1­1 í dystum. Endar dysturin hin vegin við javnleiki, er Stjørnan eisini meistari, tí spælt verður best av tveimum dystum. Satt at siga, so er Stjørnan eftir dystin í gjárkvøldið uppaftur størri stór favorittur at vinna meistara heit­ ið, tí skal Tjaldur koma afturíaftur eftir henda stóra lúsingin, kemur tað at teljast millum sensatiónirnar í før oyskum kvinnuhondbólti! ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 24. mars 2010 einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Ordiliga stuttligt Meðan spælararnir hjá Tjaldri sleik ja síni sár, fegnast kvinn u­ nar hjá Stjørnuni um stóra sigur in í gjárkvøldið, ið gav Stjør n u ni best hugsandi út ­ gangs støði undan næsta fin alu ­ dysti num, sum verður í Klaks vík í annaðkvøld. – Vit hava ikki torað at trúð, at Tjald ur veruliga var viknað so nógv, sum úrslitini hjá teimum í síðstu ni hava bent á, so tí vóru vit ordiliga klárar, tá vit fóru á vøll in í Runavík, sigur høgri vong ur hjá Stjørnuni, Durita Christoph ersen. – Eg haldi, at hesin dysturin stað festi, at vit hava eina størri breidd enn Tjaldur, tí sjálvt um vit skiftu nógv út, so allar sluppu at spæla, mistu vit ongantíð tak­ ið, men kláraðu at halda munin alla tíðina. Durita, sum hevur mist fleiri dyst ir í vetur, tí hon hevur verið skadd og eisini hevur verið til skips, var sera fegin um finalu­ dyst in í gjárkvøldið: – Ja, tað var ordiliga stuttligt at spæla, og vit gleða okkum til hós kvøldið. Kanska tann dyst ur­ in ikki verður so ójavnur, tí eftir dyst in vóru tað onkrir av áskoð­ ar unum hjá okkum, ið høvdu hug at gremja seg um, at til síðst var spenningurin ov lítil, sig ur hon. hil Vit taptu í verjuni – Vit komu ongantíð ordiliga í gongd í verjuni, og tað sást aftur í álopinum. Tað er fyrst og fremst í verjuni, at vit tapa dystin, staðfesti málverjin hjá Tjaldri, Guðrun í Lágabø, eftir dystin í Runavík í gjárkvøldið. – Og sjálvt um allir tríggir málverjarnir hjá Tjaldri komu inn, megnaði eingin av okkum at steðga Stjørnuni. Tað sigur eisini seg sjálvt, at eingin klárar at standa einsamallur í málinum. Soleiðis var tað fyri tað nógva, tí verjan riggaði so illa hjá okkum. Guðrun í Lágabø helt eisini, at tekniskir feilir kostaðu dýrt, tí Stjørnan var beinanvegin yvir Tjaldursspælarunum og revsaði øll mistøkini hart. – Í hinum endanum skutu vit á málverjan ella við síðuna av, so einki er at siga til, at vit taptu. Tær spældu so øgiliga nógv betri enn vit, og at tað blivu 14 mál á muni, fortelur væl alt, sigur málverjin, ið tó velur at halda høvdið høgt undan dystinum í annaðkvøld. – Vit ætlaðu sjálvandi ikki at tapa í kvøld, og tað ætla vit heldur ikki, tá vit fara til Klaksvíkar. Men skulu vit vinna, so krevst fyrst og fremst, at vit eru nógv meira ágangandi í verjuspælinum. hil Stjørnan glampaði Stjørnan var klassar betri enn Tjaldur í fyrstu FM-finaluni í gjárkvøldið og er nú uppaftur størri stórfavorittur at vinna føroyameistaraheitið Mynd: Álvur Haraldsen Tjaldur-Stjørnan 17-31 (9-15) 10 min: 5­6 20 min: 7­9 40 min: 13­20 50 min: 15­26 Málskjúttar Tjaldur: Adina Petrea 9 (2), Annika Thomsen 5 (1), Heidi á Lakjuni 2, Jóhanna í Króki 1 Stjørnan: Simona Petersen 9 (1), Durita Christophersen 4, Joan Midjord Djordjevic 3, Judit Hansen 3, Durita Ljósstein 3, Una Olsen 3, Ella Petersen 2 (1), Anna Kristina Samson 2, Durita Mikkelsen 1, Valentina Suciu1 Brotskøst: Tjaldur 4, Stjørnan 4 Útvísingar: Tjaldur 5, Stjørnan 5 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen FAKTA