mikudagur 24. mars 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 24. mars 2010 – Nr. 58 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 33
– Eingin legenda
Fótbóltsserfrøðingar og -fjepparar kring allan heim rokna
hann sum heimsins besta fótbóltsspælara nakrantíð, men
sjálvur heldur argentinski FC Barcelona-spælarin, Lionel
Messi, at hann má vinna HM, áðrenn tað kann koma upp
á tal. – Fyri at gerast ein legenda og fyri at vera ein
fantastiskur spælari, mást tú eisini vera heimsmeistari,
sigur Messi, sum síðstu fimm dystirnar hevur skotið 11
mál.
Messi og teir betri
Fyrrverandi danska fótbóltsstjørnan, Michael
Laudrup, heldur núverandi liðið hjá FC Barcelona
vera betri enn liðið hjá felagnum, hann sjálvur var
partur av í 90-unum. Tá var Laudrup við til at vinna
Europa Cup eina ferð og fýra meistaraheiti á rað, men
Messi og teir imponera hann: – Vit vóru teir fyrstu, ið
vunnu nógv, men Messi og teir eru besta FC
Barcelonaliðið nakrantíð, sigur Michael Laudrup.
– Skal eg fylgja dreyminum
um at koma til OL, kann
tað bara vera upp á henda
mát an. Eg má so bara liva
við, at tað er fyri Danmark,
sjálvt um eg helst komi
at hoyra fyri tað, sigur Pál
Joen sen, sum ætlar sær
til OL í London um tvey ár
– men bara kann gera tað
und ir donskum flaggi
Nú ÍSF og Svimjisambandið hava
fing ið avtalu í lag við danska
ítróttar sam bandið, danska svimji-
sam bandið,
altjóða
olympisku
nevnd ina og altjóða svimji sam-
band ið um, at føroyskir svimjarar
kun nu
umboða
Danmark
á
olympisk um leikum, kann Pál Joen-
sen sleppa til OL í London í 2012,
um hann annars klárar kravtíðirnar.
– OL er tað allarstørsta fyri ein
svimjara, og tað er kappingin, sum
øll satsa uppá. Eisini fyri meg er tað
størsta at koma til OL, so nú kann eg
endiliga hava tað sum eitt mál, sigur
Pál Joensen, ið sær tað sum ein ordi-
ligan lætta, at sleppast kann undan
karantenuni, ið fyri hann vildi merkt,
at hann ikki kundi svomið altjóða
kapp ingar fyri Føroyar í eitt ár áðr-
enn og eitt ár aftan á OL.
– Henda loysnin ger, at eg havi
sama møguleika sum onnur, tí tað
havi eg ikki havt frammanundan. Eg
havi verið niðan fyri ta gomlu
kravtíðina til OL, so fyri meg er OL í
London í 2012 nú ein realistiskur
møgu leiki, eg kann fara eftir.
Undir danskt flagg
Føroyar hava altjóða limaskap í
al tjóða svimjisambandinum, FINA,
so til allar kappingar undir FINA er
Pál Joensen við sum føroyskur
svimj ari og umboðar Føroyar. Men
olymp isku leikirnir eru ikki undir
FINA, so av tí at Føroyar enn ikki
hava fingið olympiska viðurkenn-
ing, kann Pál ikki fara til OL sum før-
oyskt umboð, men bara undir
donsk um flaggi.
– Fyri meg er tað altíð nógv tað
størs ta, at eg kann umboða Føroyar
í altjóða kappingum. Men í OL ber
tað tíverri ikki til, so skal eg við til
størs tu kappingina av øllum, má tað
vera sum partur av danska lands lið-
num. Hitt er ikki ein realistiskur
møgu leiki nú, so eg má bara vera
glað ur fyri tað, eg kann fáa, sigur Pál
Joen sen, ið viðgongur, at hann
kanska onkuntíð fyrr hevur verið
nak að avgjørdur, tá tað hevur snúð
seg um at svimja undir donskum
flaggi.
– Nøkur fólk verða kanska nokk
so kedd av tí, at eg skal svimja fyri
Dan mark, men tað má eg bara taka,
sum tað kemur, sjálvt um eg komi at
hoyra fyri tað. Hetta er mín stóri
dreym ur, og eg má bara liva við, at
tað er fyri Danmark. Men vónandi
fái eg smoygt Merkið inn ímillum
onkra staðni.
Pál Joensen sigur seg somuleiðis
vóna, at hann í OL-høpi kann gerast
eitt jarnbrot fyri føroyskari olymp-
iskari viðkenning, og hann vónar, at
henda nýggja loysnin ikki ger, at
ar beiði við at vinna Føroyum olymp-
iska viðurkenning steðgar.
Talv rýmir
undan
flogbólti
Av tí at triði og av ger
andi finalu dysturin
í mansflogbólti er á
Gilja nesi leygardagin,
er FMkappingin í talvi
fyri einstaklingar
út sett nakrar tímar, so
sleppast kann und an tí
ringasta av flogb ólts
gangi num
Leygardagin byrjar FM-kapp ing-
in fyri einstaklingar í talvi, og
hon verður í fimleikarhøllini á
Giljanesi til páskaaftan, 3. apríl.
Men av tí at triðja og avgerandi
FM-final an millum menninar hjá
SÍ og Mjølnir er í ítróttarhøllini á
Gilja nesi leygardagin klokkan
15.30, er byrjanin av talv kapp-
ingini útsett í fýra tímar.
– Í sambandi við flogbólts-
finalur nar verður helst eitt sind-
ur av gangi og vási, so við at
út seta telvingina eitt sindur, ber
helst betur til at fáa frið, tá
telvar ar nir fara í gongd, sigur
Jógvan Joensen, formaður í
Talv sam bandinum.
Allar hinar dagarnar byrja
telvar ar nir klokkan 14, men
leygar dagin verður klokkan 18,
áðr enn teir setast við borðini.
Og kanska gongur ein løta aftr-
at, áðrenn teir ordiliga koma í
gongd, um tað vísir seg, at flog-
bólt ur in framvegis kann órógva
tá.
Tað er Sandavágs Talvfelag,
sum er vertur fyri kappingini, ið
til samans telur níggju umfør.
Allar dagarnar er eitt umfar á
skránni klokkan 14, uttan mána-
dag in, tá dupultumfar er á
skrán ni og byrjað verður ávika-
vist klokkan 10 og 16.
Teir, sum eru við í landsliðs-
bólki num, har føroya meist ara-
heitið í talvi er at kappast um,
eru 10 teir hægst styrkismettu
telvar arnir. Teir næstu 10 eru við
í 1. bólki, og so er restin í
al menna bólkinum. Ung ling ar-
nir telva somu tíðir sum teir
vaks nu, og har verður bestu
telv ar in eisini føroyameistari.
Dómari í kappingini verður IA
Mogens Nielsen.
hil
Nú fái eg av at vita
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
– Nøkur fólk verða kanska nokk so kedd av tí, at eg skal svimja fyri Danmark, men tað má eg bara taka, sum tað kemur. Hetta er mín
stóri dreymur, og eg má bara liva við, at er fyri Danmark, sigur Pál Joensen
Mynd: Álvur Haraldsen