Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. mars 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 59 - 25. mars 2010 Fremmand mannaætt Nakrir týskir granskarar siga, at eitt ókent mannaslag helt til í Sibir fyri millum 30.000 og 48.000 árum síðani. Teir týsku granskararnir siga, at DNA-royndir vísa, at talan er hvørki um homo sapiens ella neandertalaran. Í royndunum hava granskararnir brúkt ein fingur, sum russiskir fornfrøðingar funnu fyri tveimum árum síðani, og sum eftir øllum at døma er av einum barni. Við sonevndum kolevni 14-kanningum hava granskararnir staðfest, at barnið livdi fyri millum 30.000 og 48.000 árum síðani, skrivar DPA úr Leipzig. Rýmdu undan kulda Kanadiskir granskarar halda seg nú hava funnið prógv fyri, at tað var kuldi, sum fekk norðbúgvarnar at rýma úr Suðurgrønlandi. Granskararnir siga, at tá víkingarnir komu til Suðurgrønlands í 10. øld, var veðrið har lýggjari enn í dag, so tað bar væl til at búseta seg har. Men sum frá leið kølnaði veðurlagið, tað bleiv truplari at dyrka jørðina, og endin var, at í 15. øld valdu teir seinastu norðbúgvarnir at rýma úr Grønlandi. Úrslitið kemur ikki óvart á danskar granskarar, sum hava hildið, at tað vóru veðurlags broytingar, sum noyddu norðbúgvar at rýma úr Grønlandi. – Eg eri púra mál leys­ ur av øllum hesum vøkru orðunum og ró sinum, segði mál­ frøðingurin Jóhan Hendrik Winth er Poul sen, tá hann fekk handað fyrstu før oysku Mál røktar­ virðislønina í morgun Virðisløn Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tað kom neyvan óvart á onn ur, at tað gjørdist Jóhan Hendrik Winther Poulsen, professari í málfrøði, sum fekk fyrstu føroysku Mál- røktarvirðislønina, sum var handað á fyrsta almenna før oyska máldegnum, sum er settur at vera 25. Mars. Sjálvur var kendi mál- røkt ar maðurin tó rættiliga tikin á bóli av øllum rós- inum og vøkru orðunum. – Eg vóni tó at eg havi gjørt okkurt til nyttu fyri føroyska málið, segði Jóhan Hendrik Winther Poulsen, tá hann takkaði fyri heið urs brævið og tær 40.000 krónurnar, sum fylgdu við. Halt á, Jóhan Hendrik Hátíðarløtan fór fram á Studentaskúlanum í Hoy- døl um, har serliga hópin av ungfólki lýddu á, meðan royndi málrøktarin greiddi frá, hvussu hann longu sum óviti gjørdist greiður yvir, at tað ikki var líka mikið, hvussu fólk orðaðu seg. – Tá eg var smádrongur búðu vit eitt skifti í Sumba, men heima hjá okkum tos- aðu vit sandoyarmál. Eg minnist, at tá mamma sendi meg eftir mjólk, stóð eg altíð góða løtu í gongini, áðrenn eg fór út og vandi meg at siga "Momman bað selja ser ein pott av mjylk", so tað skuldi ljóða sum á Sumbiarmáli, flenti pro- fessarin hugfarsligur. Sum kunnugt øktist áhug- in hjá Jóhan Hendriki fyri málinum í slíkan mun, at hann nú í mong ár mest sum hevur verið ímyndin av føroyska málinum, stað- festi Guðrun Gaard, lærari í føroyskum. – Øll kenna Jóhan Hendrik Winther Poulsen, og væl dámar honum at práta við fólk. Og tað er ikki minst hansara evni at duga at lurta eftir fólki, sum hava verið so stimbrandi fyri áhugan í Føroyum fyri føroyska málinum. Hansara fløvandi áhugi fyri tí, sum fólk hava uppá hjartað eigur sín stóra lut í okkara livandi hugi at kjakast um føroyska málið, vísti Guðrun Gaard millum annað á. Hon legði afturat, at ein slík heiðursløn hevur tvey endamál. – Annað er at heiðra, og eg kann ikki hugsa mær nakran, sum hevur betri uppiborið at verða heiðraður fyri sítt arbeiði fyri føroyska málinum enn Jóhan Hendrik Winther Poulsen. Hitt enda- málið er at stimbra til framhaldandi arbeiði. Og har má eg bara siga: Gott í teg, Jóhan Hendrik, far ikki av málpallinum enn, men halt á við at koma við nýggj um orðum viðmerk- ingum, atfinningum, sum er so týdningarmikið fyri eitt livandi málkjak. Halt okkum á beint Vegna yngra ættarliðið, helt stjórin á ungdómsblaðnum Mess, Rógvi Róin, eisini røðu fyri professaranum og ynskti honum tillukku. Hóast ungdómsblaðið hev- ur ein munandi meir spæl- andi og anarkistiskan hug- burð til føroyska málið, enn mong eru von við, so viss- aði Rógvi Róin um, at mongu orðagávurnar frá Jóhan Hendriki vóru høgt í metum hjá teimum ungu. – Møguliga enda onkrar av okkara orðingum á aft- astu síðuni í lummabókini hjá Jóhan Hendriki, har hann goymir tey vánaligu orðini, og tað er eisini gott. Tí sjálvt um vit fara at halda á at spæla og provokera við málinum, er gott at onkur heldur okkum á beint, segði Rógvi Róin, sum tí eisini fegnaðist um eitt slíkt tiltak, sum setir føroyska málið í fokus. Málmaðurin var málleysur Jóhan Hendrik Winther Poulsen fekk fyrstu føroysku Málrøktar virðislønina Mynd: Jens Kristian Vang