hósdagur 25. mars 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 25. mars 2010
7
Grundreglan í sátt
málanum mill um
Føroya Fiski manna
felag og Føroya
Reiðarafelag er at býta
javnt millum allar
menninar umborð
á skipi, sigur Eystari
Landsrættur, sum
eins og Føroya rættur
frídømdi reiðaríið
hjá Arctic Viking
fyri at hava talt út
lendingarnar við, tá
ið hýrurnar vórðu
roknaðar út
Eystari
landsrættur
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Í morgun feldi Eystari
lands rættur dóm í málinum
millum
Føroya
Fiski
mannafelag og reiðaríið hjá
rækjutrolaranum
Arctic
Vik ing. Dómurin var tann
sami sum í Føroya rætti.
Reiðaríið varð frídømt fyri
at hava talt útlendingarnar
við, tá ið býtispartarnir
vórðu ásettir.
F i s k i m a n n a f e l a g i ð
stevndi
reiðarínum
P/F
Líðini fyri at hava talt seks
litavar uppí, tá ið býtis
parturin varð roknaður út.
Fiskimannafelagið helt, at
føroysku
fiskimenninir
harvi høvdu fingi ov lítið
og kravdi 1,4 mió. krónur
til menninar.
Føroya Fiskimannafelag
tapti í Føroya rætti og kærdi
dómin til Eystara lands rætt.
Grundgevingin hjá Før
oya Fiskimannafelag fyri at
stevna var, at litavarnir ikki
vóru mynstraðir, og haraftat
verða teir løntir eftir fastari
avtalu við reiðaríið. Reið
aríið átti sjálvt at havt allar
útreiðslurnar av útlend ing
unum, segði Føroya Fiski
mannafelag.
Sama arbeiði
P/F Líðin hinvegin vísti á,
at útlendingarnir umborð
gjørdu sama arbeiði sum
føroyingarnir, og um teir
seks útlendingarnir í staðin
vóru føroyingar, høvdu før
oyingarnir
ikki
fingið
meira.
At
útlendingarnir
fáa
minni hýru útgoldna enn
føroyingarnir, kemur ikki
Føroya
Fiskimannafelag
við, segði sakførarin hjá
P/F Líðini í rættinum.
Høvuðsvitnið hjá reiða rí
num var fyrrverandi for
mað urin í Føroya Fiski
manna felag, Oli Jacobsen.
Hann kom við grundregluni
í sáttmálanum um at býta
javnt millum allar menninar
umborð. Henda regla kom í
sáttmálan í 1971.
Hann var ikki í iva um, at
sáttmálin
skuldi
tulkast
sum, at býtast kuldi javnt,
eisini við útlendingarnar.
Hesi tulking tóku bæði
Føroya rættur og Eystari
landsrættur undir við, og
eins og í Føroya rætti varð
Líðin frídømd í landsrætt
inum.
Hetta málið hevur verið
ein dýr søga fyri Føroya
Fiskimannafelag.
Sak før
arin hjá reiðarínum skal
hava 50.000 kronur fyri
landsrættarmálið og 60.000
krónur fyri rættarmálið í
Før oya
rætti.
Haraftrat
koma útreislurnar til egnan
sakførara.
Fegin reiðari
Reiðarin og sakførari hans
ara Jógvan Elias Winther
Poulsen eru fegnir:
– Vit eru glaðir fyri, at
dómurin varð staðfestur.
Vit hava fingið staðfest, at
reiðarin tulkaði sáttmálan
rætt, og at meginreglan um
at býta javnt er galdandi,
sigur Jógvan Elias Winther
Poulsen.
Hnan heldur ikki, at
nøkur orsøk er til at ilskast
inn á reiðaríið fyri at hava
seravtalu um hýru við út
lendingar. Hevði tað ikki
verið, hevði skipið óivað
farið undir hamaran.
Fiskimanna
felagið tapti
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Rituvíkarvegurin, byggistig 2
Við hesum verður arbeiðið viðv.
nýggjum vegi oman fyri Rituvíkar
bygd, byggistig 2, boðið út í almenna
lisitatión.
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:
· liðugtgerð av landsvegi frá
Rituvíkarhálsi og oman í bygdina
uml. 1230 m
· liðugtgerð av nýggjum bygdarvegi
frá Rituvíkarhálsi og oman í verandi
bygdarveg uml. 250 m
· dagføring av Æðuvíkarvegnum
uml. 70 m
· tríggjar vegristir
· tvær seyðasmogur, hvar onnur er í
verandi bygdarvegi
· umframt vegagerðina fevnir arbeiðið
eisini um veitan og uppsetan av
gøtuljósum
Lisitatiónin verður á Landsverki,
Tinghúsvegur 5, FO110 Tórshavn
týsdagin 20. apríl 2010, kl. 14.00.
Útbjóðingartilfarið verður bert
útflýggjað digitalt og verður tað sent
út mánadagin 29.03.2010. Bjóðandi
kunnu fáa tað við skrivliga at venda
sær til:
Landsverk,
Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78,
Fo110 Tórshavn.
Telefon: 340 800
boha@lv.fo
Tá biðið verður um útbjóðingartilfar
skal upplýsast:
· Navn á virki, adressa og vinnutal
· Kontaktpersónur og telefonnummar
hjá kontaktpersóni
· Teldupostadressa
Spurningar í samband við prosjektið
kunnu sendast skrivliga til boha@lv.fo
fram til fríggjadagin 09.04.2010.
Innkomnir spurningar verða svaraðir í
seinasta lagi týsdagin 13. apríl,.2010.
Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega-, byggi- og havna-
myndugleikauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir,
havnir, bygningar og tyrlupallar.
ÚTBjóðINg
Arctic Viking hevur seinastu árini havt útlendingar við. Fiskimannafelagið vildi hava teir hildnar uttanfyri, tá ið býtispartarnir
vóru ásettir, men tað segði landsrætturin nei til