hósdagur 25. mars 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 59 - 25. mars 2010
– Í løtuni verður
fyrsta skeiðið
eftirmett, men tað
er einki í løtuni sum
bendir á, at vit ikki
fara at halda fram við
skeiðum av hesum
slag, sigur Ernst
Jacobsen, stjóri á ALS
MOTIVERING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Stjórin
á
ALS,
Ernst
Jacobsen, er í fyrsta umfari
væl
nøgdur
við
hesi
dagskeiðini, sum stovnurin
er farin undir fyri at moti
vera tey ungu arbeiðsleysu.
Hetta fyrsta skeiðið
verður í løtuni eftirmett, og
tá tann eftirmetingin er
liðug, og vit vita, um og
hvat vit skulu broyta, verður
hildið fram við hesum
sløgunum av skeiði fyri tey
ungu, sigur Ernst Jacobsen.
Hann sigur, at tað altíð er
eitt sindur misjavnt, hvussu
tikið verður ímóti slíkum
skeiðum, men í hesum føri
eins og í flestum øðrum,
hava tey flestu tikið væl
ímóti.
Vit hava hildið nógv
ymisk skeið, serliga síðani
vit fluttu inn í hølini á
Tinghúsvegnum. Vit hava
hildið telduskeið, málskeið,
bókhaldsskeið og skeið í at
søkja arbeiði, men tað
hevur víst seg, at tey ungu
hava ikki verið serliga røsk
at melda til slík skeið. Hesi
skeiðini hava verið sjálv
boðin, so tað hevur sjálvandi
verið upp til tey ungu sjálvi,
um tey hava tikið lut ella
ikki, sigur Ernst Jacobsen.
Hagtølini vísa, at ung
upp til 29 ára aldur í meðal
telja ein lítlan triðing av
talinum av arbeiðsleysum,
og tí hevur ALS tikið stig
til at aktivera hesi ungu við
skeiðum við innkalling.
Hetta var so tað fyrsta
av sínum slag, har tey ungu
millum 20 og 25 ár vórðu
innkallað, og tað merkir, at
møta tey ikki uttan lógliga
grund, verða tey skerd í
útgjaldinum, sigur Ernst
Jacobsen.
Talan er um heildagsskeið,
og fleiri fólk eru við í
coaching og fyrilestrum.
Sum sæst her á síðuni er ein
royndur
vinnulívsmaður
inni í myndini, og eisini eru
sjónleikarar við fyri at læra
tey ungu rolluspæl.
Síðani vit fingu hølini á
Tinghúsvegnum hava vit
gjørt nógv við at halda
skeið. Fyrst og fremst hava
vit roynt at gjørt gagn av
betraðu
hølisviðurskift
unum, men vit hava eisini
skipa fyri skeiðum í sam
starvi við eitt nú Íverk
setarahúsið
í
Klaksvík,
Synergi og Handilsskúlan,
sigur Ernst Jacobsen.
Onnur skeið verða hildin,
har tey vanliga verða hildin,
til dømis trygdarskeið og
annað.
Tað er Bergtóra Høgna
dóttir Joensen, ið hevur
staðið fyri hesum skeiði
num, og vit fara í blaðnum í
morgin at hava samrøðu við
hana um, hvussu skeiðini
nágreiniliga eru fyriskipað.
Halda fram við hesum slagnum av skeiðum
Hoon fekk sekkin
Fyrrverandi bretski verjumálaráðharrin Geoff
Hoon er koyrdur úr einari serligari nevnd, sum
skal leggja ætlanir fyri virksemið hjá NATO í
framtíðini. Tað er aðalskrivarin í samgonguni,
Anders Fogh Rasmussen, sum hevur givið Hoon
sekkin. Orsøkin er, at Geoff Hoon er koyrdur úr
tingbólkinum hjá bretska arbeiðaraflokkinum, tí
tað er komið fram, at hann var sinnaður at reka
sokallað lobbyvirksemi, um hann fekk nóg mikið
av pengum afturfyri. Geoff Hoon var bretskur
verjumálaráðharri frá 1999 til 2005.
Styðja nýskipan
Fyri stuttum vóru teir flestu amerikanararnir ímóti teirri
nógv umrøddu heilsunýskipanini hjá Barack Obama,
forseta, men nú nýskipanin er samtykt, taka tey flestu
undir við henni kortini. Ein meiningakanning hjá
blaðnum USA Today vísir, at 49 prosent eru fegin um
ta nýggju heilsutrygdina, og at 40 prosent eru ímóti
henni. Til fyri stuttum vístu meiningakanningar tað
øvugta. Politiskir eygleiðarar siga, at broytingin kann
fáa jaligan týdning fyri demokratarnar á miðvalinum,
sum verður í heyst.
Ernst Jacobsen, stjóri á ALS
ALS er farið undir at
skipa fyri skeiðum
fyri at motivera
ung arbeiðsleys.
Rodmundur Nielsen,
vinnulívsmaður,
er partur av einum
toymi, hvørs endamál
er at fyrireika ung til
eitt aktivt arbeiðslív
MOTIVERING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
At tað júst eri eg, sum eri
biðin, er meiri tilvildarligt.
Tað sigur Rodmundur
Nielsen,
vinnulívsmaður,
sum er vorðin partur av
einum toymi, ið ALS hevur
savnað við tí endamáli, at
motivera ung arbeiðsleys.
Ein stórur partur av
uppgávuni hjá Rodmundi
Nielsen er at motivera tey
ungu.
Tað er ikki ein sjálvfylgja
at hava eitt arbeiði. Tað
ræður um at vísa, hvør tú
ert, tá tú ert til arbeiðis, og
gjøgnum tíggju ár hjá
Statoil, har vit í stóran mun
hava arbeitt við ungum, eri
eg vorðin varðigur við
týdningin av, at hava ung
starvsfólk í arbeiði, sigur
Rodmundur Nielsen.
Tað ræður um at eggja
ungfólki til at vísa góðan
hugburð, tá tey eru til
arbeiðis.
Tað ávirkar jú ikki bert
tey sjálvi, um tey missa
arbeiðið, men eisini tey, ið
eru uttan um tey, sigur
Rodmundur Nielsen.
Tað veri seg foreldur ella
sambúgvar, tí hugburðurin
hjá fólki er vanliga, at tey
trívast best, tá tey hava
nakað at taka sær til og
nakað, at fara upp til um
morgunin.
Í mínum starvi sum
vinnulívsmaður
havi
eg
tikið nógvar lærlingar inn,
og tað havi eg verið stak
væl nøgdr við. Og hjá
teimum ungu ræður jú um
at vísa, hvat tey duga til, tá
tey eru til arbeiðis, sigur
Rodmundur Nielsen.
Fyribils hevur hann bert
verið til hitt eina skeiðið,
men ætlanin er at hava fleiri
slík.
Tað var ógvuliga áhuga
vert. Nú eri eg sjálvandi
bert ein lítil partur av tí
samlaða
skeiðinum,
og
talan er um eina heila dags
skrá, men tað var rættiliga
spennandi at vera við til eitt
slíkt skeið, sigur Rod
mundur Nielsen.
Fyrireika tey ungu
Endamálið
við
hesum
skeiðunum er, at motivera
og at fyrireika tey ungu til
arbeiðslívið.
Hugskotið, at hava ein
vinnulívsmann við á hesum
skeiðunum er, at fáa ein
annan vinkul inn í myndina
og ikki bert at síggja tingini
frá vinklinum hjá teimum
arbeiðsleysu. Komið verður
eitt nú inn á setanartreytir
og
annað
tílíkt,
sigur
Rodmundur Nielsen.
Tað eru truplar tíðir á
arbeiðsmarknaðinum
í
løtuni, men tíðirnar broyta
einaferð, og tá ræður um
hjá teimum ungu at verða
til reiðar at taka ímóti
avbjóðingunum.
Motivatión er høvuðs
innihaldið, men eg eri eisini
við á hesum skeiðunum fyri
at kunna tey ungu eitt
sindur um, hvat ein arbeiðs
gevari væntar sær av sínum
starvsfólkum, sigur Rod
mundur Nielsen.
Sum kunnugt er ikki
endalig støða tikin, men tað
er alt ið bendir á, at hesi
heildagsskeiðini
fara
at
halda fram.
Motivera arbeiðsleys
Rodmundur Nielsen
umboðar arbeiðsgevararnar
á heildagsskeiðunum fyri
ung, sum AL skipar fyri