hósdagur 25. mars 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 25. mars 2010
15
Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@olivant.fo
Ein annarleiðis Norrøna-
ferð. Smyril Line gongur
nýggjar leiðir. Nú verður
boðið til bíbliuskeið um -
borð á Norrønu á túrinum
til Seyðisfjarðar mánadagin
31. mai til hósdagin 03.
juni. Samskiparar eru Poul
Jóhan Djurhuus og Páll á
Lakjuni
Teir hava áður verið við
til at skipað fyri bíbliu-
skeið um á hotellum og í
samkomum, og enntá um -
borð á Gomlu Norrønu
meðni hon lá inni við Hulk
- men at skipa fyri skeiðum,
meðni siglt verður, hava
teir ikki roynt áður. Hesar
umstøðurnar lata upp fyri
møguleikum, sum annars
ikki eru til staðar, og hetta
er ein spennandi avbjóðing.
Samskipararnir vóna, at
nógv fólk eisini meina, at
hetta er eitt spennandi tiltak
og heita á fólk um at koma
við á eina annarleiðis Nor-
røna-ferð.
Farið verður av Havnini
mánadagin 31. mai kl.14.00.
Táið fólkið hevur notið eina
góða máltíð, annaðhvørt á
bufféini ella á cafeteria, so
verður boðið til fyrsta
bíbliu tíman kl.19.30. Teir,
sum hava bíbliutímarnar
verða Hjørleif Vang úr
Kald bak, Rógvi Joensen úr
Klaksvík,
Svenning
av
Lofti úr Havn, Páll á
Lakjuni úr Fuglafirði og
Poul Jóhan Djurhuus av
Glyvrum. Tað verða seks
bíbliutímar í alt.
Evnir
Evnini verða ymisk, sum
t.d. hjúnabandið, familjan
og
tríggjar
minniligar
sjóferðir. Eisini verða onnur
evnir á skránni. Luttakarnir
verða trý kvøld umborð á
Norrønu og hesi kvøldini
verður skipað fyri kvøld-
set um. Mánakvøldið og
mikukvøldið verður skipað
fyri sangløtu. Týskvøldið
kl.21.00 verður kvøldseta,
har Svenning av Lofti
kemur at hava søgur um
ymiskar andaligar sangir,
og okkurt, sum minnir um
væl umtóktu sendingarnar
“á Torginum.”
Tíðliga
týsmorgunin
verð ur siglt ígjøgnum stór-
sligna Seyðisfjørðin, og
fellur tað á ein sólríkan
still an morgun, sum góður
møguleiki er fyri, so verður
tað ein stórsligin og sera
vakur siglitúrur, við teimum
høgu og sermerktu Íslensku
fjøllunum til báðar síður.
Inni í botninum liggur
Seyð isfjørður, har komið
verður til bryggju kl.09.00.
Norrøna kemur at liggja á
Seyðisfirði bæði týsdagin
og mikudagin. Luttakarnir
koma at búgva umborð
meðni skipið liggur við
bryggju. Farið verður av
Seyðisfirði
mikukvøldið
kl.20.00
Útferð
Týsmorgunin kl.10.00 er
næsti bíbliutími, og eftir
døgurða verður útferð gjørd
til Mývatn við føroyskum
bussi, sum er við á ferðini.
Mývatn hevur nógv at bjóða
ferðafólkum. Fyri 6 árum
síðani opnaði 5000 m2
stóra Lagoonin, sum er eitt
uttandura náttúru baðistað.
Vatni hevur ein støguðan
hita, sum liggur millum 36
og 40 stig. Baðistaðið er
eitt av teim stóru ferða-
fólkamálunum í Íslandi.
Møguleiki verður undir út -
ferðini at vitja Lagoonina
við Mývatn. Meðan vit eru
við Mývatn verður bjóðað
til eina máltíð. Útferðin og
máltíðin er írokna ferða-
kostnaðin. Kl. 21.00 verður
kvøldseta umborð, har vit
m.a. fara at hoyra um
ym iskar
søgur
aftanfyri
sangir, sum vit kenna frá
møtum og Gudstænastum.
Norrøna
liggur
við
bryggju á Seyðisfirði allan
mikudagin. Tveir bíbliu-
tímar
verða
fyrrapartin.
Seinna partin verður møgu-
leiki at halda frí ella fara
eina útferð til Egilstaðir,
sum ikki liggur so langt frá
Seyðisfirði. Egilstaðir hev-
ur uml 2000 íbúgvar. Hend-
an útferðin er eisini íroknað
ferðakostnaðin.
Kl.20.00
verður lagt frá landi, og
með an siglt verður út gjøg-
num náttúruríka Seyðis-
fjørðin, verður aftur sang-
løta umborð.
Meðan siglt verður heim
verða
tveir
bíbliutímar
fyrrapartin,
og
kl.15.00
verður lagt til bryggju í
Tórshavn. Vónandi hava
luttakarnir tá havt eina
minniliga og annarleiðs
Norrøna-ferð millum Før-
oyar og Ísland, har borðreitt
varð bæði til sálar og
likams.
Samskiparnir vilja fegin
sláa fast, at ferðin er ikki
ætlað ávísum aldursbólkum
ella ávísum trúarbólki, men
samskiparnir vilja fegin
síggja fólk í øllum aldri og
frá øllum samkomum og
kirkjum – øll eru hjartaliga
vælkomin at vera við –
eisini tey, sum ikki ganga á
møti ella kirkju.
Ferðin kostar 1995,00
krón ur. Tá er íroknað: Sigl-
ing Tórshavn – Seyðisfjørður
og aftur í 4-koyggjukamari
uttan vindeyga. Útferð til
Mývatn við einari máltíð,
og útferð til Egilstaðir, tó
ikki við mátíð. Máltíðir
um borð eru ikki við í
ferðakostnaðinum.
Tilmelding og kunning
um
ferðina:
martinj@
smyril-line.fo ella á telefon
215909 Eisini er møguleiki
at seta seg í samband við
Poul
Jóhan
Djurhuus,
t-post: gjaranes@olivant.fo
ella tlf: 228314. Seinasta
freist at melda til er 15.
apríl.
Leygardagin, 27.
mars, og pálma
sunnu dag, 28. mars,
hevur Tórshavnar
Kvøld Ungdóms
og Listaskúli sína
36. framsýning í
sambandi við, at
kvøldskúlaárið
2009/10 er av
FRAMSÝNING
Tíðindaskriv
Framsýningin í ár er sum
tey mongu undanfarnu árini
í Eysturskúlanum. Tann
fyrsta var í Kommunu skúl-
anum í 1975. Sostatt eru 35
ár liðin síðan ta fyrstu hjá
kvøldskúlanum. Tað var ein
stór og fjølbroytt fram sýn-
ing. Síðani vaks hon ár um
ár til ta higartil størstu, sum
Heðin Mortensen, borgar-
stjóri setir í Eysturskúlanum
leygardagin klokkan 15.
Útboðið
av
staklæru-
grein um er í løtuni umleið
130. Hetta kvøldskúlaárið
hevur skúlin við túsundtals
næmingum – meira enn
2.400 – havt innivist á 44
støðum
í
Tórshavnar
Komm unu.
Tað eru fyrst og fremst
tær handaligu lærugrein-
irnar, ið verða umboðaðar á
framsýningini í Eystur skúl-
anum. Tó eru aðrar ikki
handaligar lærugreinir við,
eitt nú er kórsangur, rútm-
iskur tónleikur, sjónleikur,
upplestur og dansur á pall-
inum.
Tórshavnar Kvøld- Ung-
dóms- og Listaskúli flytir
inn í nýístandsett høli eftir
páskir. Kommunan hevur
keypt húsið hjá Einars
Prenti í J.H. Schrøtersgøtu,
og kvøldskúlin flytir í fyrstu
atløgu inn í tær báðar ovaru
hæddirnar. Skúlin fær um -
framt nøktandi arbeiðs um-
støður sítt egna skúlaum-
hvørvi og møguleika fyri at
forma egnu stovnsmentan
og læring.
At so nógv fólk ganga í
kvøldskúla í Havn er tí, at
summi njóta ta góðu sosialu
samveru við onnur, summi
víðka sín førleika, ið hevur
gagnað teimum í teirra
gerandisdegi, og onnur, ikki
minst fólk úr grannalondum
og uttan úr stóru verð vilja
læra føroyskt. Og so eru tað
tey mongu, ið lata sínar
listarligu gávur standa sína
roynd. Fyri ikki at siga
fólk ið, ið vil læra seg at
brúka bát, og tey, ið vilja
víðka sín kunnleika um
Havnar
søgu.
Haraftrat
nema tey sær teldulæru og
alnet fyri eldri og fínari
mat gerð fyri menn og
mangt, mangt annað. Alt, ið
fær so mong at fylkjast um
kvøldskúlan.
Tað er so sjálvsagt, at so
nógvar
nevndar
sum
ónevnd ar lærugreinir vilja
sleppa at sýna síni avrik
fram. Tí er framsýningin í
Eysturskúlanum so marg-
feld og spennandi. For-
smakk in fingu vit longu
sein asta sunnudag í skúlan-
um í Kollafirði. Ein sera
hugtakandi framsýning, ið
legði upp fyri avbjóðing un-
um í Eysturskúlanum hetta
vikuskiftið.
Vælkomin á framsýning
hjá
Tórshavnar
Kvøld-
Ung dóms- og Listaskúla.
Havnar kvøldskúli prýðir Eysturskúlan
Platforma
Samsung amerikanaraskáp
• Við ísterningum og vatni
• Orkuflokkur A
• 357 ltr. køliskáp
• 159 ltr. frystiskáp
einans .........9.998,-
Í Álakeri · 100 Tórshavn · Tel. 315 415
Opið: kl 12.00 – 17.00
Sosialurin / KvR 34 18 00
góð Tilboð Til køkin
Amica køliskáp
• Orkuflokkur A++
• Rúmd 176 ltr.
• Sjálvavrímandi
einans .....2.498,-
Bosh uppvaskimaskina
• 5 ymisk forrit
• 12 kuvertar
einans .....3.498,-
Amica eymhetta
• teleskop
• 350 m3/t
einans .....1.098,-
kvalitets hvítvørur fyri lágprís
Bíbliuskeið umborð á Norrønu