hósdagur 25. mars 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 59 - 25. mars 2010
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Andlát og jarðarferðir
Kistan við Jenny Mouritsen úr Sørvági fer av
Ellisheiminum á Sýnini hóskvøldið klokkan 18 í
Sørvágs kirkju. Jarðarferðin verður úr Sørvágs
kirkju fríggjadagin klokkan 14. Sungið verður úr
sálmabókini. Tey, ið ætla at senda blómur ella
krans, kunnu í staðin lata Sørvágs kirkju eina gávu.
Rúni Berg andaðist í Hirtshals sunnudagin,
48 ára gamal.
Sum árini koma, eru tað
nakrar myndir, sum fløða
fram í hugan, bæði av eins
tøkum persónum og støð
um, og sum tú aftur og aftur
hevur lyndi at dvølja við.
Og helst frá einari farnari
tíð .
Ein stillførur drongur
kom undir krígnum í læru í
Blikk og Rørsmiðjuni hjá
P/f J. F. Kjølbro á Forna
gørðum í Klaksvík. Robert
æt hann og var úr Fuglafirði,
sonur Elisabeth og Pól á
Lakjuni, sum í bestu árum
doyði brádliga av vanlukku
frá einum stórum barna
flokki.
Lærumeistari
á
Fornagørðum tá var gløggi
fuglfirðingurin
Erling
Høgnesen.
Hetta hugfarsliga staðið, á
Fornagørðum er nú, sum
tilhald, handil og smiðja
avtoftað og horvið – alt er
nú bara minnir – og talan
var ikki bara um eina van
liga blikksmiðju sum so. Tí
smiðjan var hendinga væl
útgjørd við dreygibonki,
sveisitólum
og
alskyns
amboðum og hentleikum til
handar til nærum markleysar
uppgávur, sum fevndu um
alt tá hugsandi: líka frá dyll
um, lanternum, skipsmessu
útgerð, bakarovnar, gelend
arar,
luftventilum,
royk
hanus’ar, hvalabak til út
róðrabátar, takrennur, kop
artøk, varma, rør og sanitet
og stóru íssliskurnar á Kósa
brúnni ikki at forgloyma!
Har vóru fleiri dámligir
hegnismenn. Fyri bara at
nevna onkrar millum eldra
liðið:
brøðurnir
báðir:
Jákup Jacobsen og Karl
Jakku Ósá. Og eitt nú
Dánjal, Robert, Leivur og
Fridtjof
(myndahøggarin)
umfram Levi, Steinmund,
Eyolv o.s.fr..
Og so komu støðugt inn á
gólvi ein hópur av inntonktu
lokalu “uppfinnarum” við
eini vón og væntu um ein
beina – at fáa latið síni hug
skot í ein handverksligan
búnað. Eitt nú “originalar”
sum: Óla Jákup Jacobsen
við síni slóðbrótandi egn
ingarmaskinu, Erling Laksa
foss við oljufýring til set
húsini (tann fyrsta í býnum?)
og Eliesar í Bókhandlinum
(turkitól til uppvask – fyri
sína tíð) o.m.m.a.
Har, ið ungdómur er, er lív
og kæti. Fyrsti lærlingur í
smiðjuni var Niels Juel Arge
og síðani Dánjal hjá Victor
úr Fuglafirði, og seinni
komu fleiri haðani úr bygd
ini. Fittir menn, hesir, og góð
ir handverkarar, men sum
hinvegin, kanska, ikki høvdu
so lætt við at ganga frá sínum
meiningum. So varð hildið.
Og tí helt ein skemtari í
smiðjuni ein dagin fyri: ”At
høvdu fuglfirðingar verið
áir, ja, so høvdu teir allir
runnið niðaneftir (!)”
Tað spøkti illa á Forna
gørðum. Tað vitstu øll í
bygdini. Men, sum Erling
so hittinorðað helt fyri, at
tað bilti ikki, tí eingin vitsti
um at siga, at nakað spøkilsi
nakrantíð
hevði
gjørt
nøkrum nakað ilt!
Tað var eitt vakurt og tekki
ligt par, sum nakað seinni
fór at halda saman, Robert
og Ruth, yngsta dóttir Kristi
onnu
(Giddu)
og
Jens
Christian á Gørðum. Ruth
arbeiddi tá í handlinum hjá J.
Michael
Jacobsen,
“hjá
Kal”, sum var ein høvuðs
handil í bygdini og eitt savn
ingarstað fyri ung og eldri.
Og í 1950 varð dupult
brúdleyp hildið á Gørðum,
tí umframt Ruth og Robert
giftist systir hennara, Hildi
bjarta, sama dag við Arn
holdi Jacobsen. Í heiminum
á Gørðum vóru átta systkin:
Símun,
ElsebethMaria
(Ebbemia), Hanus, Astrid,
John, Jógvan, Hildibjarta
og Ruth.
Ruth og Robert fingu
fýra børn: Marni, Gidda,
Anna og Christina.
Um Robert er at stutt
siga, at hann er óvanliga
sáttligur
og
beinasamur
maður. Eitt “góðdýr” at
umgangast og at arbeiða
saman við. Hann hevur –
eins og Ruth – eina sera
góða sangrødd, stúttur á
nótanum og fer sum bassur
ein hálvan oktav (ella heil
an?) niður um vanligar
mansrøddir (!).
Og tey bæði hava í hesi
tænastu sungið í sangkóri á
stevnum og á møtum í
mong ár. Ruth var millum
bestu
solorøddirnar
í
Betesdakórinum. Og tað
var bæði sárt og rørandi at
hoyra tey bæði syngja duett
saman uppi yvir børuni
hjá einkarsyni teirra, Marna
táið hesin fór til gravar í
góðum árum fyri einum
1½ árum síðani.
Ruth hevur verið ein
dyggur stuðul og staðið
Roberti við lið øll hesi
mongu ár. Parturin hjá
teimum báðum í Zarepta og
á mongu, mongu ferðunum
við margfaldari hjálp til
Rumeniu liggur ikki eftir,
men
tað
vita
mongu
lagsfelagar teirra í trúfesti
meiri at siga frá um !
Vit verða tíverri ikki
heima á hesum stóra degi
tykkara, og vilja tí við
hesum í takksemi ynskja
tykkum og øllum tykkara
hjartaliga til lukku við
degnum, Harrans signing
og alt gott í komandi tíð.
Annelena og Arnstein
Niclasen
Ein heilsan til diamantbrúðarparið:
Ruth og Robert á Lakjuni í Fuglafirði
Frá fríggjadegnum 26. til mánadagin
29. mars hevur Ludvík Breckmann
listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Ungi havnarmaðurin Ludvík
Breckmann hevur onkuntíð fyrr sýnt
fram nakrar stakar myndir, sum hann
hevur málað, eitt nú í Listaglugganum
á ólavsøku. Við hesi málningafram
sýningini í Smiðjuni er tað fyrstu ferð,
at hann skipar fyri síni egnu sýning.
Umframt einar 20 oljumálningar eru
eisini nakrar vatnlitsmyndir við á
framsýningini. Málningarnir eru frá tí
náttúrliga um tað hálvabstrakta, tó at
teir flestu eru av persónum undir
ymiskum umstøðum, sum t.d. í skemti,
vertskapi ella til arbeiðis fyrr og nú.
Framsýningin er opin fríggjadagin frá
kl. 1619, leygardagin frá 1218, og
sunnudagin og mánadagin frá kl. 1418.
-red
Ludvík í Lítluvík
merkisdagar
Jarnbrúdleyp
Hósdagin 25. mars hava hjúnini Fía og Jens Pauli
Joensen (Boy) Vágsgeil 2 Klaksvík verið gift í 70 ár.
Dagurin verður hildin saman við børnunum.
Góða mamma, vermamma og omma okkara
Margith Joensen
andaðist á Sambýlinum á Heygnum í Klaksvík,
sunnukvøldið t. 21. mars, 84 ára gomul.
Farið verður úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
fríggjakvøldið kl. 18.
Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni
leygardagin kl. 13.
Súsanna, Johanna Cathrina, Jákup,
Marianna, Christina Elisabeth og Julianna
Tey, ið ynskja at minnast Margith við blómum ella kransi,
kunnu í staðin lata Sandvíkar kirkju eina peningagávu,
konta í Eik Banka
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at elskaði sonur og beiggi okkara
Rúni Berg
andaðist í Hirtshals sunnudagin, 48 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer
fríggjadagin kl. 13.00.
Vegna tey avvarðandi
Johs. Berg