Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. mars 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 - 25. mars 2010 13 KOMMUNUR www.klaksvik.fo Klaksvík: – Vit hava ongi mótmæli fingið frá vinn­ uni, men út frá eini saml­ aðari meting av fyrimunum og vansum hevur býráðið valt at lata vera við at áleggja vinnufyritøkum í kommununi vatngjald, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri. Á býráðsfundinum týs­ kvøldið 23. mars 2010 samtykti býráðið at sleppa ætlanunum um at áleggja vinnuni í kommununi vatn­ gjald. – Tað verður ringt at finna nakra lagaliga løtu til at áleggja vinnuni her í kommununi gjøld, men ver­ andi løta er í øllum førum ikki væl vald, hav andi í huga ta støðu, sum partar av okkara vinnulívi er í, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri. – Harumframt er eingin ivi um, at tann inntøka, sum hetta gevur kommun uni, gevur nakað av meir arbeiði og umsiting av at skráseta, áleggja og inn krevja hetta brúks gjald, soleiðis at út ­ reiðslur eisini hanga uppi í hesum. – Sostatt er tað eftir eina samlaða meting av vansum og fyrimunum at býráðið valdi at lata vera við at áleggja vatngjald. Harvið verða vatnveitingarnar her í kommununi framvegis fíggjaðar umvegis komm­ unuskattin, upplýsir borgar­ stjórin. Býráðið hevur annars í sínum samtyktu fíggjar­ ætlanum fyri árini 2009 og 2010 roknað við íalt kr. 300.000,­ í inntøkum um árið fyri vatngjøld frá vinnu fyritøkum í komm­ ununi. – Ein avleiðing av hesi broyting er, at tilsvarandi upphædd má sparast á útreiðslusíðuni, staðfestir Gunvá við Keldu, borgar­ stjóri, sum fegnast um, at býráðið við hesum um ­ gongst at áleggja vinnuni vatngjald. Felagsskapurin KRIS Eg vil so fegin varpa ljós á KRIS..... Føroyar eru eitt tabu land, man tosar ikki um veruleikan, men heldur tosar man um slatur og aftan fyri rygg hjá øðrum. Ella kanska tey sum hava brotið bein, blóðpropp, h1n1 og nógvar aðrar sjúkur, men tað sum hevur við sálina at gera er tabu. At hava sár á sálini er bara so ringt, og tað sæst ikki. Hvør kann hjálpa!!!!!! UHA ja góður spurningur? Tað er ikki nemt at søkja sær hjálp, tí ein hevur ikki nógva orku at søkja sær hjálp. Fyri okkum sum eru komin upp í árini og eru missbrúkt kynsliga, hava vit KRIS! Ringdi til KRIS í mínu sváru neyð, kláraði illa at liva meira í hesi verð. Havi fingið góða hjálp, havi nógv at takka Guðbjørg West sum er leiðari í Kris fyri, hevði ikki verið komin so væl fyri, um eg ikki hevði søkt hjálp. Við hesum fáu oðrum vil eg takka Kris mangar ferðir. Tann flokkur, ið hevur leiðsluna í landinum, gongur fremst at renna undan allari ábyrgd og at trútta niður í fólk, at vit megna onki sjálv. Hetta er uppskrivtin til fíggjar­ liga og politiska óskilið í landinum Sambandsflokkurin hevur havt landsfund. Flokkurin hevur politisku leiðsluna í Føroyum. Og hvør er so tann greiði og eggjandi boðskapurin frá landins leiðandi flokki, nú hann aftaná at hava stýrt fíggjar­ málum og landinum í 7 ár, hevur blakað landið út í fíggjarligt óføri og polit­ isk an ruðulleika? Ja, boðskapurin er, at ES og hægri blokkstuðul skal bjarga føroyingum frá sær sjálvum og frá teirri polit­ isku leiðslu, sum sam­ bandsflokkurin hevur havt ábyrgdina av í 7 ár. Boð­ skapurin er, at sambands­ flokkurin og ABC­sam­ gongan hava onga sum helst ábyrgd av sínum gerðum. At tey hava givið skatta­ lættar fyri 400 mió. um árið og latið landsstýrið havt ólógliga meirnýtslu uppá aðrar 340 mió. um árið (svarar til undirskotið á fíggjarlógini). At tey sambært egna fyrrverandi landsstýrismanni sínum, Magna Laksáfoss, skaptu ein yvirhitaðan búskap, har alt ov nógvur peningur varð pumpaður út, og kostnaðir og prísir ruku til himmals, m.a. tí ongin útlendsk arbeiðsmegi slapp til landið. At allar avtalur við kommunur vórðu sleptar. At serligar lógir eggjaðu fólki at lána pen­ ing at keypa partabrøv fyri. At ongin íløguætlan varð gjørd. At 2,5 milliardir í uppspardum peningi frá fullveldissamgonguni og 1,6 milliardir fyri at selja Føroya Banka, eru futtaðar av – til onki. Alt hetta er ikki teirra ábyrgd! Nei, skyldina hevur avgerðin um at taka á okkum kostnaðin av skúlamálum og helvtini av almannamálum fyri 9 árum síðani – tann sonevndi blokk stuðuls niður skurð­ urin. Johan Dahl og teir dýru dreingirnir Johan Dahl, vinnumála ráð­ harri, ið bæði sum vinnu­ lívsmaður og politikari hevur royndirnar av at vera fremstur í oddinum, tá kreppa skal skapast í Før­ oy um – bæði við og uttan fullan blokkstuðul – veit sær ongi onnur ráð enn at leggja eftir sjálvstýrisr­ rørsluni í Føroyum. Hann vil vera við, at høvdu ikki avgerðir og hjálp frá øðrum londum bjargað okkum, so bar onki til í Føroyum. Við slíkum hugburði ber sjálvandi onki vinnulív ella land seg – og hetta sáar vantandi álit og mistreysti í øllum samfelagnum og ikki minst í okkara ungdóm. Hugsið tykkum, um tildømis bretska stjórnin, danska stjórnin ella ein leiðsla í eini fyritøku, sum hava sitið í 7 ár, høvdu sent tíðindaskriv út um, at tey hava onga ábyrgd av støð­ uni, men skyldina hava avgerðir, ið vórðu tiknar fyri 9 árum síðani? Og at einastu ráðini eru nú at lata onnur taka avgerðirnar? Hvussu nógv høvdu tikið tað í álvara – og hvat høvdu fjølmiðlarnir sagt um slíka ábyrgdarundan­ støkking? Og hvat land í heiminum hevði klárað seg væl, um boðskapurin frá landsins leiðarum støðugt var, at vit duga onki, og at tað einasta, ið eigur lívið í okkum, eru pengar og avgerðir hjá øðrum, sum skulu hjálpa okkum at renna undan ábyrgd fyri okkara egnu gerðum? Hví ikki geva 1948 ella 1970 skyldina? Eisini Jóannes Eidesgaard – sum hevði leiðsluna í 4 ár, tá øll stýring varð slept – er nú farin at tosa um at tiðna blokkstuðulin saman við sambandsflokkinum, og at brúka hetta sum undanførslu fyri sín egna skeiva politikk. Júmen, hví steðga har? Hví ikki siga, at tað var avgerðin um at taka ábyrgd av t.d. skattamálum, vinnu­ málum og egnari fyrisiting í 1948, sum er orsøkin til, at ABC ikki megnar at stýra landinum í 7 ár? Ella hví ikki siga, at tað var avgerðin í 70’unum um at taka fólk við breki heim til Føroya heldur enn at útflyta tey til Danmarkar, sum nú er orsøkin til, at ABC­flokkarnir hava futtað alt av? Og hví ikki bara lata skúlamál, almannamál, vinnumál, kommunumál og feliri aftir til Danmarkar at umsita? Tað kunnu javn­ aðarflokkurin og sam­ bandsflokkurin jú bara taka avgerð um og so fáa Danmark at gjalda. Vit hava framleitt nógv meira og havt ov mikið av peningi Sannleikin er, at síðani vit tóku ábyrgdina av teimum málsøkjum, ið gjørdu árliga blokkstuðulin minni og fastfrystan, hava føroyingar framleitt fyri meira enn 5 millardir afturat um árið. Inntøk­ urnar hjá landskassanum vuksu við einari milliard. Var hetta ov lítið av pengum hjá okkum at byggja eitt gott vælferðar­ samfelag? Ella vóru hetta ov nógvir pengar hjá ábyrgdarleysum politik­ arum at spæla sær við? Og hvussu ber tað til, at hóast allir serfrøðingar eru samdir um, at búskapurin varð ovurhitaður við ov nógvum peningi frá 2005 til 2008, so vilja okkara leiðandi politikarar vera við, at vit hava havt ov lítið av peningi? Hevði støðan verið betri og búskapurin minni ovhitaður, um eyka blokkstuðul fyri 5­600 mió. vóru sprændar út árliga afturat hesi árini? Svarini kenna øll, sum bert vilja hugsa seg eitt lítið sindur um. Politiskur húsagangur – ikki búskaparligur Atburður sambands leiðsl­ unnar er prógvið um, at tað eru politiskir flokkar í Føroyum, sum byggja sín politikk á at siga: Hurrá, vit klára okkum ikki sjálv! Og hurrá fyri, at vit ikki hava ábyrgdina av okkara búskapi og viðurskiftum! Kreppan í Føroyum liggur als ikki í okkara vinnu ella búskaparligu dygdum og møguleikum. Hon liggur innbygd í okk­ ara politisku skipan, sum elur fram ábyrgdarundan­ støkking og mistreysti á okkum sjálv. Føroyar eru heldur ikki á veg móti einum vinnu lig­ um ella búskaparligum húsagangi. Men við hesi politisku leiðslu, ið nú førir seg fram uttan minstu ábyrgd, eru vit enn eina­ ferð á veg móti einum politiskum húsagangi. Jørgen Niclasen sigur eitt og ger nakað annað Omma mín plagdi at siga við okkum børn, at eitt er at siga tað rætta, men um gerðirnar ikki fylgdu, so var tað sum at lúgva. Vit hava øll hoyrt formannin í Fólkaflokkinum gingið um geilar og tún og boðað frá, at tað almenna má spara. Fólk skulu sigast úr starvi, lønarsteðgur í fleiri ár og rationaliseringar. Tá nú hetta er tað, sum Jørgen sigur, so skuldi ein trú, at hann fór í gongd við sína stóru spariætlan innan tað almenna, men júst tað øvugta hendir. Jørgen setir aðalstjóra Eitt alment starv hevur verið leyst at søkja innan miðfyrisitingina, og hvør er landsstýrismaðurin, sum vil seta fleiri fólk í starv, jú eingin annar enn sami Jørgen Niclassen, sum sigur seg skula spara innan tað almenna. Hetta er heldur ikki nakað hissini starv, hetta er eitt av hægst løntu almennu størvum fyri nærum 50 túsund krónur um mánaðin, umframt eftirløn. Persónurin verður settur í starv sum tænastumaður og merkir hetta millum annað, at viðkomandi í realitetinum aldrin kann blíva frákoyrdur ella settur niður í løn. Jørgen einsamallur ger tað nú nógv truplari og dýrari hjá eini komandi samgongu, sum veruliga vil spara og minka um aðalráðini, tí tá Jørgen hevur sett nýggja aðalstjóran, tá fangar borðið. Heldur skuldi Jørgen latið fyribilssetta Herluf Sigvaldsson sitið í starvinum til ein onnur samgonga kemur, sum veruliga torir at minka um aðalráðini. Hurrá, vit klára okkum ikki og hava onga ábyrgd! Høgni Hoydal Heðin d. Poulsen Býráðið slept ætlanunum um vatngjald til vinnuna Beinta Pedersen