Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. mars 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 59 - 25. mars 2010 tíðindi Í gjár var dagurin, tá Tróndur í Gøtu lok­ sins kom til Før oya. Koman hjá skipi­ num er útsett fleiri ferðir, men nú ligg­ ur skipið í rættari havn. Kostnaðurin á skipinum bleiv 20 millió nir krónur meira enn ætlað Skip Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo 27. februar var ætlanin, at nýg gi Tróndur í Gøtu skuldi koma til Føroya, men hetta varð av ongum, tí skipið bakk aði inn í grótkastið í Skag en, har skipið er bygt. Men í gjár kom skipið endi liga til Føroya, har tað fyrst fór ein túr inn á Gøtu, áðrenn skipið var siglt til Runavíkar, har tað skal hava sína havn. Klokkan 17 var skipað fyri móttøku fyri skipinum í Runavík, og fleiri hundrað fólk vóru komin at taka ímóti nýggja Tróndi í Gøtu. Borgarstjórin í Eystur kommu nu, Jóhan Chris­ tian sen, helt røðu og tað gjør du ymisk onnur eisini, áðr enn Jákup Jacobsen, reið ari, segði nøkur orð. – Hetta er ein avbera stór ur dagur fyri okkum, hó ast vit hava upplivað líkn an di dagar, segði Jákup Jacob sen, áðrenn hann boð­ aði frá, at øll vóru vælkomin at hyggja at skipinum, tá tey ymisku vóru liðug at bera fram røður. Hann greiddi somuleiðis frá, hvørja ávirkan eitt skip sum Tróndur í Gøtu hevur á nær um hvørvið, og hvussu reiðarí ið seinastu 25 árini hev ur ment seg – bæði í trupl um og góðum tíðum. Grótkast um skrúvuna Men tað tók sína tíð at fáa skipið til Føroyar. 6. februar varð skipið doypt í Skagen, og tá var longu greitt, at skip ið var seinkað av nógva kavanum, sum hevur verið í Danmark í vetur, sum hevði við sær, at smyrjiarbeiðið nær um ikki bar til megin­ partin av vetrinum. Eftir dópin var tó ætlanin, at skipið skuldi vera í Før­ oy um 27. februar, men het­ ta gekk heldur ikki. Orsøkin var, at 26. febru­ ar vóru teir úti og royndu út gerðina hjá skipinum. Ikki heilt alt gekk eftir vild, og tá teir komu í havn bleiv púra galið. Skipið skuldi legg ja at, og áðrenn teir var du tað virkaði skrúvan á skipi num sum ein grót­ knús ari í grótkastinum í Skag en. Tað var beinanvegin greitt frá, at orsøkin helst var, at menninir ikki reiði­ liga kendu skipið. Síðan komu boðini, at skrú vu bløðini skuldu um væl ast, og at hetta skuldi taka nøkulunda eina viku. Hetta eydnaðist heldur ikki. – Nú bleiv tað eitt sindur drúgt ímóti endanum. Ar beiði tók tríggjar vikur, og helvtin av tíðini er farin í formalitetir. Tað kundi tik­ ið helvtina styttri tíð, men nú bleiv tað soleiðis, greiðir Dávið Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Varðanum frá. Kvarta milliard Ætlanin var upprunaliga, at het ta køliskipið, sum Varðin í Gøtu hevur latið bygt, skuldi kosta 230 milli ó nir krónur, men or ­ saka av teimum trupul leik­ u m, sum hava verið, er kost nað urin komin upp á kvar ta milliard krónur. Men hetta er eisini or sak­ að av, at broytingar vórðu gjørd ar á skipið, áðrenn skip ið varð yvirtikið. Sambært Jákupi Jacob­ sen, reiðara, er ætlanin, at skipið skal veiða fyri 70 Endiliga kom Tr Tróndur í Gøtu skal hava heimahavn í Runavík, og fleiri hundrað fólk tóku ímóti skipinum, tá tað kom á fyrsta sinni Mynd: Vilmund Jacobsen Tað tók sína tíð at fáa landgangin á føroyskan kajkant á fyrsta sinni, men tað hendi beint eftir klokkan 17 í gjár Mynd: Eirikur í Jákupsstovu