Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. mars 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 - 25. mars 2010 19 tíðindi millió nir krónur um árið, um tað skal ganga sum æt lað, men soleiðis verður ikki í ár. – Tað er ótrúliga langt at siga, hvussu árið í ár fer at vera. Vit fara eftir svart­ kjaf ti nú, og í august byrjar so ordiliga árstíðin hjá okk­ um. Og tað er eisini so nógv tekniskt umborð á skipi num, at tað tekur eina tíð hjá manningini at kenna skipið ordiliga, sigur Dávið Jacobsen. Meira teknikkur Sum við nógvum øðrum nýggjum skipum er nógvur nýggj ur teknikkur umborð á Tróndi í Gøtu. Eitt er ein mát ari, sum vísir olju­ nýtsluna hjá skipinum alla tíðina. – Tað hevur ótrúliga nógv at siga, hvussu nógv verður brúkt í olju. Ofta sigur mann, at vit hava gjørt ein túr, og at vit hava fingið so og so nógv burturúr. Men hvus su nógv hevur túrurin kost að?, spyr Dávið Jacob­ sen. Hann vísir her til nýggja skipan, ið er umborð á Trón di í Gøtu, sum alla tíð­ ina sigur, hvussu nógv olja er brúkt í mun til hvørt kilo av fiski, sum er komið um borð. Ætlanin er, at nú Tróndur í Gøtu er komin til Føroya, skal hann fara til fiskiskap í komandi viku, og tá verður farið eftir svartkjafti. Dagsskrá hjá Tróndi í Gøtu Í gjár kom skipið til Føroya. Eftir at hava verið inni á Gøtuvík og víst skipið fram varð farið til Runavíkar, har skipið skal hava havn í framtíðini. Skipað varð fyri stórari móttøku klokkan 17. Í dag hevur skipið verið ein túr við skúlabørnum, so tey eisini sleppa at síggja skipið. Í morgin fer skipið ein túr úr Runavík klokkan 9, og ætlanin er at koma inn á Havnina klokkan 10. Bygdarfólk og onnur hava møguleika at fara við. Mánadagin verður riggað til, og so er ætlanin at fara til fiskiskap eftir svartkjafti mánakvøldið ella týsdagin. Skipaslag: Nótaskip og trolari Smíðiár: 2010 Longd: 81 metrar Breidd: 17 metrar BT: 2900 tons Byggikostnaður: 250 milliónir krónur Manning: 12 Maskinorka: 6000 + 1500 KW Eigari: P/F Hvamm FAKTA róndur í Gøtu Nógv børn vóru komin úr Eystur kommunu at taka ímóti Tróndi í Gøtu Mynd: Tórheðin J. Jensen Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eystur kommunu, fegnast, at eitt nýtt skip er heimahoyrandi í kommununi Mynd: Tórheðin J. Jensen