hósdagur 25. mars 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 59 - 25. mars 2010
Nýggj trio og Steady-State ástøðið koma á pallin
Enski stjørnufrøðingurin Fred Hoyle,
1915-2001.
Teir tríggir Thomas Gold, Hermann Bondi og Fred Hoyle. Myndin er tikin
um leið 1960.
Sambært Steady-State, á ovaru myndini, tambast rúmdin, men nýtt tilfar verður
gjørt so hvørt, so nýggjar stjørnubreytir koma til alla tíðina. Sambært Big-Bang,
á niðaru myndini, tynnist í rúmdini, so hvørt sum rúmdin tambast og tað verður
longri ímillum stjørnubreytirnar.
Pól Jespersen
Altjóða
stjørnufrøðiár 38
Árini eftir seinna heimsbardaga
fær Big-Bang ástøðið mótspæl.
Fremsti talsmaðurin fyri Steady-State
ástøðinum er bretski kosmologurin
Fred Hoyle, sum eisini er maðurin,
sum er fyrstur við heitinum Big-Bang.
Hoyle loysir harumframt gátuna,
hvussu tung grundevni verða gjørd
í stjørnunum, men tá ið Nobelheiðurs-
lønin verður latin fyri hetta arbeiði,
verður Fred Hoyle gloymdur. Avrikið
hjá Hoyle hjálpir Big-Bang ástøðinum
úr einum svárum trupulleika
Árini eftir seinna heimsbardaga er
støðan tann, at Big-Bang átøðið kann
greina alheimsvíðkanina og eisini grund-
evnabýtið millum hydrogen og helium.
Harafturat hava teir tríggir Gamow,
Alpher og Herman gjørt eina forsøgn
um eina geislaleivd, sum sambært
teimum gjøgnumsúrgar alla rúmdina.
Henda geisling er sjálv eftirglóðin eftir
Big-Bang hendingina. Teir tríggir royna
í fleiri ár at fáa serfrøðingar í geisling
at gera eina roynd at mála hesa glóð,
sum nú vegna alheimsvíðkanina eigur
at vera til skjals sum mikrobylgjur.
Teir tala tíverri fyri deyvum oyrum,
og í 1953 heldur samstarvið teirra
millum uppat. Gamow finnur sær onnur
evni at granska í, Alpher fer í starv
hjá General Electric og Herman hjá
General Motors.
Fred Hoyle
Í staðin hendir nú tað, at ein onnur
trio ger vart við seg við einum nýggjum
ástøði. Høvuðsmaðurin er enski stjørnu-
frøðingurin Fred Hoyle, 1915-2001,
sum er ættaður úr West Yorkshire.
Eins og Gamow var hann ein serskøltur,
og teir hava eisini tað í felag, at teir
hava skrivað meistarliga fyri almenning-
inum um trupul vísindalig evni.
Skúlagongdini hjá Hoyle var lítið skil
í, men vitinum bagdi einki. Best dámdi
honum at læra seg ymiskt sjálvur. Fýra
ára gamal lærir hann seg at skyna á
klokku, og at lesa lærdi hann sambært
egnari útsøgn í einari biohøll. Pápi
Fred hevur ein vinmann í einum granna-
býi, og hesin maðurin eigur ein stjørnu-
kikara. Hjá honum sleppur Hoyle at
eygleiða himmalhválvið. 12 ára gamal
lesur hann bókina Stars and Atoms
hjá Arthur Eddington, og áhugin fyri
stjørnufrøði verður av álvara vaktur.
Sum árini ganga, kyrrast ungi maðurin
so mikið, at hann í 1933 verður inn-
skrivaður við Emmanuel College í
Cambridge at lesa støddfrøði. Skjótt
sæst, at evnini eru framúr. Doktaraheiti
fær hann í Cambridge í 1939.
Radaraserfrøðingar við stjørnufrøði
sum ítriv
Best sum akademiska starvsleiðin skal
byrja, brestur annar veraldarbardagi
á. Hoyle fær til arbeiðis at menna
radaraskipanir til hervaldið. Tað er
í hesum sambandi, at hann hittir teir
báðar Thomas Gold, 1920-2004, og
Hermann Bondi, 1919-2005, sum hava
sama áhugan fyri stjørnufrøði.
Tá ið teir tríggir skulu hvíla seg frá
arbeiðinum við radaratøkni, hava teir
til ítriv at kjakast um stóru kosmologisku
spurningarnar. Teir eru hugtiknir av
úrslitunum hjá Hubble og Humason,
sum hava staðfest, at alheimurin víðkar
seg út. Arbeiðsbýtið er soleiðis, at Gold
tekur sær av útrokningunum, Bondi
hevur eyga fyri tí alisfrøðiliga og Hoyle
er høvuðsmaðurin, sum alsamt kemur
við nýggjum hugskotum.
Í 1946 fáa teir tríggir hugskotið til
eitt nýtt ástøði, sum fær navnið Steady-
State. Sambært Hoyle var tað ein filmur,
sum gav teimum íblástur. Í filminum
hendir mangt og hvat, men tá ið søgan
endar, er støðan júst tann sama, sum
tá ið hon byrjaði, einki er broytt. Nøkur
ár seinni leggja teir ástøði sítt fyri
vísindaheimin. Alheimurin hevur somu
útsjónd allar staðir og til allar tíðir.
Eingin byrjan er, og eingin endi. Nú
vistu hesir tríggir, at heimurin víðkaðist.
At loysa henda trupulleika siga teir,
at nýtt tilfar verður gjørt so hvørt, so
einki í veruleikan broytist, sum tíðir
líða.
Tvey ástøði
Í 1950-árunum og inn í 1960-árini
standa nú hesi bæði ástøði hvørt móti
øðrum. Ein orsøk, at bólkurin hjá Hoyle
ikki vil vita av Big-Bang ástøðinum,
er, at aldurin á alheiminum sambært
Big-Bang er styttri enn aldurin á elstu
stjørnunum, og tað ber jú ikki til. Big-
Bang aldurin á alheiminum er roknaður
eftir úrslitunum hjá Hubble viðvíkjandi
sambandinum ímillum frástøðu og
víðkanarferð. Seinni verður greitt, at
Hubble hevur mistið seg, og at roknaði
aldurin er alt ov lítil.
Eitt annað, sum er vert at nevna,
er, at sambært Steady-State skulu
nýggjar stjørnubreytir vera at síggja
um alla rúmdina. Sambært Big-Bang
skulu ungar breytir bara verða at síggja
í stórari frástøðu, tí tær vóru til í einari
fjarari fortíð. Støðan um hetta mundið
er soleiðis, at nóg stórir kikarar eru
ikki til taks at eftirkanna hesi bæði
sjónarmið.
Heiti Big-Bang sær dagsins ljós
Hoyle var ikki lættur at hava við at
gera, vildi so illa góðtaka vanlig mørk,
sama hvat ið talan var um. Hjá BBC
var hann meiri at kalla settur á svarta-
lista. Mælt varð frá at lata hann sleppa
framat í útvarpssendingum. Kortini
er hann við í einari útvarpssending
hjá BBC í 1949. Tá ið hann umrøður
ástøðið hjá mótstøðumonnunum, sum
vanliga gekk undir heitinum “the
dynamic evolving model” gleppa orðini
Big-Bang honum av munni. Forhánisliga
framborin sjálvandi. Heitið verður
hangandi. Illar tungur vilja vera við,
at Gamow hevur havt ein fingur við
í spælinum á tann hátt, at hildið verður
fast við navnið. Hvussu er og ikki,
argasti mótstøðumaður hjá Big-Bang
ástøðinum verður maðurin, sum ber
kannuna av tí heitinum. Heitið er annars
ógvuliga óheppið, tí her er ikki talan
um eina spreinging.
Hoyle loysir gátuna um tungu grund-
evnini
Big-Bang ástøðið kundi greina, hví
lutfallið ímillum hydrogen og helium
var sum tað var. Men at greina hvussu
evni tyngri enn helium komu til, dugdi
eingin enn. Gamow hevði roynt at
skilja, hvussu helium kundi verða til
tyngri evni, men sá ongan møguleika
og hevði givið skarvin yvir. Steady-State
ástøðið kundi hvørki. Heldur ikki Hoyle,
sum var serfrøðingur í kjarnasamruna
í stjørnunum, dugdi at síggja nakran
møguleika. Við sær sjálvum veit hann,
at tað má bera til. Hussu kunnu vit
annars skilja t.d. alt lív, sum í stóran
mun er grundað á carbonkjarnan. Heldur
enn at gevast á hondum, fær hann
nú eitt djarvt hugskot. Hann roknar,
at hevur kolevniskjarnin eina orkustøðu,
sum er 7,65 MeV (MeV = mió elektron-
volt er ein serlig orkueind, sum
partikkulfrøðingar brúka) oman fyri
vanligu orkustøðuna, so ber til at gera
carbon umvegis beryllium. Trupulleikin
er, at eingin veit um nakra slíka støðu.
Sama ár, í 1953, verður hann boðin
at vera eitt ár á Caltech (California
Institute of Technology). Har er hin
kendi Willy Fowler, sum er ein tann
fremsti í øllum heiminum at gera
royndir við atomkjarnum. Ósmædni
bretin ger ikki mætari enn at fara til
Fowler at fáa hann at leggja alt annað
arbeiði niður til tess at kanna, um
kolevniskjarnin hevur eina eksiteraða
støðu 7,65 MeV oman fyri grund-
støðuna, sum forsøgn hansara sigur.
Fowler ber seg undan. Carbonkjarnin
er gjølla kannaður, og eingin veit um
eina slíka orkustøðu at siga.
Hoyle gevst ikki so. Hann heitir
á Fowler um ikki at lata eina ta størstu
uppdaging í kjarnalæruni gleppa teimum
av hondum. Umsíðir eftirlíkar Fowler,
og kanningarnar byrja. Tíggju dagar
seinni hava teir á Kellogg Radiation
Laboratory á Caltech ávíst, at Hoyle
hevur rætt! Carbonkjarnin hevur veruliga
eina eksiteraða støðu 7,65 MeV oman-
fyri grundstøðuna. Gátan er loyst. Nú
skilja granskarar, hvussu kolevni og
onnur evni í stjørnunum kunnu verða
gjørd. Við stóru uppdaging síni hevði
Hoyle í veruleikanum hálpt Big-Bang
ástøðinum úr einum stórum trupulleika.
Onnur frambrot viðvíkjandi kjarna-
samruna vístu harumframt, at grund-
evnini nr. 3 og 5, lithium og bor, ikki
kundu verða gjørd í stjørnunum. Har-
afturímóti vístu útrokningar, at hesi
evni kundu verða gjørd í Big-Bang
hendingini í júst teimum nøgdum,
sum eru í alheiminum.
Í 1957 verður prentað ein marksetandi
grein viðvíkjandi kjarnasamruna í
stjørnunum. Heitið er "Synthesis of
the Elements in Stars". Rithøvundar
eru hjúnini Margaret Burbidge og
Geoffrey Burbidge, William Fowler
og Fred Hoyle. Ofta verður greinin
bara umrødd sum B FH. Heitið er
2
gjørt úr fyrsta stavi í eftirnøvnunum.
Uppdagingin hjá Hoyle gjørdi hann
sjálvskrivaðan til at fáa Nobelheiðursløn
í alisfrøði, men so skuldi ikki verða.
Kanska var tað trupla sinnalagið, sum
var ein forðing. Til dømis var Hoyle
ikki blíður, tá ið Sir Martin Ryle og
Anthony Hewish býttu alisfrøðiprísin
í 1974 fyri pulsararnar. Hoyle var illur
um, at hin unga Joycelyn Bell, ið áður
er umrødd í hesum teigum, sum hevði
gjørt tær avgerandi eygleiðingarnar,
onga heiðursløn fekk.
Í 1983 fær William (Willy) Fowler
nobelheiðurslønina í alisfrøði, sum
verður býtt ímillum hann og Subraman-
yan Chandrasekhar úr India. Heiðurs-
lønin verður latin Fowler við grund-
gevingini: "for his theoretical and
experimental studies of the nuclear
reactions of importance in the formation
of the chemical elements in the universe"
Tað man hava verið beiskt hjá Fred
Hoyle, sum annars hevði lagt so stórt
íkast í júst hetta evnið, soleiðis at verða
gloymdur.