hósdagur 25. mars 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 25. mars 2010
21
Teir allarflestu
skiparar við føroyskum
fiskiskipum hava verið
føroyingar. Men eitt
undantak longu fyri
meira enn 100 árum
síðani var Anton
Jørgensen, sum eisini
var við til at stovna
Skiparafelagið í 1896
Tað, sum hevur fingið
Anton Jørgensen til Før
oya, er væl saktans, at
hann varð giftur við før
oyskari konu. Tey búðu úti
í Grind í Havn.
Anton Jørgensen var
føddur 18.juli 1864 í
Søllested á Lollandi Hann
var tvær ferðir giftur og
misti báðar konurnar, ið
vóru systrar, á ungum
aldri. Fyrra konan æt Ata
Maria Hansen f. 25. mars
1865. Tey vórðu gift 18.
desember 1890 í Havnar
kirkju, men hon doyði
longu 6. november 1892.
Tey fingu Petur Vilhelm
f. 30.8. 1891, fermdur í
Havnar kirkju 1. oktober
1905.
Seinna konan Anna
Malena Hansen varð fødd
1. mai 1862. Tey vórðu gift
í 1895. Hon doyði 22. juli
1904 frá fýra børnum.
Børn hjá teimum vóru í
hvussu er Karl Adolf
Mourensius f. 8.10 1896
og Sofus f. 20.7 1899. Alt
húskið flutti nakað skjótt
til Danmarkar, har tey
eisini eru deyð. Um nakar
av ættini í Føroyum veit
meira um, hvat ið hendi
teimum, hevði tað verið
áhugavert at frætt.
Pápi báðar konurnar var
Petur Hansen í Árnafirði í
Havn. Hann var føddur 11.
august 1834 í Havn og
druknaði 16.7.1878.
Mamman var Katrinu
Sofíu f. Høgnesen av
Skála. Hon var fødd 10.
oktober 1830. Tey vórðu
gift í Havnar Kirkju 25.
august 1858.
Petur og Cathrina Sofía
fingu í hvussu er trý onnur
børn.
1. Andrea Maria f. 11.
juli 1859 giftist við Chris
tian Ludvig Magnussen f.
2. juni 1853 á Skála. Tey
fingu í minsta lagi børnini
Johanna Petrina f. 1884,
Høgnina Anna Malena
Maria f. 1886 og Johannes
Sofus f. 1889.
2. Tann 25. oktober 1869
fingu Petur og Cathrina
Sofía dótrina Hansinu
Johannu Christinu Louisu
3. Í 1873 fingu tey eina
deyðfødda gentu.
Gjørdist skipari
Anton Jørgensen var stýri
manslærdur og fór seinast í
1880unum at sigla við
skonnartini Frederiksvaag
hjá M.C. Restorff í Havn.
Skipari var sonur hansara
Johan, “kapteinurin”.
Frederiksvaag var brúkt
bæði til sigling við farmi
og til fiskiskap.
Anton Jørgensen var við
Frederiksvaag til 1890.
Seinni hetta árið og árið
eftir fiskaði hann við
sluppini Beautiful Star,
sum brøðurnir Jens, sum
var skipari, og Poli í Dali
áttu saman við Hanus
Hansen úr Nólsoy.
Í 1892 varð Anton besti
maður við skonnartini Flor
ence hjá bretska skiparan
um Robert Darling, sum
eina tíð búði í Havn.
Tá ið Sámal Peter Peter
sen í Fuglafirði keypti
hana á heysti 1892 fór
Anton at føra hana.
Florence hevði tá fingið
skaða, og varð umvæld í
Vestmanna. Anton fór eftir
henni, tá hon var umvæld
og var síðan ein stuttan túr
við henni úti undir Føroy
um, hóast seint var til árs.
Jákup í Jógvansstovu úr
Lorvík hevði í Siglingar
søguni frá pápa sínum
Sámali eina frásøgn frá túri
við Florence, táið teir fara
til Noregs at landa saltfisk.
Á vegnum heim fáa teir ein
sjógv og ein maður fer fyri
borð, teir hildu tað vera
skiparan. Tað vísti seg, at
Anton hevði bjargað sær
við at leypa niður í kappan.
Tað var Óli Petersen, sum
var útsligin. Tað varð
sjálvsagt alt gjørt fyri at
bjarga Óla. Hetta eydnaðist
eisini. Óli kom so mikið
nær, at Sámal fekk um
skøvningin á Óla, og var
hetta eitt handatak, sum
kom at merkja vinskap
teirra millum fyri lívið.
Ferðin kundi so halda
fram, og komu teir á
Fuglafjørð til jóla.
Millum teir fyrstu
við Rockall
Føringatíðindi skrivar 7.
juni 1894, at Florence var
nýliga komin aftur frá
Rock All við góðari veiðu.
Annars varð fiskað bæði
undir Íslandi og Føroyum.
Anton Jørgensen førdi
hana til og við 1896.
Árini 1898 til og við
1901 førdi Anton Jørgen
sen sluppina Prosperous,
sum A.W. Restorff, keyp
maður í Havn, sonur gamla
Restorff, og Poul Niklái
Danielsen, skipari úr
Nólsoy, høvdu keypt í juli
mánaði 1890. Óli Svenden
í Havn – Óla Svenn kallað
ur, hevði ført Prosperous
til 1898.
Árini 1903 til og við
1906 førdi Anton Jørgensen
sluppina Spurn, sum hann í
1903 gjørdist partaeigari í.
Christian M. Christiansen
keypmaður í Havn – kallað
ur Christian hjá Ludda – og
Christian Christiansen,
skipari og kgl.loðsur í
Havn, kallaður Christian í
Dali høvdu keypt Spurn í
mars mánaði í 1895.
Var við til at stovna
skiparafelagið
Anton var 4. januar 1896
við til at stovna Færøernes
Skipperforening, sum
seinni gjørdist til Føroya
Skipara og Navigatør
felag. Han sat í nevndini
18961901, í 1904, í 1906
og 1908 og var formaður í
1901 og 1906. Tað sær út,
sum at hann fleiri ferðir er
farin úr og inn í nevndina,
hvør orsøkin so hevur
verið til tess.
14 dagar eftir stovningar
fundin var aðalfundur
hildin i felagnum, har
nevndin legði fram uppskot
til viðtøkur, sum vóru
einmælt samtyktar. Stovn
ingarárið varð bert ein
fundur hildin aftur, og tað
var í november. Sagt
verður, at Anton Jørgensen
var serliga virkin á hesum
fundi. Hann hevur uttan iva
verið ein góður stuðul hjá
felagnum í eini tíð, tað ikki
var so lætt at arbeiða við
felagsskapum sum nú.
Flutti av landinum
Anton Jørgensen flutti í
1907 ella 1908 til Danmark
ar saman við børnunum.
Hann førdi skip í farmasigl
ing til heilsan fór at bila. Í
1909 førdi hann S/S Kjøge
og var á Havnini við honum
8. mai á veg til Íslands, og
12. maj søkti Kjøge
neyðhavn á Fuglafirði.
Albert í Horni sá Anton
aftur í 1917. Hann var tá
við einum skipi, sum æt
Abba, ein skonnart, sum
flutti fisk úr Íslandi til
Spanien. Teir máttu steðga
á í Gibraltar fyri at fáa
loyvi at koma inn í Miðal
havið. Dagin eftir, sum teir
komu til Gibraltar, kemur
ein jolla rógvandi. Tað
vóru fimm mans í jolluni.
Albert helt seg kenna tann
eina mannin aftur beinan
vegin. Tá var tað Anton
Jørgensen, sum hann hevði
siglt saman við. Hann var
farin dagin fyri frá Gibralt
ar við skipi og varð niður
skotin uttanfyri.
Tá Sanna varð keypt til
Vágs í 1930, var Anton
Jørgensen við sum ferða
maður sambært Marius
Absalonsen av Viðareiði.
Tíverri finst neyvan
mynd av Anton.
Keldur:
Páll Nolsøe, Jógvan Arge
og Viggo Christiansen
Anton Jørgensen:
Danski skiparin, sum eigur
tvær konur í kirkjugarðinum
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
ANNA
JØRGENSEN
F. HANSEN
F. 1. MAJ 1862
D. 22. JULI 1904
ELSKET OG
SAVNET
Óli Petersen mundi endað
lívið við Florence
Sum við einum fekk Sámal í Jógvanstovu um hondina á Óla.
Hest sæst Sámal saman við konuni Margrethu og soninum Jákup
Komandi partur
Komandi hósdag, skírisdag, kemur einki blað.
Tí verður næsti partur eftir páskir, og hann verður
um R. Michael Jacobsen, Mikk í Dávastovu, sum
fekk fyrsta fótbólksskaða í Føroyum.
Florence, sum
Anton førdi
HERUNDER HVILER EN
TROFAST HUSTRU OG
MODER
ADA MARIA JØRGENSEN
FØDT HANSEN
F. 25. MARTS 1865
D. 6. NOVEMBER 1892
ALTID I MODGANG
SAGTMODIG DU VAR
MODGANGENS DAGE
TAALMODIGT DU BAR
DERFOR HERREN I
HIMLEN DIG LØNNE
DU GLÆDES BLANDT
ENGLENE SKØNNE