hósdagur 25. mars 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Nýggja flogbóltsfelagið,
Ternan, vann eisini
seinna upp- og
niðurflytingardystin ímóti
KÍF, sum var á Toftum í
gjárkvøldið, og tí er felagið
í bestu kvinnudeildini
næsta ár
Eftir at hava vunnið 3-1 á KÍF í fyrra
dysti num fyri viku síðani, hevði
Tern an gott útgangsstøði, nú seinni
dyst urin í gjárkvøldið skuldi spælast
á heimavølli í nýggju skúlahøllini á
Toft um. Og tað gjørdist til enn ein
sig ur, 3-0, so Ternan flytur tískil upp í
Eik-liguna.
Kollfjarðarkvinnurnar, sum hava
ver i ð niðastar í Eik-liguni í allan vet-
ur, royndu sítt besta ímóti Ternuni,
sum vann kappingina í 1. deild, men
hóast KÍF fekk nógv uppaftur av
gólv i num, var slagstyrkin ikki tann
sa ma sum hjá Ternuni, og tað var
høvuðs munurin á liðunum.
Ternan hevði gjøgnumgangandi
meira bit í álopsspælinum og fleiri
spæl ar ar, ið kundu sláa ígjøgnum,
um framt at eitt nú Katrin Olsen og
Só ley Troleis við sínum royndum
vóru við til at lyfta hinar á liðnum, ið
ikki allar hava so drúgvar flog bólts-
royndir.
Hinvegin hevði KÍF hesa ferð
Ange li Joensen við sum hevara, og
tað sá út til at gera spælið hjá koll-
fjarð ar kvinnum heldur tryggari og
rólig ari. Sum so mangan í vetur, var
tað serliga í verjuspælinum, at KÍF
stóð seg væl, men heldur ikki hesa
ferð var tað nóg mikið til at hóra
und an.
Tvey jøvn lið
Stutt kann sigast um dystin, at liðini
fylgdust eina løtu, men at KÍF síðani
fór framum og helt leiðsluna væl út
um miðjuna á settinum. Tá fekk
Tern an fótin fyri seg fór at svara aft-
ur, og serliga gjørdist munur á, tá
Inga Jacobsen servaði sjey stig á
rað, so settið endaði 25-18 til heima-
liðið.
Í øðrum setti var javnt allan vegin,
men liðini skiftust um at fara tvey
stig framum. Nógvar og harðar
duell ir vóru í hesum settinum, og
Tern an vann ikki settið, fyrr enn
Sóley Troleis við einum avgjørdum
smas ji endaði eina ta longstu
duellina, so Ternan vann 26-24.
Aftur í triðja setti var munurin lítil
at byrja við, men síðsti javnleikurin
var 12-12, tí seinnu helvtina av setti-
num hevði Ternan munin og økti
hann, til, Marjun Brockie at enda við
ein um servuessi kundi avgera til
25-18, ið staðfesti 3-0 sigurin.
Talan var ikki um best spælda
dyst in í vetur, men av tí at liðini eru
so jøvn, livdi hann allan vegin frá
byrjan til enda við góðum duellum
og nógvum av tí, ið plagar at eyð-
kenna finalurnar, har vinnarin fær
alt og taparin situr eftir við ongum.
So fæst at síggja, um tað nú veruliga
verður so galið, tá avtornar.
Vónbrotið lýsti av ungu andlitunum á KÍF-
lið num, tá dysturin á Toftum í gjárkvøldið
var liðugur og KÍF samanlagt hevði tapt
báð ar upp- og niðurflytingardystirnar ímóti
nýgg ja felagnum har, Ternuni.
– Eg haldi, at tað er ræðuliga keðiligt, um
vit skulu flyta niður. Og eg haldi, at eg kann
svara fyri okkum allar, at eingin av okkum
tím ir niður í 1. deild at spæla. Sjálvt um vit
ikki hava vunnið nakað í ár, so hava vit veru-
liga kempað alt úr okkum í hvørjum dysti,
segði Bára Johannesen, ið er ein av teimum
yngs tu á liðnum hjá KÍF.
– Vit hava gjørt alt fyri at klára hetta. Vit
eru ungar, men hava veruliga uppiborið at
verða verandi í Eik-liguni. Eg eri stolt av okk-
um, tí vit hava allar lært øgiliga nógv hetta
kapp ingarárið, samstundis sum vit hava
ment okkum so nógv, at tað er heilt ótrúligt.
Bára sigur, at nú vóna tær í KÍF, at besta
kvinnu deildin verður víðkað upp í átta lið, so
KÍF kann halda fram við at spæla krevjandi
dyst ir og vera við millum tey bestu liðini.
– Tað hevði verið deiligt og gott fyri okk-
um, um vit kundu hildið fram í Eik-liguni, tí
so kunnu vit læra okkum meira og hava ein
kjans, heldur enn at skula kempa okkum aft-
ur upp úr 1. deild. Og verða vit verandi í bes-
tu deildini, fáa vit kanska tær aftur, sum nú
spæla aðrastaðni. Tað vænti eg eisini, at vit
fáa, sigur Bára Johannesen.
hil
Katrin Olsen, sum hevur ein hin fremsta drív-
megin aftan fyri Ternuna, var eitt stórt smíl
eftir dystin í skúlahøllini á Toftum, sum er
frá líkur heimavøllur hjá felagnum.
– Eg haldi, at tað var í lagi, at vit vunnu 3-0,
tí í kvøld vóru vit omaná næstan alla tíðina.
Tað var líka í fyrsta setti, at vit vóru eitt sindur
ótrygg ar, men so koyrdu vit tað heim, segði
hon, samstundis sum hon viðgekk, at tað var
ein góð kensla at flyta upp, nú flogbóltur
bara hevur verið spældur á Toftum í tvey ár í
hes um umfarinum.
– Jú, tað kennist ordiliga gott. Men eitt
sind ur av fjáltri hevur eisini merkt tankarnar,
tí eg havi spurt meg sjálva, um vit veruliga
eru klár til hetta, um vit fíggjarliga megna
tað og alt. Men eg haldi, at vit á vøllinum fin-
gu víst, at tað nokk skal ganga. Vit hava
nógv ar ungar og nýggjar við, og tær spældu
ótrú liga væl. Fleiri eru byrjaðar fyri tveimum
ár um síðani, men standa einki aftan fyri meg
og Sóley Troleis, ið hava nógvar royndir.
Eisini frøddist Katrin Olsen um stuðulin,
liðið fær frá áskoðarunum, ið vóru væl man-
nað ir í gjárkvøldið.
– Tað var stuttligt at síggja nógv fólk til
dyst in í kvøld, tí tað hjálpir altíð væl til, at fólk
bakka upp. Eg haldi eisini, at tað merkist í
bygd ini, at fólk taka væl undir við Ternuni, tí
alla staðni, eg komi í gerandisdegnum, hava
fólk hug at tosa um flogbóltin og felagið.
Tað kennist eitt sindur øðrvísi og betri, enn
tá tú spælir fyri eitt lið á einum øðrum staði,
sigur Katrin, sum í fleiri ár var á besta kvinnu-
liðnum hjá ÍF, men nú spælir í heimbygdini.
hil
Vit mugu ikki niður
Tað kennist ordiliga gott
Ternan-KÍF 3-0 (25-18, 26-24, 25-18):
Ternan fleyg upp
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
Frøin var stór á
teimum í Ternuni,
tá sigurin og harvið
eisini uppflytingin í
Eik-liguna gjørdist
veruleiki í gjárkvøldið
Myndir: Álvur Haraldsen