hósdagur 25. mars 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 25. mars 2010 – Nr. 59 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 31
Sveinur og Jan døma
Tá SÍ og Mjølnir leygardagin klokkan 15.30 spæla triðju og
avgerandi FM-finaluna í Eik-liguni, verða tað altjóða dómarin,
Jan Hentze, og Sveinur Tróndarson, ið døma dystin. Teir báðir
dømdu eisini annan finaludystin millum liðini á Eiði, tá Sveinur
avloysti Tummas Óla Mortensen, ið annars dømdi tann fyrsta
leygardagin, men ikki fekk hildið fram sunnudagin fyri skaða í
knænum.
Stjørnan kann taka FM
Annar FM-finaludysturin í Sunset-kappingini í hondbólti
verður í KÍ-høllini í Klaksvík í kvøld, tá Stjørnan tekur ímóti
Tjaldri. Stjørnan vann týskvøldið ein knúsandi 31-17 sigur á
Tjaldri, og alt talar fyri, at Stjørnan er so mikið stórur
favorittur undan aðru finaluni, at klaksvíkskvinnur í kvøld
kunnu vinna aftur og harvið taka føroyameistaraheitið.
Vinnur Tjaldur, skal alt avgerast leygardagin.
– At føroyskir svimjarar
sleppa undan karantenu
í eitt ár, um teir skulu við
til OL, er bara fyrsta stigið
á leiðini. Nú skulu vit fáa
eina rammuavtalu um,
hvussu farast skal víðari,
sigur forsetin í ÍSF, Petur
Elias Petersen
Í vikuni kunngjørdu ÍSF og Svimji-
sambandið, at fingin er av vegnum
størsta forðingin fyri, at føroyskir
svimjarar kunnu kappast í olympisku
leikunum fyri Danmark, uttan at teir
kortini missa rættin til at kappast
fyri Føroyar í øllum øðrum altjóða
kappingum.
Pál Joensen, sum í løtuni er einasti
aktuelli føroyski svimjarin í hesum
høpi, er fegin um, at karantenan er
fingin av vegnum, tí fyri hann hevur
tað alt at siga.
– At koma við til OL, er bara fyri
kappingina skyld og ikki fyri at
um boða nakran, sum í hesum føri
Dan mark. Eg eri føroyingur og vil
helst av øllum umboða Føroyar,
men tá tað ikki er ein realistiskur
møgu leiki júst nú, eri eg fegin um, at
aðrir møguleikar eru. Men so vítt eg
veit, er einki enn avtalað við danska
svimjilandsliðið um hetta, sigur
hann.
Tað vil siga, at skal tað vera til
nakra nyttu, at størsta forðingin er
av vegnum, so mugu dyrnar eisini
latast upp fyri, at danskarar veruliga
vilja hava ein føroying við. Og tað er
ein samráðingarspurningur, sum
arbeitt verður við í løtuni.
Fáa rammuavtalu
Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti,
vænt ar ikki, at tað verður nakrar
trupul leiki at fáa formligu viður-
skiftini upp á pláss, so Pál Joensen
kann sleppa við til OL.
– Eg vil siga tað soleiðis, at tað
skal vera løgið, um danska olympiska
nevndin, sum nú hevur hjálpt okk-
um til eina loysn, ið altjóða svimji-
sambandið hevur góðkent, ikki
eisini er sinnað at taka stigið víðari,
so eitt nú Pál kann sleppa við til OL,
um hann annars klárar kravtíðir og
tað, sum skal til, sigur hann.
– Vit skulu nú tosa víðari um,
hvussu vit fáa gjørt eina rammu-
avtalu millum føroysku og donsku
olympisku nevndina. Tá hon er kom-
in upp á pláss, er bara tað eftir, sum
skal loysast millum sersambondini í
Føroyum og Danmark, so semja
fæst um, hvør leistur skal brúkast.
Gongd er í málinum, tí eitt umboð
fyri donsku olympisku nevndina
kemur til Føroya síðst í komandi
mánaði, og tá vónar og væntar Petur
Elias Petersen, at góði og positivi
dialogurin kann halda fram, so
semja skjótast gjørligt fæst um,
hvussu praktiski parturin verður
avgreiddur.
Ikki leyst og
liðugt enn
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
– Tað skal vera løgið, um danska olympiska nevndin, sum nú hevur
hjálpt okkum til eina loysn, ið altjóða svimjisambandið hevur
góðkent, ikki eisini er sinnað at taka stigið víðari, sigur Petur Elias
Petersen, ÍSF-forseti
Flogbóltssam bandið vil víðka
Stendur tað til Flog bólts
sambandið, verður Eik
ligan hjá bæði kvinnum
og monnum víðkað næsta
kappingarár, so kvinn
urnar hjá KÍF ikki flyta
niður kortini, umframt at
menninir hjá TB flyta upp
Avgerðin um, hvussu nógv lið skulu
vera í teimum báðum bestu flog-
bóltsdeildinum, verður tikin á aðal-
fundinum hjá Flogbólts sam band in-
um, sum verður leygardagin 18.
apríl. Men longu nú er greitt, at
nevndin í Flogbóltssambandinum
er samd um eitt tilmæli til, hvussu
stórar deildirnar skulu vera.
– Nevndin er samd um at mæla
komandi aðalfundinum til at víðka
Eik-liguna hjá kvinnum upp í átta lið
og hjá monnum upp til fimm lið, so
pláss verður fyri ávikavist KÍF og TB,
sigur Magnus Tausen, formaður í
Flogbóltssambandinum.
– Vit fara at spyrja bæði KÍF og TB,
um feløgini vilja hava pláss í Eik-
liguni, og so fara vit at mæla feløg-
unum til at samtykkja á aðalfund-
inum, at deildirnar verða víðkaðar
og kappingarnar tillagaðar sam-
svar andi hesum.
Serliga sær Magnus Tausen ein
vanda í, at KÍF skal niður í næstbestu
deildina at spæla, tí hann sær eina
avgerandi menning í flogbóltinum í
Kollafirði.
– Um KÍF-kvinnurnar noyðast nið-
ur í 1. deild, er tað eitt bakkast fyri
flogbóltin í Kollafirði, sum heilt
greitt hevur eitt potentiali, ið fær
tank arnar at leita aftur til SÍ fyri
nøkrum árum síðani. Og hygg so
eftir, hvar SÍ-kvinnurnar eru í dag,
staðfestir formaðurin í Flogbólts-
sam band inum.
– Eisini TB hevur fingið gongd á
menningina á manssíðuni, tí vit
síggja fleiri góð dreingjalið har suð-
uri, so ein uppflyting kann koma at
hava avgerandi týdning fyri fram-
haldandi menningina, umframt at
tað má koma væl við, at mans-
kappingin verður størri enn bara
fýra lið. Um vit víðka deildirnar, fáa
vit eisini yvir alt landið eina størri
breidd, sum bara kann vera ein
vinningur fyri flogbóltin sum heild.
hil
– Flogbólturin í Kollafirði hevur heilt greitt eitt potentiali, ið
fær tankarnar at leita aftur til SÍ fyri nøkrum árum síðani, sigur
formaðurin í Flog bóltssambandinum, Magnus Tausen
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir