fríggjadagur 26. mars 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 60 - 26. mars 2010
tíðindi
Føroya Arbeiðarafelag
hótti í gjár við at
boykotta Kollafjørð
Pelagic á Langasandi
og at taka alt arbeiðs
fólkið heim av uppi
sjóvarvirkinum, men
ein semja varð gjørd í
evstu løtu
FakFelagsstríð
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ingeborg Vinther, forkvinna
í Føroya Arbeiðarafelag,
segði
gjármorgunin,
at
viðurskiftini á virkinum á
Langasandi eru so ótrygg
og óskipað, at vórðu tey
ikki fingin í rættlag alt fyri
eitt, verða øll tey 50 fólkini
á virkinum tikin úr arbeiði
og send til hús.
Hon gav leiðslan á Kolla
fjørð
Pelagic
freist
til
klokkan 16 í gjár til at fáa
viðurskiftini í rættlag.
Ingeborg Vinther stað
festi, at tað eru fleiri
viðurskifti á virkinum, sum
eru greið brot á tey minstu
krøv, sum eru galdandi í
sáttmálunum.
Arbeiðsfólkið arbeiðir í
tveimum vaktum upp á 12
tímar hvør, við 25 fólkum á
hvørjari vakt.
Men tey eru undirlønt og
fáa sostatt ikki løn eftir
sáttmálanum. Tað er onki
høpi í mattíðunum, tí tær
verða yvirhøvur ikki hildnar
og arbeiðsfólkið manglar
trygdarútgerð í ólukkumát,
bæði hjálmar, trygdarstivlar,
og termodraktir til tey, sum
arbeiða í frystaríðnum.
Harafturat hava tey ikki
fingið setanarskriv, sum tey
eiga.
Hanus Hansen, sum ikki
er dagligur leiðari, men ein
av monnunum aftanfyri
virkið, fór seinnapartin í
gjár á fund við Føroya
Arbeiðarafelag, og ein
hálvan tíma fyri evstamark
hevði hann tryggjað Føroya
Arbeiðarafelag,
at
øll
viðurskifti skulu fáast í
rættlag alt fyri eitt.
Føroya
Arbeiðarafelag
fegnast um lyftið frá Hanusi
Hansen, men sigur, at tey
fara at hava eitt vakið eyga
við virkinum at tryggja sær,
at alt kemur upp á pláss.
Samatundis fær virkið
sendandi krav eftir lønini,
sum fólkið hevur fingið ov
lítið, men kravið er ikki
uppgjørt enn.
Hálvan tíma frá at verða stongt
Skúlastýrið fyri
Kommunuskúlan
í Havn hevur tikið
aftur kæruna móti
Tórshavnar Býráð, og
allir skúlarnir standa
nú saman um NámX.
Kommunuskúlan
fær lut í leiðslu og
læraratoyminum
skúlastríð
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
10. floksstríðið í høvuðs
staðnum er av.
Hesum
boðar
Heðin
Mortensen, borgarstjóri í
Havn, frá.
Hann sigur, at partarnir,
ið varða av 10. flokki í
Tórshavnar
Kommunu,
hava funnið eina loysn á
málinum, og skúlastýrið í
Kommunuskúlanum hevur
tikið kæruna ímóti Tórs
havnar Býráð aftur.
Kommunuskúlin fer nú
eisini uppí samstarvið um
Nám X á Eysturskúlanum
og fær lut í leiðslu og lær
aratoyminum. Í samráð við
Mentamálaráðið
verður
leiðslukarmurin gjøllari av
talaður millum skúlastjór
arnar, sigur Heðin Morten
sen, sum fegnast um, at allir
skúlarnir nú eru við í felags
samstarvinum
um
10.
Flokk.
Hann ivast ikki í, at hetta
verður eitt einastandandi
tilboð til allar næmingar í
Tórshavnar Kommunu.
Havnin samd
um 10. flokk
Við hesum verður søkt eftir stýrimonnum,
maskinmeistarum, dekkarum, kokkum og
tænastufólki til at avloysa umborð á skipunum
í summar frá umleið fyrst í mai til seinast í
september.
Uppgávur umborð á skipunum
Høvuðsuppgávan hjá Strandfaraskipunum er
at røkja innanoyggja fólka- og farmafl utning
eftir fastlagdari ferðaætlan og annars aðrar
túrar við ferðafólki kring oyggjarnar.
Umsøkjarar skulu til eina og hvørja tíð kunna
verða fl uttir millum skipini, sum fyriskipað av
leiðsluni.
Arbeiðstíðin er fyriskipað í mun til galdandi
ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein verður settur
umborð á.
Førleikakrøv
Stýrimenn
• STCW-áteknað vinnubræv sum stýrimaður/
skipari við handilsskipum
• Heilsuprógv
• Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð
• GMDSS, GOC
• Arpa
• Flutningur av vandamiklum farmi
• Sløkkileiðari
• Roykkavari
• Fyrsta hjálp
Maskinmeistarar
• STCW-áteknað vinnubræv sum
skipsmaskinmeistari/maskinistur
• Heilsuprógv
• Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð
• Roykkavari
Dekkarar
• Heilsuprógv
• Kagaraprógv
• Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð
• Roykkavari
Kokkar
• Vinnubræv sum kokkur/skipskokkur
• Heilsuprógv
• Prógv í nýtslu í bjargingarútgerð
• Sløkkiskeið
Tænastufólk
• Heilsuprógv
• Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð
• Sløkkiskeið
• Grundskeið í fyrstu hjálp
Setanartreytir
Vit rokna við, at tú hevur góð samstarvsevnir,
dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert
kunda¬vinalig/ur og røkin.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknir
Umsóknir skulu sendast til:
Strandfaraskip landsins
Sjógøta 5
Postsmoga 30
FO-810 Tvøroyri
og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi
mikudagin 21. apríl kl 12:00.
Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú ringja
til manningarsamskiparan á telefon 293044,
ella senda honum ein teldupost til rok@ssl.fo.
Fyribilsstørv: Frítíðaravloysarar til Oyggjaleiðir
Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Vinnumálamálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á in-
nanlands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Talið av fl utningsanleggum
er 40 bussar, 8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk.