fríggjadagur 26. mars 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Fótbóltur 2010
Sosialurin
Einki frægari
at skriva um?
Oddageinin
Kanska bara fullveldi megnar at bjóða av, tá vit skulu finna okkurt,
sum koyrir Føroyar meira í tvíningar, enn fótbólturin ger tað. Summi
elska hann og onnur hata hann, men áhugin er so mikið stórur, at tað
slepst ikki undan honum
Nú Sosialurin tólvta árið á rað kemur við einari serútgávu, ið burturav
snýr seg um tilstundandi fótbóltskappingina, slepst neyvan undan,
at onkur fer at spyrja okkum spurningin í yvirskriftini. Og tað er
kanska heldur ikki so løgið, tí fótbólturin tekur nógv pláss í føroysku
miðlamyndini, meðan kappingin er í gongd – og enntá rættiliga nógv,
tá hon liggur still. So tey, ið slett ikki hava áhuga fyri fótbólti, hava
óivað ilt við at skilja, at fótbólturin skal hava so nógv at siga fyri so
mong. Men tað hevur hann!
Tað munnu vera fá arbeiðspláss, har mánadagsprátið frá várinum og
út á heystið ikki so ella so kemur inn á fótbólt, og soleiðis hevur
fótbólturin eina savnandi funktión, sum í øllum førum forðar fyri, at
kaffisteðgurin verður ein pínlig løta, har øll bara sita og hyggja upp á
hvønnannan, uttan at vita, hvat tey skulu siga. Gamaní, hava ikki øll
eina meining um sjálvt spælið, men mong hava, og tá er tað so skjótt,
at eisini tey minni áhugaðu verða drigin við í prátið.
Kanska bara fullveldi megnar at bjóða av, tá vit skulu finna okkurt,
sum koyrir Føroyar meira í tvíningar, enn fótbólturin ger tað. Summi
elska hann og onnur hata hann, men áhugin er so mikið stórur, at tað
slepst ikki undan honum. Og við árunum er tað blivin ein sannroynd,
at ein og hvør miðil við virðing fyri sær sjálvum og sínum brúkarum,
eisini syrgir fyri at fylgja við í, hvat hendir í fótbóltinum, tí annars er
skjótt at verða afturútsigldur.
Við skiftandi manning og stíli hevur Sosialurin í mong harrans ár verið
roknaður sum Føroya fremsti fótbóltsmiðil, og vit síggja onga orsøk
til, at tann vanahugsanin millum manna skal broytast. Aftur í ár ætla
vit at fylgja væl við, hvat rørir seg í føroyska fótbóltsheiminum, sum
nú á døgum eisini røkkur út um landoddarnar. Stílurin verður kanska
ikki tann sami, sum hann altíð hevur verið, men tað hoyrir jú tíðini
til, at tú torir at flyta teg og royna okkurt, sum kanska er eitt sindur
øðrvísi. Men enn sum áður verður fingurin hildin tætt at pulsinum,
so lesarin ikki verður snýttur fyri nakað, men gjøgnum Sosialin kann
fylgja væl við.
Spennandi samrøður, stuttligir vinklar og forkunnugar søgur vera
hetta fótbóltsárið okkara fremstu amboð, tá vit fylgja lands- og
steypakappingini frá byrjan til enda, umframt landsliðum og øðrum,
ið rørir seg. Henda serútgáva er bara startskotið til enn eitt spennandi
kappingarár, har Sosialurin fer at gera sítt til, at lesarin fær so nógv
við sum gjørligt. Vit royna at skjóta breitt í hesi útgávuni, so yvirblikkið
kann fáast upp á pláss, áðrenn bríkslað verður í gongd av álvara, og so
helma vit annars ikki í, men halda fram við at skriva um fótbóltin – so
leingi einki frægari er at skriva um …
Hilmar Jan Hansen
Postsmoga 76
110 Tórshavn
Tel 341800
www.sosialurin.fo
post@sosialurin.fo
Blaðstjórn:
Hilmar Jan Hansen
Blaðfólk:
Jóannes Hansen
Jákup Mørk
Rólant Waag Dam
Uni Holm Johannesen
Eirikur í Jákupsstovu
Heri Simonsen
Tróndur Arge
Myndafólk:
Álvur Haraldsen
Hilmar Jan Hansen
Jens Kristian Vang
Sniðgeving og umbróting:
Pætur Eyðunsson Jensen
Simona Weihe
Lýsingar:
Jaspur Langgaard
Finnbjørg Nattestad
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Prent:
Prentmiðstøðin
Tilfar úr hesum blaði kann bert verða endurgivið, um loyvi er fingið til tað frammanundan frá viðkomandi blað- ella myndafólki