fríggjadagur 26. mars 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 60 - 26. mars 2010
- Trupulleikin hjá
ungum arbeiðsleysum
er ofta, at tey ongar
royndir hava á
arbeiðsmarknaðinum,
og tí vita ty ikki, hvat
arbeiði tey dáma og
hvar tey trívast. Tí er
so sera umráðandi,
at vit fráa sett eina
virkispraktikkskipan
í verk, sigur Bergtóra
Høgnadóttir
Joensen, sum hevur
drúgvar royndir sum
sosialráðgevi hjá
arbeiðsleysum
UNGDÓMS
ARBEIÐSLOYSI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Vit høvdu í blaðnum í gjár
samrøður við Ernst Jacob
sen, stjóra á ALS, og Rod
mund Nielsen, vinnulívs
mann, í sambandi við eitt
nýtt heildagsskeið, sum
ALS hevur tikið stig til, og
sum skal motivera tey ungu
arbeiðsleysu.
Hetta er nýtt slag av
skeiðum, sum hava til
endamáls at brynja ung
arbeiðsleys til eitt aktivt lív
á arbeiðsmarknaðinum, og
hetta eru samstundis skeið,
sum hava kravda upp
møting.
Skeiðsleiðari er Bergtóra
Høgnadóttir Joensen, sum
av proffessión er sosialráð
gevi, og hon hevu rdrúgvar
royndir frá sínum arbeiði
sum sosialráðgevi millum
arbeiðsleys í Danmark.
Eg havi arbeitt sum
sosialráðgevi millum ar
beiðsleys í Danmark í eini
tíggju ár. Talan var tó ikki
bert um ung arbeiðsleys,
men eisini fólk við øðrum
trupulleikum, eitt nú fólk
við einari revsiattest og sálar
liga veik fólk, sigur Bergtóra
Høgnadóttir Joensen.
Tað
var
tí
rættiliga
nærliggjandi, at ALS heitti
á hana um at skipa fyri
hesum nýggju skeiðunum,
og fyribils hevur so fyrsta
skeiðið verið.
Tað var 15. mars, og
skal ein einstreingjað niður
støða gerast, so hildu luttak
ararnir,
at
skeiðið
var
munandi betri og meiri
læruríkt, enn tey framman
undan høvdu roknað við,
sigur Bergtóra Høgnadóttir
Joensen.
Og tað, sum serliga varð
væl móttikið, var hugskotið
at skipa fyri virkispraktikki
soleiðis, at tey ungu sleppa
út í praktikk á ymsum
arbeiðsplássum
fyri
at
royna síni evnir og fyri at
vita, um tey trívast í júst tí
fakinum.
Neyðugt við
royndum
Við á hesum heildags
skeiðinum eru ein virkis
stjóri og sjónleikarar. Vit
greiddu í blaðnum í gjár
frá, hvør uppgávan hjá
virkisstjóranum, Rodmundi
Nielsen, var, nevniliga at
greiða
eitt
sindur
frá,
hvussu tú fyriheldur teg
fyri at fáa eitt starv, og
hvussu tú varðveitir eitt
starv. Eisini kom hann inn á
spurningin,
hvat
ein
virkisleiðari væntar sær av
sínum starvsfólkum.
Sjónleikararnir
verða
nýttir til rolluspøl, serliga í
sambandi við hvussu tú
førir eina setanarsamrøðu,
og hvussu tú ber teg at í
sambandi við starvssøkjan.
Tað finnast skeið í,
hvussu tú søkir eitt starv,
hvussu tú fyrihelur teg til
setanarsamrøður og hvussu
tú skrivar eitt CV. Men
felags fyri flestu skeiðini
hjá ALS er, at tað er
sjálvboðið, um tú teknar
teg til, og tað hevur víst seg,
at sera fá ung tekna seg til
tey skeiðini, ið ALS annars
skipar fyri, sigur Bergtóra
Høgnadóttir Joensen.
Hon heldur, at tað hevur
stóran týdning, at tey ungu
kenna seg sum ein part av
arbeiðsmarknaðinum
og
harvið
ein
part
av
samfelagnum.
Tað er ikki vist, at øll
hava somu uppfatan av, hví
tað hevur týdning av hava
eitt starv. Summi halda
peningurin hevur størstan
týdning,
onnur
halda
kensluna av at gera ein mun
verða tað týdningarmesta,
meðan
uppaftur
onnur
halda, at sosiala samveran
telur mest, sigur Bergtóra
Høgnadóttir Joensen.
Men uttan mun til, hvat
fólk annars halda hevur
týdning, so er tað ómetaliga
umráðandi, at tey ungu,
óroyndu, sleppa at prøva
seg av fyri at vita, hvar
teirra
hugur
og
hegni
liggur.
Gevur møguleikar
Tí er virkispraktikk ein so
góð loysn.
Nýggja lógin fyri ALS
letur eisini upp fyri hesum
møguleikanum, og tað er
næstan alfa og omega hjá
teimum ungu, at fáa hendan
møguleikan. Tú kanst siga,
at
loysunarorðini
eru
útbúgving,
virkispraktikk
og individuel ráðgeving,
sigur Bergtóra Høgnadóttir
Joensen.
Tá talan er um virkis
praktikk verður ofta ført
fram, at fakfeløgini neyvan
fara
at
góðtaka
hesa
skipanina, men har er
Bergtóra ikki samd.
Um talan er um størv,
sum framman undan ikki
eru nominerað, so dugi eg
als
ikki
at
síggja,
at
fakfeløgini
skulu
hava
nakað ímóti tí. Ein slík
skipan kann jú eisini koma
limunum hjá fakfeløgunum
tilgóða,
sigur
Bergtóra
Høgnadóttir Joensen.
Virkispraktikkur
kann
hinvegin hjálpa teimum
ungu at stýra inn á ta
lívsleið, ið fyri tey er hin
júst rætta. Og tað er eitt av
endamálunum hjá nýggju
skeiðunum,
sum
ALS
skipar fyri.
Í løtuni eftirmeta vit
fyrsta skeiðið, og tað verður
gjørt í samráð við tey, sum
luttóku. Men tað er longu
greitt, at trý slík skeið verða
aftrat í vár, tvey í apríl og
eitt í mai. Og hetta verður
góður møguleiki at bryjna
tey ungu til arbeiðsmarkn
aðin, tí tað er greitt, at ver
andi kreppa ikki fer at halda
fram í allar øvir, sigur Berg
tóra Høgnadóttir Joensen.
Virkispraktikk er lyklaorðið
Bergtóra Høgnadóttir Joensen, løgtingslimur fyri Tjóðveldi, er
útbúgvin sosialráðgevi
Mynd: Jens Kristian Vang
Stjórnin minni undirtøku
Sambært einari meiningakanning í Danmark hevur tann
borgarliga stjórnin mist so nógv av sínari undirtøku
millum fólk, at undirtøkan er tann minsta í seks ár.
Kanningin, sum Megafon hevur gjørt, vísir, at hevði
fólkatingsval verið í dag, høvdu flokkarnir vinstrumegin
miðjuna fingið 92 fólkatingslimir, meðan teir báðir
stjórnarflokkarnir og Danski Fólkaflokkurin høvdu fingið
83. Eygleiðarar í Keypmannahavn siga kanningina vera
eitt tekin um, at tann stóra stjórnarbroytingin og tann
búskaparliga bjargingarætlanin hjá stjórnini hava ikki
givið úrslit millum veljararnar.
Turka fisk í Kanada
Fyritøkan JHS Fish Products, sum íslendingar eiga, fer nú
at turka fisk á einari nýggjari verksmiðju í Nova Scotia í
Kanada. Fiskifréttir skriva, at verksmiðjan, sum er tann
fyrsta av sínum slagi í Kanada, kostar um 500 milliónir
íslendskar krónur. Ætlanin hjá eigarunum er at turka
umleið 14.000 tons av høvdum og ryggjum um árið, og
rávøruna skal virkið hava frá veitarum í Nova Scotia og í
New England í USA. JHS Fish Products hevur framman
undan eitt turkivirki í Grimsby í Onglandi. Tað byrjaði
fyri trimum árum síðani.
Tað er hópurin av
ungum arbeiðsleys-
um, sum ikki eru
skrásett, tí tað eru
bert tey, sum hava
verið á arbeiðsmarkn-
aðinum, ið kunnu
skrásetast hjá ALS
UNGDÓMS
ARBEIÐSLOYSI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað hevur verið og verður
framvegis varpað ljós á
ungdómsarbeiðsloysi.
Og tað er ómetaliga
gott, tí tað er ein alsamt
vaksandi trupulleiki, ið vit
eiga at leggja stóran dent á
at basa, sigur Bergtóra
Høgnadóttir Joensen.
Hon sigur, at í kreppu
árunum
skipaðu
flestu
kommunurnar fyri tiltak
inum, Ung í arbeiði, og tað
heldur
tinglimurin
hjá
Tjóðveldi er ein gyltur
møguleiki fyri tey ungu.
Við tí tiltakinum fingu
tey ungu ein góðan møgu
leika at royna seg av á ymsum
starvsøkjum, og funnu útav,
hvat slag av arbeiði tey
dámdu, og hvat avgjørt ikki
vóru tey, sigu Bergtóra
Høgnadóttir Joensen.
Tað er ein sannroynd, at
skúlin ikki fdellur líka lætt
hjá øllum, og tað er nakað, ið
meiri átti at verið gjørt við.
Tað hevur týdning at
finna útav, hvat tað er sum
ger, at skúlin gerst so tungur
hjá summum næmingum,
og tað gerst best gjøgnum
samrøður fyri at finna út av,
hvar trupulleikin liggur,
sigur Bergtóra Høgnadóttir
Joensen.
Hon sigur, at fólk eru so
ymisk, og tí er neyðugt við
individuellari ráðgeving.
Tað er neyðugt at fáa
lýst hvat skal til, fyri at fáa
fólk út aftur á arbeiðs
marknaðin, tí vit mugu ikki
undirmeta, hvat arbeiðs
samleikin hevur at týða fyri
fólk,
sigur
Bergtóra
Høgnadóttir Joensen.
Tað vísir seg eisini, at
færri og færri størv eru til
ófaklærd.
Millum 80 og 90 prosent
av teimum skrásettu í ALS
eru ófaklærd, og av teimum
eru tey flestu menn. Men
kortini er greitt, at tað eru
tey ungu, ið eru eitt knúta
punkt, tí tey sum regul ongar
royndir hava, sigur Bergtóra
Høgnadóttir Joensen.
Hon hevur onga lidna
loysn um, hvussu arbeiðs
loysið millum ung verður
bast, men vísir til, at flokkur
hennara hevur gjørt eitt
uppskot í níggju punktum,
sum er eitt stig á leiðini.
Men tað mest umráðandi
er, at vit fáa staðfest veru
ligu tølini fyri ung arbeiðs
leys, tí tey ungu, sum ongan
tíð hava verið á arbeiðs
marknaðinum liggja ikki
inni í hagtølunum hjá ALS.
Tá vit so kenna veruligu tøl
ini, mugu vit taka trupul
leikan haðani, sigur Berg
tóra Høgnadóttir Joensen.
Ungdómsarbeiðsloysi ein trupulleiki