Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fótbóltur 2010 Sosialurin dan almenna ljósinum tá hann flytir til Danmarkar í 1980. – Eg royndist ongantíð serliga væl sum málverji. Tað er helst tí, at B68 flutti upp í bestu deildina, tá eg flutti niður til Danmarkar, letur skemtandi í honum. Ikki skil fyri fótbólti Christian F. Andreasen roynir í heilum at flyta fokus. Hann tykist ikki hava stórvegis áhuga at práta um seg sjálvan. Hann ger stundum eina roynd at førka prátið inn á lívið sum sakførari í Føroyum og Fótbóltssambandið. Nú ger hann aftur eina roynd. Hann hevur gjørt enda á appelsin-sodavatnini, og stendur nú uppi og fortelur um avbjóðingina sum forseti í FSF. Men soleiðis skal Christian F. Andreasen helst eisini lýsast. Sum ein maður í andglettinum, tí hann noyðist. Hann ger greitt, at spæliskipanir, renni- mynstur og innarasíðu ella uttarasíðu av lever ingar ikki siga honum so nógv. Tað eru kappingarreglarnar, lógirnar og organisatiónin í fótbóltsspælinum, sum hava hansara áhuga. Men hvør verður so tín leiklutur sum FSF-forseti? – Eg vil fyrst og fremst, at samstarvið millum feløgini og Fótbóltssambandið verð ur varðveitt og helst styrkt. Tí øll mugu verða við til at skapa úrslitini. Kærumál og trætur hoyra ikki heima í nevndararbeiðinum eftir mínum tykki, og tí fær umsitingin og Aganevndin uppgávurnar at loysa slíkar trupulleikar. Ein nevnd skal seta karmarnar, men ikki umsita. Eg fari at standa á odda fyri einari professionellari og uttanveltaðari nevnd, sum vil føroyskum fótbólti tað besta, sigur Christian F. Andreasen. FAKTA um forsetan Navn: Christian F. Andreasen Aldur: 50 ára gamal Útbúgving: Cand. jur., Københavns Universitet 1985 Fótbóltssambandið: Nevndarlimur í FSF frá 1986 til 1990, og aftur frá 2002 til 2004. Hevur seinastu árini virkað sum ráðgevi hjá FSF