fríggjadagur 26. mars 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 60 - 26. mars 2010
Prísirnir á hýsu vóru
góðir við søluna á
Fiskamarknaði Før
oya í gjár, tá smáa
hýsan fór fyri slakar
10 krónur fyri kilo og
besta hýsan fyri 12,64
krónur
Fiskaprísir
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fiskamarknaður
Føroya
seldi í gjár 274 tons á
uppboði. Størstu nøgdirnar
vóru toskur, hýsa, longa,
brosma, kongafiskur og
havtaska.
Miðalprísurin
fyri
øll
fiskasløgini samanlagt var
11,63 krónur fyri kilo. Tað
er ein munandi lægri miðal
prísur, enn besta sølan hesa
vikuna, tá miðalprísurin
nærkaðist
teimum
19
krónunum fyri kilo.
Í gjár seldi Fiskamarkn
aður Føroya góð 88 tons av
toski og 65 tons av hýsu.
Prísirnir fyri tosk vóru á
leið teir somu, sum teir
hava verið í eina tíð – úr
9,38 fyri tosk 4 upp í 17,88
krónur fyri kilo av toski 1.
Við søluna í gjár fekk
hýsa góðan prís – og betri
prís enn ein vanligan sølu
dag á fiskamarknaðinum.
Miðalprísirnir fyri hýsu
lógu úr sløkum 10 krónum
fyri hýsu 4 upp í 12,64
krónur fyri kilo fyri bestu
hýsuna.
Samlaða sølan fyri tey
274 tonsini á Fiskamarkn
aðin í gjár gav slakar 3,2
miljónir krónur.
Hýsa fekk góðan prís á Fiskamarknaðinum
Hósdagur er góður søludagar
fyri summi fiskasløg á
Fiskamarknaði Føroya. Hetta
kemst av, at fiskurin fæst av
landinum pakkaður við Silver
Fjord, sum siglir av Toftum
hvønn mánadag og fríggjadag
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Uppundir endan av hesi vikuni hava tvey skip landað
í Sørvági.
Brestir var inni í gjár við umleið 60.000 pundum
av kongafiski.
Á heimasíðuni hjá Jóannis Nielsen verður upplýst,
at Brestir, sum hevur roynt vestanfyri, byrjaði túrin
hin 20. mars.
Ætlandi loysti Brestir aftur í Sørvági í gjárkvøldið.
Línuskipið Venus hevur hendan túrin verið undir
Íslandi, og sambært heimasíðuni hjá Jóannisi
Nielsen vóru teir á Sørvági tíðliga í gjárkvøldið.
Venus, sum byrjaði túrin hin 14. mars, hevði
umleið 100.000 pund, nú teir komu undan Íslandi.
Tað er Landingarmiðstøðin í Sørvági, sum landar
og avgreiðir skip og bátar.
Upsarokið hjá par
trolarunum vardi
ov stutt í hesi vertíð
ini. Skipini høvdu
rættiliga rokveiði í
nakrar dagar, men
síðan minkaði fiski
skapurin aftur.
Seinasta vikuskifti
royndist hampiliga
gott aftur, men síðan
er veiðan minkað,
og nú hava partrol
ararnir yvirhøvur
smáligan fiskiskap
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í dag eru partrolararnir
Rókur og Lerkur í Salt
angará við umleið 200.000
pundum av upsa, sum skip
ini hava fingið eftir 56
døgum á fiskileið. Hetta er
soleiðis
ein
lutfalsliga
stuttur túrur hjá teimum.
Rókur og Lerkur loystu í
Saltangará 20. mars og í
dag, nú tey eru inni aftur, er
26. mars.
Mánadagin væntar Land
ingarmiðstøðin Kongshavn,
at fýra skip koma inn at
landa. Tey eru Jaspis og Ame
tyst og Heykur og Falkur.
Á Kongshavn siga tey, at
skipini lata illa at veiðini í
løtuni.
Fyrr í vikuni vóru fleiri
landingar í Saltangará.
Mánadagin vóru Polarhav
og Stjørnan inni við sløkum
380.000 pundum og týs
dagin Stelkur og Bakur við
umleið 300.000 pundum.
Djúpvatnstrolarin Eydna
var eisini inni týsdagin við
34.000 pundum. Teir par
trola saman við Beinis
svørði, men parið noyddist
at bróta túrin av, tí okkurt
riggaði
ikki,
sum
tað
skuldi.
Fyrst í hesi vikuni landaði
eisini garnabáturin Oknin
tilsamans 26.000 pund av
svartkalva í Saltangará.
Stokkut rokveiða
Í vetur hava partrolararnir
yvirhøvur
fingið
minni
upsa enn seinasta vetur og
seinasta vár.
Herfyri vóru teir kortini í
rættiligum upsaroki í nakrar
dagar, men hetta vardi bara
ov stutt. Góði fiskiskapurin
minkaði aftur, og veiðan
var sløk í nakrar dagar. Men
síðan tók veiðan seg upp
aftur seinasta vikuskiftið,
men nú lata skipini, sum
eru úti á fiskileiðunum,
aftur illa at og siga, at
veiðan yvirhøvur er lítil.
Brestir og Venus
landað í Sørvági
Ein trolari og eitt línuskip hava landað í Sørvági nú
uppundir endan av hesi vikuni Mynd: Jóannis Nielsen
Upsaskip framvegis
smáligan fiskiskap
Várið hevur verið eitt sindur undarligt hjá partrolarunum. Í byrjanini av vertíðini var
veiðan slakari enn um somu tíð undanfarna ár, men síðan rendu skipini seg í rættiligt
upsarok. Tað vardi bara ov stutt, og í løtuni lata upsaskipini illa at
Mynd: Vilmund Jacobsen
Kongressin segði ja
Amerikanska Kongressin samtykti í nátt ta nýggju
heilsutryggingina. Síðani Umboðsmannatingið samtykti
lógina seinasta sunnudag, hava republikanararnir roynt
at fáa fleiri broytingar í lógina, og í nátt samtykt Kong
ressin so tað endaliga orðaljóðið. Umboðsmannatingið
samtykti lógina við 220 atkvøðum fyri og 207 ímóti. Í
Senatinum fekk lógin 56 atkvøður fyri og 43 ímóti.
Leiðarin í demokratiska tingbólkinum, Harry Reid,
segði aftan á atkvøðugreiðsluna, at hon var endin á
einum politiskum dysti, sum fer at standa í teimum
amerikonsku søgubókunum.
Verjir pávan
Vatikanið í Rom roynir av øllum alvi at verja
Benedikt páva , sum verður lagdur undir at hava
sitið hendur í favn, hóast hann í fleiri ár var vitandi
um ein amerikanskan prest, sum hevði gjørt seg
kynsliga inn á fleiri børn og ung. Fjølmiðlar í USA
skriva, at amerikanski erkabiskupurin kunnaði
Vatikanið um málið í 1996. Har bleiv tað latið
einari nevnd, sum eftir stutta kanning legði tað til
viks. Formaður í nevndini var týski pávaráðgevin
Joseph Ratzinger, sum í dag eitur Benedikt pávi 16.