Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fótbóltur 2010 Sosialurin Tað kostaði við kassa eitt, tá føroyska A-landsliðið í fjør heyst vann heimadystin móti Litava. Sigurin sendi Føroyar við met- ferð upp eftir styrkislistanum hjá FIFA, og tað kostaði í bonus-avtaluni, sum staðfesti, at hvør spælari skuldi hava 6.000 krónur fyri hvørt plássið, sum Føroyar komu niður um nummar 150 á styrkislistanum. Enn er ikki greitt, nær ella hvussu hendan upphæddin verður útgoldin, og umframt at tyngja gjaldførið hjá FSF sera nógv, skapti stóra upphæddin eisini forargilsi hjá nógvum. Tað er eingin ivi um, at ein hægri støða hjá landsliðnum á styrkislistanum kann verða nógvar pengar verd fyri FSF. Heilt nógvar. Í verandi støðu resta bert fá stig í, áðrenn landsliðið togar seg ein styrkisbólk upp, tá lutur skal kastast um næstu undan- kappingina, men hetta er ikki fyrr enn um tvey ár. Og tað treytar, at landsliðið hesi bæði árini fremur avrik, sum eru á hædd við tey, sum vórðu framd í fjør, tá sigrar vórðu vunnir á Íslandi og Litava. Stigini missa virði Tað er nevnliga so, at stig, ið verða vunnin á styrkislistanum, byrja at missa virði longu árið eftir, at tey eru vunnin, og tí kunnu hesir sigrar ikki halda Føroyar fast á eini støðu millum tey 120 bestu landsliðini í heiminum. Fyrsti landsdysturin á árinum er longu spældur, og hesaferð gjørdist talan um vanliga tapið móti Íslandi. Umframt onkran møguligan venjingardyst í terminini, sum er í juni mánaði, spæla Føroyar heima móti Serbia og Norðurírlandi, meðan útidystir móti Estlandi, Italia og Slovenia skulu spælast. Ikki akkurát tær bestu fortreytirnar fyri at fáa stig, men soleiðis er tað væl hvørja ferð, tá okkara kosnu eru í altjóða eldinum. Men fortreytirnar kunnu sum so gera tað sama, tí tær broyta ikki kravið, sum má metast at kalla treytaleyst. Tað kann væl vera, at talan var um dýrt mistak, sum avleiddi eina bonus-skipan, sum øktist liniert. Men verður talan hartil um eitt før- oyskt landslið, sum nú aftur fer at kava móti altjóða botninum, er talan samstundis um nyttuleyst mistak. Seta ungt fólk við Hartil verður árið í ár eisini sveinaroyndin hjá nøkrum av teimum, sum støðugt royna at banka á landsliðsdyrnar. Ikki minst hjá Gunnari Nielsen, sum uttan nakran sum helst iva er maðurin, ið skal lyfta arvin eftir Jákupi Mikkelsen, nú hesin hevur lagt lands- liðshandskarnar á hillina. Á ferðini til Íslands vóru eisini aðrir nýggir mans við í hópinum, og hetta gevur eina ábending um, hvørjar spælarar Brian Kerr hevur í útjaðaranum í sínum hópi. Her er eggjandi at síggja, at fleiri av úttiknu spælarunum vóru í heilt unga endanum. Nakað sum kanska er náttúrligt, men sum eisini gevur greiðar ábendingar um, at lands- liðsvenjarin hevur høgar metingar um fleiri av spælarunum, sum í fjør framdu framúr avrik við U21-landsliðnum. Milliónirnar rættvísgerast Tað verður neyðugt við í minsta lagi einum javnleiki í heyst, um føroyska fótbóltslandsliðið ikki aftur skal enda í fríum falli á FIFA-styrkislistanum EM-dystarskráin 11/08-2010: Estland-Føroyar 03/09-2010: Føroyar-Serbia 07/09-2010: Italia-Føroyar 08/10-2010: Slovenia-Føroyar 12/10-2010: Føroyar-Norðurírland 03/06-2011: Føroyar-Slovenia 07/06-2011: Føroyar-Estland 10/08-2011: Norðurírland-Føroyar 02/09-2011: Føroyar-Italia 06/09-2011: Serbia-Føroyar MY Sigmundargøta 26 FO-100 Tórshavn Tel 31 83 47 Fax 31 83 67 Fartlf 21 28 60 polar@polar.fo www.polar.fo Akkumulatorar • Battaríir • Løðitól • Invertarir • septorar og mangt annað