Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 60 - 26. mars 2010 Vit hava tosað við nøkur úr 10. Flokki á skúlanum á Ziskatrøð, sum í løtuni eru í starvsvenjing. StarvSvenjing Orð&myndir: Tanja Sørensen/Durita Simonsen Sára Petersen er í starvs­ venj ing í Vero Moda, sum ligg ur í SMS. Sára royndi trý onnur pláss, har hon ikki hevði møgu lei ka at sleppa inn. Men hon angrar tó ikki, at hon valdi Vero Moda. Tey hava spurt hana, um hon tímur at arbeiða har aftan á starvsvenjingina. Higar til hevur hon millum an n að lagt klæðir uppá pláss, verið kassadama, gjørt skiltir til vindeyga, lat ið einari dukku í klæðir og prísa. Sára væntaði ikki, at tað fór at vera soleiðis at ar beiða har. ­ Men eg eri glað fyri at vera her. Her er stuttligt at vera, sigur Sára Petersen. Í Íslandi Vit hava eisini ringt til Ís land, har tvær gentur eru í starvs venjing á Hotel Ørk­ ini í Reykjavík. Ásla og Asta valdu Ørk­ ina, tí tær vildi royna okkurt nýtt og longdust eftir góð­ um veðrið. Tær hava higartil havt morg un vakt, hava ruddað, vask að, svara mail sum Ørk in fær og annað tílíkt. Tær hava eisini hugnað sær eitt sindur. Har er ikki nógv fólk í løtuni. Tær høvdu hvør sína mein ing um, at halda áfram við starvinum. Onnur hevði væl tímað at hildið fram, av tí at har er stuttligt og tí at hon kom at kenna nýggj fólk. Hin hevði ikki hugsað sær at hildið áfram. Ørkin var kortin júst tað, sum tær væntaði at tað fór at verða. Fløgur Vit stukku eisini inn á gólv­ ið í fløguhandlinum ‘Tutl’, har vit hittu Áron Isaksen, sum sat og hugnaði sær við kaffi og øðrum leskiligum. Áron valdi fløguhandilin av tí at hann hevur stóran áhu ga fyri tónleiki Hann hev ur sett fløgur uppá hillar nar, sitið við kassan og prísað. Aron hevði væl hugsað sær at hildið fram við hes­ um starvi í nærmastu fram­ tíð. ‘Tutl’ var tað hann hevði væntað. Skriva Inni í ‘Mess’ sótu Gull­ Britt Hansen og Hanna Magn us son og skrivaðu eina grein um kærleika. Tær valdu at fara í praktik í ‘Mess’, tí at tær hildu at tað ljóðaði áhugavert og spenn andi, og so sluppu tær eisini at royna seg innanfyri jour nalistikkin. Tær hava higartil skrivað greinar inn á heimasíðuna hjá ‘Mess’, og hava gjørt eina kanning um religión. Vit spurdu um hetta var nak að sum tær høvdu tímað at gjørt seinni í lívinum. Tær hildu, at tað var áhuga­ vert, men ikki nakað ið tær tímdu at gera hvønn dag. Hetta var eisini tað sum tær høvdu væntað. Tvær vikur í starvsvenjing Gull-Britt Hansen og Hanna Magnusson skriva í MESS Aron Isaksen arbeiðir hjá Tutl Sára Petersen arbeiðir í Vero Moda Ásla og Asta starvast á Ørkini í Íslandi Fekk kreppupakka Leiðararnir í ES og evrulondunum samdust í gjárkvøldið um at lata Grikkalandi ein hjálparpakka, men tað sermerkta við pakkanum er, at hann skal helst ikki koyrast upp. Londini eru samd um, at Grikkaland skal fáa hjálp, men tey vilja helst sleppa undan at gjalda. Ístaðin fyri samdust tey um, at grikska stjórnin skal fáa Altjóða Gjaldoyragrunnin at fíggja mest møguligt av landsins tørvi. Tað, sum restar í, kunnu grikkar so læna frá nøkrum ES­londum. Grikski forsætisráðharrin, Georgios Papandreou, var væl nøgdur við úrslitið av fundinum. USA sigur enn nei Nir Hefez, sum er annar talsmaðurin hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, mundi hava misskilt okkurt, tá hann í morgun segði, at USA fer ikki at gera meiri við ísraelsku avgerðina at byggja 1.600 íbúðir í Eystur­Jerusalem. Løtu seinni kom hin talsmaðurin, Mark Regev, á skíggjan og segði, at USA hevur ikki góðkent avgerðina um at byggja tær 1.600 íbúðirnar. Benjamin Netanyahu hevur sagt, at avgerðin hjá stjórnini verður ikki broytt, hóast ST, ES, USA og Russland vilja hava stjórnina at taka avgerðina aftur.