fríggjadagur 26. mars 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 60 - 26. mars 2010
Írar á knøunum
Tað gongur framvegis stak illa við írska búskapinum, og
nýggj tøl vísa, at tað fer at taka drúgva tíð at venda
gongdini. Hagtølini fyri árið í fjør vísa, at búskapurin
minkaði meiri enn sjey prosent í 2009, og so stóra
afturgongd hevur hagstovan í Dublin ongantíð skrásett
fyrr. Tey nýggjastu tølini vísa, at afturgongdin, sum
byrjaði tíðliga í 2008, er ikki hasað av enn, og búskapar
frøðingarnir vænta ikki at síggja nakað framstig fyrr enn í
fyrsta lagi stutt fyri árslok í ár. Írski búskapurin var í
stórari menning til 2008, men so kom altjóða
fíggjarkreppan.
Marner verður stjóri
Nevndin fyri Norðoya Sparikassa hevur í morgun sett
Marner Mortensen í stjórastarvið í Norðoya
Sparikassa. Marner Mortensen hevur verið fyribils settur
stjóri síðan 12. mars, tá ið Eyðfinn Reyðberg segði seg úr
starvinum. Marner Mortensen er 46 ára gamal, og hevur
hann verið varastjóri í sparikassanum síðani 1. januar
1996. Marner Mortensen er útbúgvin civiløkonomur
innan roknskap og fíggjarstýring.
Leygarkvøldið slókna
ljósini í X Factor
kappingini, men
Anna Nygaard stúrir
ikki fyri at verða
gloymd í bræði. Eftir
fýra forsíður í BT og
eina forsíðu í SE &
Hør, verði eg neyvan
gloymd fyribils, sigur
hon
X Factor
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Leygarkvøldið
endar
X
Factor kappingin í Dan
mark. Føroyska Anna Ny
gaard hevur verið ein av
stjørnunum í kappingini í
ár, men leygarkvøldið endar
løtan í X Factor ljósinum.
Anna Nygaard stúrir tó
ikki fyri, at fólk hava
gloymt hana mánadagin.
– Eftir fýra forsíður í BT
og eina forsíðu í SE & Hør,
verði eg neyvan gloymd
fyri bils, sigur Anna Ny
gaard.
– Sjálvt um eg eri farin úr
kapp ingini fyri tveimum
vik um síðani, verði eg í
heil um steðga á gøtuni av
fólki, sum vilja hava auto
grafar, og eg havi nógv ti l
boð um ymiskar konsertir
og annað liggjandi, sigur
hon.
Hon fekk eisini øðrvísi
upplivilsið at enda sum
høvuðssøga á forsíðuni í Se
& Hør, tí hon hevði funnið
sær ein sjeik.
– Eg fekk eitt sjokk, tá ið
eg sá blaðið. Eg visti, at tey
fóru at skriva um meg, men
eg hevði ikki væntað, at eg
endaði á forsíðuni. Men
søg an var nú ikki so galin,
sigur Anna Nygaard.
Trupult at siga farvæl
Royndirnar siga, at sang
ararnir í X Factor verða
skjótt gloymdir, eftir at
kappingin endar. Sang ar ar
nir eru rættar stjørnur, með
an X Factor ljósið lýsur,
men eftir kappingina fara
teir skjótt í gloymskuna.
– Eg stúri als ikki fyri at
verða gloymd. Eg stúri
meira fyri at siga farvæl við
øll tey fólkini, sum eg havi
arbeitt so tætt saman við
sein astu tíðina, sigur Anna
Nygaard.
Nú X Factor kappingin
endar við finalubrakinum
leyg arkvøldið, verður næsta
upp gávan hjá Annu Ny
gaard at gera upp við seg
sjálva, hvat hon so skal
gera.
– Eg má fara at sortera í
teimum mongu tilboðun
um, sum eg havi fingið.
Men tað verða uttan iva
fleiri
framførslur
kom andi tíðina,
sigur hon.
Á pallin í Parkini
Leygarkvøldið
verður
stóra finalan í X Factor
kappingini, og hóast Anna
Nygaard ikki er partur av
sjálvari kappingini longur,
skal hon á pallin at framføra
leygarkvøldið.
– Tað er fantastiskt at
sleppa at verða partur av
stóra
showinum.
Eg
droymdi um at sleppa í
Parkini at syngja, og hóast
eg ikki eri við í finaluni, eri
eg glað fyri, at eg nú fái
møguleikan á pallinum,
sigur Anna Nygaard.
Tríggir sangarar eru eftir
í kappingini – Tine, Jesper
og Thomas.
– Eg rokni við, at antin
Tine ella Jesper vinna.
Kanska endar tað við, at tað
verður Tina, sum vinnur,
sigur Anna.
Hetta vikuskiftið synir Ludvík
Breckmann fram málningar í
Smiðjuni í Lítluvík
Framsýning
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Frá fríggjadegnum til mánadagin hevur
Ludvík Breckman listaframsýning í
Smiðj uni í Lítluvík.
Tann ungi havnarmaðurin, Ludvík
Breck mann, hevur onkuntíð fyrr sýnt
fram nakrar stakar málningar, sum hann
hevur málað, eitt nú í Listarglugganum á
Ólavsøku.
Men henda málningasýningin teir
kom andi fýra dagarnar er fyrstu ferð, at
Ludvík skipar fyri síni egnu sýning. Í
Lítlu vík hevur Ludvík einar 20 olju máln
ingar og nakrar vatnlitsmyndir.
Málningarnir eru av evnum frá tí
náttúrliga, um tað hálvabstrakta, men eru
mest av persónum undir ymsum um støð
um, veri tær í skemti, vertskapi, dapu
rleika ella til arbeiðis fyrr og nú.
Framsýningin er opin frá fríggjadegnum
klokkan 16.00. Opið er eisini leygardagin,
sunnudagin og mánadagin.
Ludvík
í Lítluvík
Málningarnir hjá Ludvík eru mest av
persónum undir ymsum umstøðum
Eg verði ikki gloymd
– Eg fekk eitt sjokk, tá ið eg
sá Se & Hør. Eg visti, at tey
fóru at skriva um meg, men
eg hevði ikki væntað, at eg
endaði á forsíðuni. Men
søgan var nú ikki so galin,
sigur Anna Nygaard
Mynd: DR