fríggjadagur 26. mars 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fótbóltur 2010
Sosialurin
Tað plagdi at verða tikið til, at Mykines og
HB-húsið hava súlurnar sum felagsnevnara,
og nakað var eisini um tað, tí allar Ísafjarðar-
súlurnar, sum kappast hevur verið um, í dag
halda til í HB-húsinum.
Tað ger fyrsta Løgmanssteypið eisini,
men næsta steypið av tí slagnum endaði
sum ogn hjá B36, ið vann kappingina tríggjar
ferðir tey tíggju árini, sum tað steypið kundi
vinnast.
Og enn hevur HB ikki vunnið nýggja
løgmanssteypið, sum kappast hevur verið
um tríggjar ferðirnar. Eina ferð hevur HB
verið í finaludystinum, men her mátti felagið
lúta fyri EB/Streymi, sum tvær ferðir hevur
fingið sítt navn á steypið. EB/Streymur var
eisini í triðju finaluni í fjør, men tá máttu teir
lúta fyri eini aðrari fusión – Víkingi – sum
við hesum vann sítt fyrsta heiti í vaksna-
mannafótbólti.
Tað verður tó ikki bara sum at siga tað,
um HB skal vinna seg aftur upp á toppin í
ár. Ein av sjarmunum við steypakappingini
er, at eingin styrkismeting er, tá lutur verður
kastaður, og fyri HB merkir hetta, at teir
longu í fyrsta umfarinum skulu í mest sum
drápuliga uppgerð móti grannunum úr B36.
Og eisini við Margáir líkist tað einum ordans
braki, tá EB/Streymur í fyrsta umfarinum
skal royna seg móti NSÍ.
Eisini hjá kvinnunum stendur stórdystur
fyri framman, nú lagt verður til brots við
steypafótbóltinum. Her spæla tíggjufaldu
meistararnir úr KÍ í fyrsta umfarinum móti
AB, sum í fjør vann steypakappingina, og
sum fylgdi KÍ fram til sjálva málstrikuna í
FM-kappingini.
Umframt at spæla um steyp í teim-
um báðum vaksnu røðunum, hava steypa-
kappingarnar eisini drúgva siðvenju í yngru
deildunum. Her hevur kappingin seinnu
árini verið skipað soleiðis, at FSF hevur
skip að fyri stórum finaludegi, har allir
finalu dystirnir verða spældir. Hetta hevur
avgjørt verið við til at skapa enn størri tign
um tær kappingarnar, og ikki minst hava
áskoðararnir verið heilt nógvir í tali, tá for-
eldur, ommur, abbar og onnur avvarðandi
hava gjørt sítt til at seta dám á ein dag, sum
telist millum teir størstu í minnunum hjá
fleiri av yngru spælarunum í landinum.
Løgmanssteypið
Undanumfar, 20. mars:
Royn-FC Hoyvík 1-2
MB-Skála 0-2
FF Giza-Undrið 1-2
1. umfar, 27. mars:
HB-B36
Undrið-ÍF
AB-KÍ
B71-Víkingur
EB/Streymur-NSÍ
B68-07 Vestur
FC Hoyvík-TB
FC Suðuroy-MB/Skála
Fjórðingsfinalur, 25. apríl
Fyrru hálvfinalur, 20. mai
Seinnu hálvfinalur, 8. juni
Finala, 29. juli
Kvinnusteypið
Undanumfar, 11. apríl:
B36-ÍF
B68/NSÍ-HB
Fjórðingsfinalur, 30. apríl:
KÍ-AB
Skála-EB/Streymur
Víkingur-MB
B36/ÍF-B68/NSÍ/HB
Fyrru hálvfinalur, 13. mai
Seinnu hálvfinalur, 6. juni
Finala, 3. juli
HB leingist eftir
steypinum
HB er í serflokki mest vinnandi steypaliðið í
Føroyum. Men tað eru seks ár síðani, at felagið
seinast hevði fatur á Løgmanssteypinum