Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 60 - 26. mars 2010 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Neyðarslig neyðsemja Politikkur er kynstrið at finna semjur. Men tað finnast eisini semjur, sum verða gjørdar fyri ein og hvønn prís, og tað tykist, sum er búskaparsemjan kring fiskivinnuna ein av hesum. Undan seinasta løgtingsvali legði Javnaðar- flokkurin eina við, at ein reformur á fiski vinnu økinum var alneyðugur og eitt av kardinal punktunum í komandi sam- gongu sam ráðingum – legitimiteturin undir CHE-samgonguni. Orð, sum vórðu endurtikin, tá Jóannes Eidesgaard helt einastu løgmansrøðu sína sum stjóri í CHE- samgonguni. Men sam stundis orð, ið høvdu hug at tagna, tá ABC-samgongan varð skipað av nýggjum. Seinastu útmeldingarnar kring bústaðar- pakkan peika als ikki á nakran reform á fiski vinnuøkinum. Eitt neyðarsligt uppskot um, at óvanligur vinningur innan fiskivinnuna – les vinningur við sølu av kvotum – skal skattast við 27% merkir í veruleikanum, at skattingin av hesum verður einans 9% hægri, enn hon er hjá partafeløgum annars. Og við eini ætlaðari hækkan av partafelagsskattinum minkar sami munur. Gaman í er hetta frægari enn einki. Og helst fær hetta onga sum helst ávirkan í 2011, nú troyttir stovnar og lágur marknaðarprísur gera sítt fyri at avmarka talið av kvotuhandlum. 9% í eykaskatti er kanska betri enn einki. Men tað liggur langt frá teimum gerðum, ið kundu flutt fiskiveiðina í nær námind tí, sum av flestu frøðingum verður mett lívfrøðiliga og búskaparliga optimalt. Umframt at finna semjur er politikkur eisini kynstrið at arbeiða móti størri málum enn degnum í morgin, og her hevur Javnaðar- flokkurin kiksað við lít hesaferð. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Jaspur Langgaard jaspur@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Svein Rógvi Nielsen Ljósstein sveinrogvi@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Túsundtals fólk uttan­ lands vitja okkara heima­ síðu hvønn mánað at kanna um støðurnar í høvuðs stað num. Tey kanna bústaðar­ og starvs møguleikar, ansingarpláss og kollek­ tiva ferðslu. Vit vilja hava hesi heim og fyri fyrstu ferð í býráðsins søgu eru vit einmælt samd um, hvat skal til fyri at røkka mál in um um høvuðs stað­ in sum ein alheims­ gjørdan vakstrar depil. Visjónin hjá sitandi býráð er, at Havnin skal vera ein vakstrardepil. Vit hava eina felags fatan av, hvussu kommunan skal vera í framtíðini, og kunnu tí í felag fara undir eina mið­ vísa menning av høv uðs­ staðnum. Gamaní kann onkur siga, at ein visjón, hóast hon er einmælt samtykt, bara er ein visjón, eitt slag av yvirlýsing. Men vit trúgva á, at vit nú kunnu fara undir eina mið­ vísa menning, sum skal tryggja fólka­ og búskapar­ vøkstur frameftir. Og kann ein felags visjón eggja og kveikja hugin hjá borgar­ um, fyritøkum og felags­ skapum at draga somu línu, so er nógv vunnið á leið okkara at gera Havn­ ina til ein veruligan vakstrar depil. Vit eru samd um og hava í kanningum fingið stað­ fest, at fremstu fortreyt ir­ nar fyri trivnaði í fram­ tíðini eru búskaparvøkstur og fólkavøkstur. Fram­ skriv ingar vísa í ringasta føri eina stóra afturgongd í fólkatalinum. Hesi gongd mugu vit venda og vit halda okkum vita, hvussu vit tryggja vøkstur og trivnað í framtíðini. Týdn­ ingarmesta tilfeingið í framtíðini er útbúgvið og skapandi fólk, og tí skal høvuðsstaðurin á øllum økjum gerast so attraktivur sum gjørligt. Øll eiga høvuðsstaðin og hann eigur at ganga á odda í menningini til frama fyri øll. Landið fer bara væl av, at tað gongst høvuðsstað­ num væl. Tá vit ímynda okkum ein høvuðsstað sum miðstøð fyri lærdómi og vinnu­ menn ing, gransking og mentan, so er tað ikki meira ein visjón enn so, at vit langtsíðan eru farin undir at leggja lunnar undir ta menning, sum skal til fyri at skapa fortreytirnar. Vit eru eisini komin rætti­ liga langt veruliga við at kanna, hvat krevst fyri, at fólk støðast og hvat krevst fyri, at útbúgvið fólk flytir heimaftur eftir lokna útbúgving og royndir uttan lands. Vit vita, hvat krevst fyri at hava ein sterkan ment­ anarpall við tónlist, mynd­ list og aðrari list og eru í fullari ferð í gongd við at skapa neyðugar fortreytir og umhvørvi. Vit byggja og menna sum aldri áður fyri at skapa pallar, har skapanargleðin fær rúmd. Vit gera tað sama innan ítrótt. Vit royna av øllum alvi at hjúkla um tey, sum velja at búgva her. Tað er ikki av tilvild, at fleiri tungumál hoyrast í havnar­ gøtum, vit ynskja hetta margfeldið og vit eru púra samd um, at eitt opið sam­ felag við tolsemi skapar eitt umhvørvi, sum er merkt av trygd, frælsi og trivnaði, sum náttúrliga dregur fólk til sín. Tí eru vit í holt við at skapa ein væl skipaðan høvuðsstað og ein býar­ plan, har fjølbroytt tilboð, spennandi arkitekturur, ein livandi býur og ein kókandi mentanarpallur er ein heilt nátúrligur partur av fram­ tíðini. Vit gera alternativ byggiøki til privat sum vinnu. Vit royna av øllum alvi at fáa burtur allar bíðilistar í sambandi við ansing. Vit royna av øllum alvi at fáa skipað skúla­ viðurskifti á øllum økjum, vit hava ávirkan á. Vit fremja umhvørvislig stór­ arbeiði. So her er ikki bara talan um visjónir, men um ítøkilig arbeiði. Vit gera regluligar nøgd­ semis­ og tørvskanningar. Vit síggja t.d., at ofta fleiri enn 10% av teimum vitj­ andi á heimasíðu kommun­ unar hava bústað í Dan­ mark og aðrastaðni. Kanna vit nærri, hvørjum hesi sóknast eftir, so liggja bústaðarmøguleikar, størv, barnaansing og ferðslu­ viðurskifti ovast. 10% kunnu vera fleiri hundrað ella túsundtals um mánaðin og tað vísir okkum, at tað eru fólk uttanlands, ið hava áhuga fyri og regluliga kanna viðurskiftini í høvuðs staðnum, møguliga við ætlanum at flyta higar. Og eg haldi hetta er fyrstu ferð, at allir býráðslimir einmælt hava samtykt at samstarva breitt innan­ sum uttanlands fyri at skapa ta neyðugu menn­ ingina, og at nøkta tann tørv, hesi hava. Uppskriftin er púra greið. Havnin skal hava ein munandi búskaparvøkstur, sum verður grundarlag undir fólkavøkstrinum. Tí skal vinnulívið hava bestu kor. Vit skulu satsa uppá gransking og mentan. Tí skulu vit skapa teir karmar, sum eru neyðugir fyri, at hesi fólk trívast. Tað er ikki meira innviklað enn tað. Vit kanna, hvat tørvurin er, og vit gera okkara besta at nøkta tørvin. Tí eiga vit als ikki at góðtaka, at fólka­ talið stendur í stað – kapp­ ingin á framtíðar altjóða marknaðinum verður ikki um olju og fisk, men um útbúgvið fólk. Tí er stóri dreymur okkara, at t.d. granskarar uttanlands fara at leita sær hendavegin at luttaka í skúlaskapi, gransking og vinnu menn­ ing. Tí í kjalarvørrrinum á hesum blóma stuðulstæn­ asturnar, sum skapa lív millum vitjandi og búgv­ andi. Í tilgongdini til visjónina hava vit samstarvað við vinnulív, arbeiðsmarknað og vitanarstovnar í sam­ felagnum. Hetta neyva samstarv verður eins neyðugt, nú vit fara undir at avgera, hvussu vit føra visjónina út í lívið. Tað er gott at hava visjónir og at seta sær nøkur mál at arbeiða fram ímóti. Men visjónin er bara yvirlýs­ ingin um ætlaninar. Í okkara føri kunnu vit tó fegnast um, at fleiri av okkara átøkum eru í tráð við visjónina. Vit 13 í býráðnum eru ikki samd um, hvussu vit skulu røkka øllum málum, men vit eru samd um at røkka teimum. Og ongantíð áður hava vit verið so samd. Vit vilja, at Havnin skal tæna øllum landsins borgarum í sínum avgerandi leikluti at ganga á odda í menningini. Visjón og veruleiki borgarstjóri, vegna Tórshavnar Býráð HEðIN MortENSEN