fríggjadagur 26. mars 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 26. mars 2010
15
viðmerkingar
Vit hava góðar møgu
leikar at læra av altjóða
kreppuni og okkara egnu
vanstýring og leggja um
til burðardyggar loysnir í
Føroyum
Lætt er at lata seg draga
niður í ta búskaparliga
myrkrið, sum politiska
leiðslan í Føroyum í løtuni
manar fram hvønn dag.
Men megna vit at leggja
um og taka nakrar slóð
brótandi avgerðir, ið
byggja á hugsjónarvirðini:
frælsi, javnrættindi, sam
haldsfesti og burðardygd,
so hava vit í veruleikanum
góðar møguleikar at menna
okkum sum ein grøn
vakstrarlund í miðjum
Norður atlantshavi og
leggja rásina til ein sjálv
berandi búskap.
Tí í mun til onnur lond,
ið hava tengt sín búskap á
fiktiv spekulasjónsvirði,
hava vit við bara eini
um legging í okkara til
feingisumsiting, har vit
lutfalsliga liggja í einum
av heimsins ríkastu og
mest áhugaverdu økjum,
møguleikan at fáa ein
sterka búskaparliga vend.
Heimurin skríggjar eftir
burðardyggari vinnu – og
altjóða trýst liggur á okk
um um at liva upp til hesi
krøv, um vit skulu vera
kappingarfør. Samstundis
eru allir partar í Føroyum
eftirhondini greiðir um, at
okkara botnfiskaveiða og
floti má ígjøgnum broyt
ingar, um talan skal vera
um fíggjarliga og búskap
ar liga burðardygd fyri
vinnuna sjálva. Bara polit
iska skipanin blokkerar
harðliga fyri broytingum.
Ítøkiliga hava vit í Tjóð
veldi okkara greiða boð
uppá hesa umlegging við
uppskotinum um fiski
vinnu reform og tilfeingis
búð.
Tað er byrjanin til eisini
eina búskaparliga vend.
Studningsbúskapur ella
sjálvberandi búskapur
Vit kunnu av røttum
spyrja: Hvør er munurin á
tí sannroynd, at lond og
fyritøkur hava blást eina
fíggjarbløðru upp, har tey
lán og tann peningur, ið
varð sprændur inn, ikki
hevði veruliga framleiðslu
og virðisskapan aftanfyri
seg – og so tann blokk
stuðulsbúskapin, sum
mong tvíhalda um í Føroy
um. Har vit skulu hava
fígging til at seta virksemi
í gongd, ið ikki hevur
nakra veruliga virðis skap
an aftanfyri seg í okkara
egna samfelag, og sum ikki
verður partur av einum
reellum politiskum stríði
um at býta samfelags
skaptu virðini og skapa
burðardyggar sosialar
loysnir?
Og vit kunnu av røttum
spyrja, um ikki ein sam
anhangur er millum tann
heimastýrisbúskapin, vit
hava bygt upp við so
nevndu ríkisveitingini, og
so tann vinnupolitikk, ið
hevur stýrt okkara høv uðs
vinnu og tilfeingis um sit
ing?
Og kann ein broyting í
hesi fastlæsingini – hesum
politiska búskapi – skapa
okkum nýggjar møgu
leikar.
Nýggja búskapar
kanningin hjá Norður
atlantsbólkinum
Hendan spurningin hava
vit fingið eitt sera gott og
kvalifiserað svar uppá við
teirri búskaparkanning,
sum Jóannes Jacobsen,
Ph.d í búskaparfrøði og
Stefan í Skorini, sam fe
lagsfrøðingur, hava gjørt
fyri Norðuratlantsbólkin.á
Fólkatingi, og sum varð
givin út og løgd fram í
hesum mánaðinum: "Á veg
móti einum sjálvberandi
búskapi". Kanningin lýsir
serliga vinnupolitikkin,
fiskivinnupolitikkin og
ríkis veitingina í føroyskum
búskapi og politikki.
Niðurstøðurnar eru
rættiliga greiðar:
Ein samanrenning millum
politiskar bólkar, arbeiðs
gevarar og verkafólk í
fiskivinnuni hava hildið
bygnaðinum í fiski vinn
uni føstum við serskip
anum og serligum stuðli,
ið hevur forðað fyri nógv
størri avkasti í fiski vinn
uni, og hevur forðað fyri
burðardyggari veiði,
umframt at aðrar vinnur
ikki hava kunnað kappast
við serskipanirnar í fiski
vinnuni.
Tað er ein mýta, at
fiskivinnan ber øllum og
er tann einasta vinnan, ið
skapar virðir í Føroyum.
Hon ber nógvum og er
størsta útflutningsvinna,
men vit hava vitanar
vinnur og tænastuvinnur
og almennar tænastur,
sum skapa virðir og
vøkstur.
Alivinnan er dømi um
eina vinnu, ið er farin frá
politiskari stýring og
serskipanum, og ístaðin
hevur kravt politiskar
karmar og alment reglu
verk, ið gera hana kapp
ingarføra og góðkenda á
heimsmarknaðinum.
Ríkisveitingin hevur havt
– og hevur enn stóra
ávirkan á føroyska bú
skapin. Hon hevur óbein
leiðis skapt grundarlag
fyri, at serskipanir og
studningar hava kunnað
verið givnir til fiskivinn
una og at politiska skip
anin heldur enn at leggja
skattir á ella finna aðrar
fíggingarmøguleikar,
hevur kunnað nýtt ríkis
veitingina sum fríholtur
fyri at taka skilagóðar
avgerðir.
Ríkisveitingin gevur
møguleika fyri øktari
nýtslu á heimamarknað
inum uttan at gjaldast
skal við útflutningi – og
tískil elvir ríkisveitingin
búskaparliga til minni ein
minni útflutningsvinnu.
Øll lond, sum eftir 1960
hava tikið loysing og
frásagt sær ríkisveitingar,
hava havt fall í samlaða
búskapinum í styttri ella
longri skiftistíð, men so
við og við fáa tey størri
búskaparvøkstur og vinna
tað innaftur í mun til
onnur lond.
Tað ber ikki til at "bíða til
vit fáa ein sjálvberandi
búskap" og síðani siga
ríkisveiting frá sær. Skal
samfelag, vinna og
út flutningur tillaga seg og
sjálvberandi búskapur
skapast, so noyðist av
gerðin at takast um at
verða ríkisveiting fyri
uttan til tess at bygnað
irnir kunnu broytast í
samfelagnum – í eini
skiftistíð.
Bráðvøkstur og
bráðstøðgur
Hetta mugu sigast at vera
serstakliga áhugaverdar
niðurstøður. Í fjølmiðl un
um varð mest fokuserað
uppá, at "tað kostar í 25 ár
at loysa", tí hetta var
miðaltalið fyri tillag ingar
tíð, tá kanningin tekur øll
lond úr triðja heiminum
við, sum hava verið løgd í
sor av kríggi, borgarakríggi
og náttúruvanlukkum o.s.fr.
Kanningin sigur í veru
leikanum ta øvuta: Eftir
eina skiftistíð aftaná
loysing, koma sjálvt tey
londini, ið hava sera ringt
útgangsstøði á sama støði
sum onnur ella hægri
búskaparliga.
Men vit mugu spyrja
okkum sjálv: Hvussu
nógvar niðurgongdir og
tillagingartíðir hava vit
gingið ígjøgnum við tí
búskapi og búskapar
politikki, sum vit hava havt
undir heimastýrinum, har
vit hava havt bráðvøkstur
og brástøðg so ofta í
búskapinum? Bara kreppan
í 80’unum kostaði 13
millardir út gjøgnum
vindeygað – og nú standa
vit aftur í eini støðu, har
vit brendu alt av í einum
óstýrdum bráðvøkstri og
nú skulu fíggja hall
omanfyri 800 mió. kr.
Vit mugu sum Tjóðveldi
brúka kanningarnar til at
siga erliga: Ja, vit skulu
rokna við einum falli í
búskapinum, tá vit gera
okkum leys av av ríkis
veitingini og taka nýggjar
ábyrgdir og útreiðslur á
okkum. Men vit kunnu við
skilagóðum búskapar
politikki, vinnupolitikki og
sosialpolitikki í eini
skiftistíð og frameftir, so
hinvegin stýra undan
teimum stóru sveiggjunum,
har vit spola uppa á aldu
kambar og síðani dumsa
niður í aldudalar búskapar
liga. Vit kunnu skapa ein
sjálvberandi búskap.
Brúgvin um Sandá
Sjálvsagt skal gott ferðasamband verða millum
Havnina og Argir. Tað hevur frá fyrsta degi verið
fortreyt fyri livilíkindum á Argjum og verður tað
ikki minni í framtíðini.
Tí er eisini farið undir ringvegin á Argjum,
nevndur Glyvursvegurin, sum er syðsti endi á
ringvegnum, ið byrjar á Eystaru bryggju í Havn.
Hesin ringvegur er vegurin úti við Strond, Eystari
Ringvegur, Norðari Ringvegur og síðani Markna
gilsvegur, ið gongur í Velbastaðvegin.
Ætlanin var altíð, at Marknagilsvegurin skuldi
halda fram út á Argir og niðan á Argjahamar, sum
er eitt øki í stórari menning við stovnum, skúlum og
ikki um at tala bústøðum undir Kongavarða.
Samband millum Marknagilsvegin og Glyvurs
vegin krevur, at brúgv verður gjørd um Sandá og
sjálvsagt eisini vegastubbarnir til hana, hvussu
langir teir so verða. Málið hevur ofta verið uppi og
vent, men tann fyrsta og higartil besta royndin
køvdnaði í onkrum mistaki fyri fleiri árum síðani
og helst eisini vantandi umstøðum.
Fyri fimm árum síðani varð so samtykt at gera
ringvegapartin argjamegin, sum røkkur frá Reyns
gøtu niðan á Argjahamar. Hann er liðugur og er at
líkna við eina autostradu av teimum frægu.
Kostnaðurin bleiv hareftir, men nú er hann so har.
Brúgvaloysnin er alneyðug. Tað hava argjamenn
sannað í næstan 200 ár og hava bygt ikki færri enn
tríggjar brýr um ánna. Spurningurin nú er bara, hvar
tú leggur teg í arkitektoniskum og verkfrøðinga
ligum hugflogi og í kostnaði. Fyrra treytin til
brúnna er, at hon í eitt drúgvt áramál kann svølgja
ferðsluni, sum hon er ætlað til, og onnur, at hon er
eitt umhvørvisliga skilagóð byggiverk
Sum málið hevur verið borið fram í miðlunum
hesar seinastu dagarnar, so tykist ógreitt, hvat
ætlanin er við kostnaði viðhvørt er brúgvin dýr,
viðhvørt er hon ódýr og summar myndir sýna eina
rættiliga framsókna loysn, sum óivað kostar ikki
sørt.
Sum fyrrverandi limur í bygginevndini fyri
brúnna um Sandá havi eg tí hug til at viðmerkja, at
tann seinasta niðurstøðan, sum nevndin kom til í
mínari tíð, var, at eitt uppskot frá donskum
arkitektum, sum lá á borðinum, var ov
kostnaðarmikið, tí tað flottaði sær í so nógv.
Settur varð spurningurin, um tað kundi fáast einar
20 mió krónur niður, og annars varð eisini samtykt
at seta seg í samband við aðrar brúgvakønar at vita,
um teir vóru menn fyri at koma við uppskoti um
eina betri, dyggari og ódýrari loysn.
Sum eg havi skilt er hetta sambandið komið í lag,
og har liggur málið í løtuni.
At brúgvin kemur, er lítil ivi um. Nokkso fitt av
peningi er eisini settur av til hennara í langtíðar
íløgum fyri 1911 og 1912. Hvat kostnaðurin verður,
vita vit av góðum grundum ikki enn, men hug
mynd in er so avgjørt at seta skjøtul á hana í hesum
skeiðnum.
Eg vil hervið upplýsa tykk
um, at eg havi boðað
Heðin Mortensen, borgar
stjóra, frá, at eg ynski ikki
at vera partur av skúla
stýrinum hjá Tórshavnar
kommunuskúla. Eg haldi,
at hetta mál er farið út av
sporinum, og her verður
politikkur og skúla stýris
arbeiði blandað saman. Tað
ynski eg ikki vera partur av
í einum skúlastýri.
Uppgávan má vera at
fremja tað besta fyri næm
ingarnar, og okkara upp
gáva í skúlastýrinum er at
fremja tað besta fyri næm
ingin og ikki at fara at
klandrast við okkara egnu
kommunu, tað er ikki
partur av fólkaskúlalógini,
sum umfatar skúlastýris
umboðan eftir §50 í fólka
skúlalógini.
Eisini kann nevnast, at
eg ikki havi fingið fundar
boð til skúlastýrisfundir
hjá Tórshavnar Komm
unuskúla og seinast kann
nevnast, at eg ikki eri part
ur av at brúka advokatar og
annað í stríðnum ímóti
Tórshavnar kommunu, sum
eisini er í ímóti býráðs
samtyktini, sum eg eisini
eri ein partur av.
At enda, nú má valda
friður og næmingurin í
hásæti!
(skjótt fyrrverandi
skúlastýrislimur hjá
Tórshavnar kommuskúla)
býráðslimur í Havn
Jógvan
arge
Tann gylta løtan til búskaparliga
vend og burðardygd
Høgni
Hoydal
Nú má valda friður og næmingurin í hásæti!
levi
Mørk