fríggjadagur 26. mars 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fótbóltur 2010
Sosialurin
– Her í familjuni eru vit altíð von at vera til
tíðina!
Nemus Napoleon Djurhuus kemur pøstur
inn í stovuna. Hann er fáar minuttir ov seinur,
og Ransin Napeloen Djurhuus, sonurin, er
framvegis ikki komin. Nemus reikar runt á
gólvinum eina løtu, áðrenn sonurin kemur
rennandi. Jú, feðgarnir eru líkir.
Teir leggja í hesum døgum síðstu hondina
á sínar fyrireikingar til komandi fótbóltsárið,
og tí er mestsum sjálvsagt, at fótbólturin er
stóra samtaluevnið, tá teir eru saman.
Nemus hevur sett seg í lenistólin, tá hann
hugleiðandi byrjar at tosa um Ríkin, yngsta
sonin, sum eisini er farin undir dómarayrkið.
Hann gongur í 10. flokki, men er longu biðin
at vera linjudómari í næstbestu deildini
komandi mánaðirnar.
– Hann er ágrýtin og vil verða millum
bestu dómararnar í landinum. Hann hevur
ambitiónir, sigur Nemus og hyggur fram fyri
seg.
– Stakkalin! Hann veit ikki, hvat bíðar
hon um, letur skemtandi og argandi úr
Ransin.
Ríkin er staddur í Prag, og fær tí ikki
verið við til samrøðuna.
Familjusjúka
Nemus varð í fleiri ár roknaður sum besti
dómarin í landinum og hevði dømt í yvir 20
ár, tá hann í 1993 dømdi sín fyrsta altjóða
skrásetta A-landsdyst. Í alt dømdi hann 30
altjóða dystir, áðrenn hann gavst at floyta
í 1995. Ransin og Ríkin royna nú at gera
honum kynstrið eftir.
– Dømingin liggur eftir øllum at døma
í blóðinum. Tað er ein familjusjúka, sigur
Nemus og hyggur fram fyri seg.
Men Nemus, hevur tú roynt at ávirkað
syn irnar at døma?
– Nei, ikki sum so. Vit hava altíð prát að
um fótbólt og kjakast um ymsar dómara-
avgerðir. Áhugin hevur altíð verið fyri
tí, fortelur Nemus, áðrenn Ransin tekur
orðið.
– Vit eru ongantíð kroystir til tað, men
áhugin kemur sjálvsagt frá honum. Eg og
Ríkin hava altíð verið við, tá hann hevur
dømt og verið til dystir. Hann tók meg við
á dómaraskeið, tá eg var 14 ára gamal,
og eg skal viðganga, at eg fekk tíðliga hár
á bringuna, tá eg var linjudómari hjá Kurt
Mørkøre, Jens Martin Knudsen, Eli Hentze
og øðrum, sigur Ransin flennandi frá.
Ransin, hvat hevur tú arvað frá pápa
tínum?
– Øll klæðini!, er Nemus skjótur at svara
og flennur í kíki.
– Eg eri líka snarsintur sum hann, men
annars duga onnur helst betur at svara, sigur
Ransin.
Men so ger pápin eina roynd at leggja
soninum lag á: – Tað má eg viðganga, at
Ransin skal læra at stýra sínum sinni, tí
hann má ikki leypa framav og skeldast við
spælararnar, greiður Nemus álvarsamur frá.
Elska spælið
Tápuligar
viðmerkingar
sum
»idiot«,
»klovn« og »fuck you« eru gerandiskostur
hjá flestu fótbóltsdómarum. So at siga
hvønn sunnudag geva spælarar, álitisfólk
og áskoðarar teimum ein lúsing. Og fjepp-
arar ræðast ikki at siga sína hugsan um
dómararnar á kjaksíðum og í almenna
rúminum.
Ransin, er tað veruliga vert at vera
dómari, tá tú verður útsettur fyri slíkum
hvørt vikuskifti í átta samfullar mánaðir?
– Ja, avgjørt. At vera dómari er eisini ein
ítróttur. Eg elski í øllum førum at vera við í
spælinum og at hava ávirkan í royndini at
lyfta føroyskan fótbólt. Dómarar mugu eisini
tola nógv, men eitt mark skal vera. Tá talan
verður um beinleiðis hóttanir, er farið væl og
virðiliga út um hetta markið, greiðir Ransin
álvarsamur frá, áðrenn pápin tekur orðið frá
honum:
– Vit mugu hugsa um, at dómarin fer frá
húsum hvønn sunnumorgun, tí hann vil verja
spælararnar, so teir ikki um kvøldið koma til
hús á høkjum og rullistóli. Og spælararnir
fara frá húsum hvønn sunnumorgun, tí teir
elska spælið og vilja undirhalda áskoð-
arum. Tað er ræðuligt, tá álitisfólk fara í
fjølmiðlarnar við undanførslum og geva
dómaranum skyldina fyri, at teir hava tapt,
tí oftast er tað langt frá veruleikanum.
Tí er fantastiskt, tá spælarar frá báðum
liðum koma til tín og takka fyri dystin, sigur
Nemus, og leggur braneggjaður afturat:
– Tað er komið fyri seinnu árini, at
spælarar, ið eg havi dømt og sum framvegis
eru í spælinum, hava spurt meg, hví aðrir
dómarar ikki eru sum eg, greiðir hann frá.
Men so er Ransin skjótur at svara pápa
sínum aftur: – Stegða, babba! Steðga! Tað
var eingin kapping í tínari tíð. Nú er ferð á
spælinum, og avbjóðingin hjá dómarunum
er nógv størri. Tíðin við, at dómarar skulu
renna eina árliga rennitest í hasum bikini-
shortsunum er farin, prikar Ransin til pápa
sín.
– Ransin, tað vóru tríggjar testir, er
Nemus skjótur at svara.
Feðgarnir sita í ein heilan tíma og kjak-
ast um føroyskan fótbólt og um lívið sum
fótbóltsspælari, og eitt er vist. Í hesi familj-
uni er dømingin ein familjusjúka!
Dømingin er ein familjusjúka
Teir elska ikki at taka avgerðir, men fótbóltsdøming er ein sjúka í familjuni.
Feðgarnir Nemus, Ransin og Ríkin fyrireika seg í hesum døgum til komandi
fótbóltsárið – sum ávikavist dómaraeygleiðari, dómari og linjudómari