Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 60 - 26. mars 2010 Um 20 ár býr størsti parturin av teimum væl útbúnu føroyingunum uttanlands. Skulu Føroyar í framtíðini gera sær vónir um at vera annað og meira enn eitt feriuparadís fyri hendan globaliseraða bólk av landsmonnum okkara, so mugu broytingar gerast soleiðis at føroyingar í útlegd gerast minni avskornir frá Føroyum. Hetta krevur dirvi at hugsa um Føroyar sum annað og meira enn eitt landafrøðiliga avmarkið øki, og eitt alneyðugt stig á leiðini er at geva føroyingum uttanlands valrætt í Føroyum. Okkurt er í umbúna millum føroyingar, ið komandi 20 árini fer at broyta føroyska búset­ ingarmynstrið grund leggjandi. Her snýr tað seg ikki um fólkabýtið millum bygd og bý, ella millum útijaðara og høvuðsstað, men um býtið mill­ um føroyingar, ið liva innan fyri føroyska landamarkið og føroy­ ingar, sum liva uttan fyri hetta mark. Nógv fleiri føroyingar, serliga teir væl útbúnu og tey við aðrari servitan av fakligum ella kreativum slag, fara í fram­ tíðini at brúka ein nógv størri part av sínum lívi uttanfyri heimlandið enn higartil. Hetta hevur størri avbjóð­ ingar við sær fyri føroyska samfelagið enn tey flestu geva sær far um. Tí um vit í fram tíð­ ini ikki skulu missa nøkur av okkara bestu fólkum, so er neyð ugt at Føroyar tekur ítøki­ lig stig til at víðka seg sum land fyri eisini at umfata teir føroy­ ingar, sum búleikast uttanfyri landið í longri og styttri tíðar­ skeið. Mentunarligt og intellektuelt innavl Verður hetta ikki gjørt, er vandi fyri, at Føroyar verða merktar av mentunarligum og intellektuellum innavli í einum annars globaliseraðum heimi ­ og við hesum verður frástøðan millum føroyingar í Føroyum og føroyingar í útlegd so stór, at annars sterka bandið til heimlandið fer at slitna, og væl útbúnir og framfýsnir føroyingar uttanlands ongan tíð flyta heimaftur. Um Føroyar hinvegin duga at lofta møguleikanum og knýta føroyingar í útlegd og teirra vitan afturat sær, kunnu hesir gerast ein sannur fongur fyri einar globaliseraðar Før oyar, hóast teir ikki búgva í landinum. Í besta føri kunnu Føroyar fara at strekka seg langt útum sjálvan oyggja­ flokkin í norðuratlantshavi og gerast eitt heimsumfatandi netverk av føroyingum, har útbúnir føroyingar við altjóða servitan og royndum, staddir uttanfyri landið, gerast ein mentunarligur og politskur partur av Føroyum og luttaka í føroyska samfelagnum á jøvnum føti við føroyingar búsitandi í Føroyum. Fráflytingin er byrjað Sambært hagtølunum fyri flytingina til og úr Føroyum hesi seinastu seks árini, eru fleiri fólk flutt úr Føroyum enn til Føroya øll árini uttan í 2008. Í miðal hava Føroyar mist fleiri enn 100 fólk um árið síðan 2004. Hetta er enntá hent hóast føroyski arbeiðsmarknaðurin var glóðheitur í sama tíðar skeiði, og dyrgt varð dúgliga eftir útbúnum og hálvútbúnum fólki uttanlands. Tølini benda á eina gongd, sum júst er byrjað, men sum gerst alt meira týðulig – føroy­ ingar, ið flyta uttanlands í útbúgvingar­ og arbeiðsørind­ um, koma ikki longur heimaftur líka skjótt og í sama mun sum fyrr. Okkurt er broytt í hesum tíðarskeiði, sum hevur fingið føroyingar at støðast betur uttan lands og minkað um tørvin at flyta heim aftur. Tann globaliseraði føroyingurin Ein stórur partur av frágreið ingini um, hví føroyingar støð ast betur uttanlands, liggur í menningini og útbreiðsluni av internetinum og teimum remb­ ingum, sum tað hevur havt við sær. Hetta hevur sum kunnugt fingið heitið globali sering ella altjóðagerð. Fyri føroyingar hevði inter­ netið við sær, at knappliga bar til at fylgja við í tí, sum bleiv sagt og skrivað í føroyskum fjølmiðlurm og síggja Dag & Viku heima í stovuni, uttan mun til um stovan var í Signabø ella Singapore. Og við video­ samrøðum um internetið gjørd­ ist tað møguligt at síggja omm­ una í Fuglafirði minst einaferð um vikuna, uttan mun til um tú búi í Havn ella Hanstholm. Tá annarhvør føroyingur knappliga var umboðaður á Facebook, gjørdist fjarstøðan millum føroyingar í Føroyum og føroyingar uttanlands í einum taki so stutt, at nú visti tú hvør bakaði bollar í Leirvík, hóast tú vart staddur í London. Túnatosið, sleygið og alt hitt, sum heldur mentunarliga sam bandið í einum lítlum samfelagi sum Føroyum við líka, er vorðið globaliserað, og helst er innihaldið á Facebook onga aðrastaðni so gerandissligt sum millum føroyingar tvørturum allan heim. Vinar­ og familju bondini tvørtur um hav eru soleiðis tættari nú enn nakrantíð, og við hesari heimsins gongd er eitt nýtt slag av føroyingi blivið alsamt vanligari: Tann globali seraði føroyingurin, sum hóast hann kennir eitt sterkt og full komið mentunarligt tilknýti til Føroyar, ikki ætlar sær "heim" aftur í bræði og ivast í, um hann nakrantíð kemur aftur til Før­ oya. Ikki tí at hann ikki hevur hug og tørv á at vera partur av Føroyum, men tí at hesin tørvur verður so at siga uppfyltur, uttan at hann nýtist at búgva og arbeiða her. Rótfestir í sama bøkki Globaliseraði føroyingurin er ikki minni føroyingur fyri tað um hann býr uttanlands í 10 ella 20 ár. Føroyingar eru nevni liga eitt fólkaslag, sum er sjáldsama væl rótfest í sama bøkki. Hetta fæst sjón fyri søgn í kanningunum, sum eru gjørdar av føroyingum uttan­ lands av ávíkavist Norður­ atlantsbólkinum og Uttan ríkis­ ráðnum. Sambært hesum kann­ ingum eru tað teir fægstu føroyingarnir uttanlands, sum hava mist tilknýtið til heim­ landið, og føroyingar uttanlands halda saman sum fáir. Dømini eru soleiðis nógv um, hvussu føroyingar uttanlands hava hjálpt øðrum føroyingum í størv hjá útlendskum fyritøkum ­ ella hjálpt føroyskum fyri­ tøkum inn á útlendskar markna ðir. Hetta er livandi prógv um, at tað "heimsumfatandi netverkið av føroyingum" longu er til. Og um vit brúka hetta rætt og Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Heimsumfatandi net­ verkið av føroyingum tíðargreinin Rúnar Reistrup London Tíðargreinin ” Túnatosið, sleygið og alt hitt, sum heldur mentunarliga sambandið í einum lítlum samfelagi sum Føroyum við líka, er vorðið globaliserað, og helst er innihaldið á Facebook onga aðrastaðni so gerandissligt sum millum føroyingar tvørturum allan heim.