fríggjadagur 26. mars 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 60 - 26. mars 2010
viðmerkingar
Hvør fær mest burturúr,
um ein kommisjón skal
setast at viðgera spurningin
um valdømini – sam felag
ið, veljarin ella limirnir í
kommisjónini?
Í orðaskiftinum á Tingi
verður stundum tikið til, at
tingmaður hevur mein ing
ina hjá tí seinasta persónin
um, hann møtti.
Tað, sum sipa verður til,
er, at viðkomandi løgtings
limur er av tí slagnum,
sum skiftur meining, sum
politiski vindurin blæsur.
Líkt er til, at sama tiltak
kann brúkast, tá umræður
onnur. Tað er í øllum før
um myndin, sum fæst burt
ur úr drúgvari, sum Jógvan
Mørkøre hevur í bløðunum
seinasta vikuskifti.
“Objektiva”
grundarlagið
Jógvan Mørkøre hevur hitt
tvey fólk – í hesum føri
tingfólk – ið hava sagt
honum, hvussu ræðuliga
dýrt tað er vorðið at stilla
upp til løgtingsval, og at
hetta má vera tí, at Føroyar
vórðu skipaðar í eitt val
dømi fyri øll fyri uml.
tveim um árum síðani.
Hetta “kanningararbeiði”
er “objektiva” grundar
lagið, ið leiðir samfelags
frøðingin til ta avgjørdu
niðurstøðu, at skipanin við
einum valdømið má
broytast.
Jawell og stikk den.
Vísinda ligu prógvini eru
komin til høldar, og niður
støðan hjá serfrøðinginum
er: Tingið eigur at seta eina
kommissjón at viðgera
spurningin um valdømini.
Álvaratos.
Er tað soleiðis sam
felagsfrøðingar arbeiða?
Kann man sum sam felags
frøðingur bara tveita
nakrar gitingar og illa
undirbygdar pástandir út í
almenna rúmið og so gera
niðurstøður út frá teimum?
Hvar eru objektivu upp
lýsingarnar? Hvussu eru
tær fingnar til vega? Hvar
er greiningin? Og hvar er
seriøsiteturin í slíkari grein
sum hesari, vit sóu farna
vikuskifti?
Er hetta projektmakarí?
Í Tinginum fara alarm
klokkurnar at ringja, tá ser
frøðingar pikka á dyrnar,
bjóða seg fram og tala um,
at Tingið má seta eina
kommisjón at kanna hetta
ella hatta.
Ein spurningur, ið nógv
tingfólk tá seta sær, er: er
hetta eitt veruligt og neyð
ugt kanningararbeiði, ið
skal gerast, ella er hetta
projektmakarí?
Henda spuring eiga vit
eisini at seta, nú ein ser
frøðingur enn eina ferð
tosar um kommisjón.
Tann sentralið spurning
urin er: hvør fær mest
burturúr, um ein kommi
sjón skal setast at viðgera
spurningin um valdømini –
samfelagið, veljarin ella
limirnir í kommisjónini?
Mítt boð er, at tað
munnu vera kommi sjóns
limirnir, ið fáa mest burtur
úr. Frøðingarnir í slíkum
kommisjónum eru ikki
beinleiðis undirbetaltir.
Teir skulu fundast væl og
leingi – helst í fleiri ár – og
so skulu teir kanska eisini
á rannsóknarferðir, áðrenn
teir leggja eitt drúgt arbeiði
úr hondum.
Alt fyri skattaborgarans
rokning. Ger so væl – betal
við kassa eitt!
Og gongst sum so ofta,
ja so endar kanningin
niðast í onkrari skuffu, og
avgerð verður tikin út frá
øðrum upplýsingum ella
atlitum enn teimum,
kommi sjónin heldur vera
tey einastu røttu.
Og so kunnu vit øll
ásanna gamla orðatakið:
Når fanden ville, at intet
skulle ske, nedsatte han en
komité.
Nú skal eg als ikki leggja
Jógvan Mørkøre undir
projektmakarí. Men hetta
bendir á tann bógvin.
Napoleon og Hitler vísa
vegin
Sum rosinan í pilsuend
anum nevnir serfrøðingurin
Jógvan Mørkøre, at ongin
fólkaatkvøða má verða um
spurningin um eitt val
dømi, tí fólkaatkvøðan
kann “misbrúkast sum
institutión”.
Dømini hjá honum eru,
at Napoleon gjørdi seg til
keisara við einari fólka
atkvøðu, og at Adolf Hitler
tryggjaði sær sítt nasistiska
diktatur við fólkaatkvøðu.
Ja, hvat skuldu vit gjørt
uttan slika serfrøði? Hugs
ið tykkum, hvat Kaj Leo
ikki kundi funnið uppá við
at skeitt eftir Napoleon og
Hitler?
Reglurnar, sum vit
deyði ligu lesa tær, siga, at
vit kunnu hava vegleiðandi
fólkaatkvøður í Føroyum.
Hetta amboð gevur Ting
inum ábendingar um, hvat
veljarin hugsar um ávísar
spurningar.
Sjálvandi skal onki
misbrúk fara fram, heldur
ikki í fólkaatkvøðum.
Hví eru valstríð dýrkað?
Nú skal eggið sjálvandi
ansa væl eftir ikki at læra
hønuna nakað sum helst.
Tó er áhugavert at
spyrja, um valstríð eru
vorð in so dýr, at bert
múgv andi fólk hava ráð at
stilla upp – og um so er:
hvør er orsøkin?
Mínar drúgvu royndir í
politikki siga so mikið, at
tað er vorðið nakað dýrari
at vera við í valstríðnum til
løgtings og fólkatingsval.
Men tó so, at valevni sjálvi
gera av, hvussu dýrt tað
skal vera.
Tað kostar t.d. onki at
vera við í valsendingum í
almennu loftmiðlunum, ið
hóast alt framvegis munnu
hava størstu ávirkanina og
týdningin. Tað kostar held
ur onki av vera við á val
fundum ella valferðum,
sum t.d. politisku flokk
arnir ella miðlarnir skipa
fyri.
Hinvegin: um tú sum
valevni skalt hava títt and
lit á hvønn steyra í landin
um, og tín rødd skal hoyr
ast í hvørjari lýsing, tín
reklama skal berast í hvørt
hús í landinum, og lýsing
fyri tínari heimasíðu skal
blunka á hvørjum internet
veggi – ja, so gert tú tað
dýrt fyri teg sjálvan. Og
lesarabrøvini eru eisini
farin at kosta, men ikki so
nógv, at nakar noyðist frá
húsi og heimi av teirri
orsøk.
Í Føroyum síggja vit
helst sama rák sum aðra
staðni. Einstøk mál og
einstaklingar fylla meira í
fjølmiðlunum enn polit
iskar hugsjónir og polit
iskir flokkar ella rørslur.
Tíverri, halda summi. Tað
eru fjølmiðlarnir, ið skapa
hesa gongd, tí teirra fokus
er soleiðis skipað. Hetta
sæst m.a. aftur, tá val er.
Fleiri politiskir flokkar í
Føroyum hava ilt við at
fóta sær í hesum miðla
skapta politiska veruleika,
hóast politikkur í dag fyri
stóran part fer fram í miðl
um meira enn aðrastaðni.
Tí haldi eg, at tað er tann
miðlaskapti politikkurin,
sum ger, at einstaklingar
hava hug at brúka pengar
uppá at profilera seg og
síni einstøku mál í einum
valstríði.
Sostatt er tað neyvan
valskipanin ella hitt eina
valdømi fyri øll, sum ger,
at val gerast valevnum dýr.
Men sjálvandi: frøðing
arnir vita altíð best – ser
liga í einari kommisjón,
har teir sjálvir kunnu skora
kassan.
Projektmakarí ella serfrøði
løgtings- og fólka-
tingsmaður
Edmund
JoEnsEn
Freistingin var ov stór
Morgunin byrjar við, at Útvarpið boðar frá, at nú skal
Rúsdrekkasølan hava opið leygardag.
Mín góði vinur vinur Johan Dahl og Vinnumaálráðið
eru væl komin til ta niðurstøðu, at ov lítið kemur í
kassan hjá Rúsuni, og tí ræður um at hava opið leygardag
eisini – helst besti søludagur av øllum.
Tá ið Rúsdrekkasølan var samtykt fyri skjótt 20 árum
síðani var sett í lógina: “Endamálið við hesi lógi miðjar
ímóti at avmarka rúsdrekkanýtsluna og minka sum mest
um skaðan, sum rúsdrekkanýtslan hevur við sær fyri
einstaklingin og samfelagið og til tess at røkka hesum
endamáli at áseta reglur í sambandi við rúsdrekka í
Føroyum.”
Eg gangi út frá, at landsstýrismaðurin og Vinnu mála
ráðið biða løgtingið um at strika endamálið við rús
drekkalógini.
Útvarpið boðaði í vikuni frá, at nógv ung hava einki
arbeiði, so tað átti at verið nokk at trivið í hjá Vinnu
málaráðnum.
Fyri stuttum var boðað frá í pressuni, at sølan av
barna sodavatni frá Rúsuni við alkoholi í var eksploderað,
so við nú at hava opið leygardag, so má mann væl royna
at fáa tey eldru við eisini at seta met. So tað er kanska
ikki so løgið, at freistingin at hava opið leygardag blívur
so stór (pengar í kassan).
Stjórin í Rúsdrekkasøluni hamraðist um, at tað ikki
kundi hava opið longu í morgin, leygardagin. So ein
góð byrjan hevði væl verið næsta leygardag, páska
aftan.
Erliga hevði eg roknað við, at tá Sambandsflokkurin
umsat rúsdrekkamál, at mann ikki fór at bróta við eitt
20 ára gamalt prinsipp um, at Rúsan ikki hevði opið um
vikuskiftið, men man lærir so leingi man livir.
Hevur Fyribyrgingarráðið – núverandi Fólka heilsu
ráðið – rátt til hesa stóru broyting í atkomiligiheitini av
rúsdrekka?
Tá eg gekk í fólkaskúla,
fingu vit onga veruliga
undir vísing í nútímans Før
oyum og nýggjari søgu ligum
hendingum (her meini eg
eftir tinglýsingini av grund
lógini í 1850), sum hava lagt
lunnar undir okkara politik,
hugsan og samleikafatan. Eg
hugsi um tilburðir, sum t.d.
jólafundin í 1888, fólka
atkvøð an í 1946 og klaks
víksstríðið í 195355. Míni
elstu børn á 14 og 15 ár hava
lítið og einki hoyrt um hesar
søguligu hendingar. Eg
spurdi eisini eini 50 næm
ingar á Tekniska skúlanum í
Havn, um teir høvdu fingið
undirvísing í áðurnevndu
tilburðum, og næstan øll
svaraðu nei.
Jólafundurin, fólkaatkvøð
an og klaksvíksstríðið er
ikki søgulig propaganda;
hetta er søga. Ikki at undir
vísa í hesum serstøku og
týdningarmiklu hendingum
er einki minni enn vansketni
av okkara børnum og ung
dómi. Upplýsing og innlit í
sambands og fullveldis
politik, og samfelagsskipan
sum heild, er næstan ikki til
í fólkaskúlanum tað er
stórt sæð tabu. Tað eru
onkrir hissini lærarar, ið, av
sínum eintingum, siga eitt
sindur um fólkaatkvøðuna
o.s.fr., men altso uttan
veruliga viðgerð við við
kom andi tilfari og teksti, og
tað er ikki nokk. Og tað er
serstakliga, tá ið lærarar av
sínum eintingum taka hesi
evni upp, at tað kann fáa
politiskan lit. Fólkið skal
vera upplýst, og tað er eisini
galdandi fyri okkara børn og
ungdóm. Tey skulu upp
lýsast um farnar tíðir fyri at
skilja hvat gongur fyri seg
og hví. Togtoganin millum
Rasmus Effersøe og Jóanes
Patursson skal eisini lýsast í
síni heild, og sostatt uttan
politiskan lit. Ein lærari
eigur at kunna vera so mikið
at sær komin, altso
professio nellur, at hann
litleyst kann undirvísa í
hesum hendingum uttan at
skula vísa politiskan lit.
Nøkur fólk vilja vera við,
at fólkaatkvøðan og klaks
víksstríðið eru ov eym evni
fyri mong avvarðandi, men
til tað vil eg bert siga, at tað
er t.d. 2. heimsbardagi og
"Watergate" gølan so sanni
liga eisini fyri ávikavist
týskarar og Nixon
administra tiónina og avvarð
andi hjá teimum; tískil haldi
eg, at tað er sera óseriøst,
bæði mentanarliga og søgu
liga, ikki at undirvísa í okk
ara egnu søgu í fólkskúl an
um.
Týðandi hendingar og
politiskir tilburðir í Føroyum
eiga at vera ein oblikator
iskur partur av undirvís ing
ini í framhaldsdeildini í
fólkaskúlanum helst í 10.
flokki. Henda undirvísing
kundi itið: samfelagsfrøði og
søguligur samanhangur.
Lærarar skulu upplýsa um
hesar søguligi tilburðir
hvør skal annars upplýsa
føroyingar um føroyska søgu
og føroysk viðurskifti, um
ikki vit sjálvi? Um føroy
ingar ikki læra nútíðmans
Føroyasøgu, hvør skal so
bera hesa søgu víðari? Hvør
fer at tíma, tá søgan ikki
tykist at hava nakran áhuga,
týdning og meining fyri før
oyingar? Ungdómurin í dag
er sum dottin niður av
mánanum. Tey læra alt ov
lítið í fólkaskúlanum, ið
gevur samfelagsligt og
politiskt innlit, fatan og
samleika. Hví og hvussu
skulu ungdómarnir fyrihalda
seg til politik í Føroyum og
føroyskan samleika, tá tey
ikki hava peiling av, nær og
hví Føroya fólk fóru í tvinn
ar hugsjónarligar politiskar
bólkar. Hvussu eru okkara
ungdómar skikkaðir til at
fara á val, uttan at hava eitt
neyðugt vitanar fundament?
Hvussu verður “almenn
vitan” definera um 1030 ár,
um hetta skal verða manna
gongdin av menningini av
okkara ungdómi? Eg haldi,
at hetta er at vanrøkja og
spilla medviti og sjálvs
ábyrgdina hjá okkara
børnum og ungdómi.
Vit læra lítið annað í
fólkaskúlanum um okkara
uppruna og søgu enn reypi
søgur úr víkingatíð og
miðøld, sum eru til, takka
verið íslendingum. At
áðurnevndu tilburðir ikki
eru ein natúrligur partur av
søguundirvísingini hjá
fólkaskúlunum, og hava
verið tigaðir burtur í
áratíggju, líkist ongum
øðrum enn miðvísari søgu
avnoktan og tískil eisini
søgufalsan. Hvør hevur
ábyrgdina av hesum, og nær
fær hetta ein enda?
Hetta líkist tí ábyrgdar
loysi og líkasælu, sum er alt
ov sjónlig í Føroyum –
serstakliga hesa síðstu
tíðina. Føroyar serstøk tjóð,
er einki gott, um tað merkir:
Føroyar serstakliga óvitað
og ábyrgdarleys tjóð.
Minnist til: Tjóðin er ikki
betri enn fólkið, ið myndar
hana.
Latið okkum skúla okkara
børn og ungdóm soleiðis, at
tey fáa breiða og holla vitan.
Tey mugu læra um okkara
uppruna og yngru fortíðina.
Tey mugu læra um allar
týðandi hendingar fyri at
skilja nútíðmans Føroyar.
Vit eiga og skula hava álit á,
at okkara framtíð, ungdóm
urin, hevur gott vit og skyn,
og tískil kann koma til sínar
egnu meiningar og niður
støður, um hvat gott er fyri
Føroyar. Okkara ábyrgd er at
læra og hjálpa ungdóminum,
men ungdómurin skal
sjálvur velja sína leið við
víkjandi meiningar, avgerðir
og virksemi.
Nú vit tosa um fólkaskúlarnar...
Hósvík
dávid
isfEld
HEnrik
old