fríggjadagur 26. mars 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Fótbóltur 2010
Sosialurin
Hb
Í fjør gekk tað, sum tað so at siga plagar. HB
vann FM, og tað varð serliga merkisvert, tí
hetta var 20. ferðin, at teir reyðu og svørtu
lyftu FM steypið. Tað hevur verið kappast um
FM síðani 1942. HB vann fyrsta FM heitið í
1955 og tað næsta í 1960. Síðani hava
havn armenninir verið á tindinum í miðal so
at siga aðru hvørja ferð, og nú tað verður
farið undir eitt nýtt kappingarár, mugu teir
finna seg í enn einaferð at verða roknaðir
sum størstu favorittarnir.
Í 2008 var tað ikki meiri enn næstbest.
HB misti gullmerkini í landskappingini, og
HB vann ikki steypakappingina. Tað varð
gjørt av, at nú skuldi HB sálin seyra ígjøgn
um á allan hátt. Sámal Erik Hentze, ið var
uppvaksin í felagnum, hevði ábyrgdina, og
tað hilnaðist framúr væl. Tað lá til høgra
beinið, at felagsmaðurin skuldi halda fram í
venjarasessinum, og tí var tað púra óvæntað,
tá ið Sámal Erik Hentze boðaði frá, at hann
ikki fór at halda fram.
Royndirnar við útlendskum venjarum
hava verið misjavnar. Flestu útlendsku HB
venjararnir hava verið úr Danmark. Hesa
ferð hevur HB verið í Íslandi, og Kristján
Guð mundsson er fyrsti íslendski venjarin í
HB. Kristján hevur nógvar royndir eitt nú er
Keflavík.
Onkrir HBspælarar eru givnir, og aðrir
royna eydnuna í øðrum feløgum. Teir hava
ásannað, at tað er torført at sleppa upp í
part millum teir fyrstu ellivu. Tað er ikki
vorðið lættari, eftir at HB hevur styrkt seg
við fimm spælarum, sum mugu roknast at
verða millum álitismenninar.
At tað onkuntíð hevur haltað í mið verj
uni hevur sjáldan bilað í heimligu kapp ing
ini, tí tað mesta hevur gingið fyri seg eftir
treytunum hjá HB. Men í europeisku kapp
ing unum hevur tað higartil ikki hilnast so
leiðis, sum meistararnir hava vónað. Tað
hevur verið mett, at verjuparturin ikki hevur
verið nóg góður. Nú eru fyrrverandi AB og
Aberdeenspælarin Rógvi Holm og íslendski
Tórður Steinar Hreiðarsson, sum venjarin
kennir heilt væl, ætlaðir at vera botnur í
verju partinum.
Levi Hanssen hevur seinastu árini verið
lyklaspælari á Skála og síðani í Sunda lag
num. Hann kann bæði spæla á sentrala
mið vøll inum og á høgra vongverja, og so eru
tað gamli kenningurin TórIngar Akselsen og
Símun Samuelsen, sum undir leiðslu Kristján
Guðmundsson seinastu árini hevur stað ið
seg so mikið væl í Keflavík, at hann hevur
verið mettur at vera millum bestu spæl ar
arnar í íslendsku kappingini.
TórIngar og Símun borga fyri, at tað
verður breidd og tyngd í framrættaða part
inum, og at tað verður fleksibult og stórur
skjót leiki.
Setningurin er at endurvinna FM, at
vinna løgmanssteypið fyri fyrstu ferð síðani
2004, og at standa seg væl í europeisku
kapp ingini. Fyrsta steypið er longu komið
til høldar. Sunnudagin 14. mars vann HB
stór steypadystin ímóti Víkingi 21.
Málverjar
Marcin Dawid (PÓLAND)
Símun Rógvi Hansen
Verjuspælarar
Tórður Steinar Hreiðarsson (ÍSLAND)
Rógvi S. Holm
Hans á Lag
Poul Thomas Dam
Vagnur Mohr Mortensen
Pætur Jørgensen
Miðvallarspælarar
Tór-Ingar Akselsen
Fróði Benjaminsen
Kári Nielsen
Símun E. Samuelsen
Levi Hanssen
Milan Kuljic (SERBIA)
Jógvan Skeel Nolsøe
Rógvi Poulsen
Jógvan Rói Davidsen
Kristin R. Mouritsen
Álopsspælarar
Andrew av Fløtum
Hendrik Rubeksen
Bárður Mortansson
Tróndur Sigurðsson
Venjarar
Kristján Guðmundsson, venjari (ÍSLAND)
Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari
Kaj Niclasen, málmansvenjari
Tilgongd:
Tórður Steinar Hreiðarsson, Rógvi S. Holm,
Tór-Ingar Akselsen, Símun E. Samuelsen,
Hendrik Rubeksen, Bárður Mortansson
og Tróndur Sigurðsson
Frágongd:
Ólavur í Ólavsstovu, Bjarni Jørgensen,
Mortan úr Hørg, Rasmus Nolsøe,
Rani D. Christiansen, Rókur av Fløtum Jespersen,
Páll Mohr Joensen og Hanus Thorleifsson
Havnar Bóltfelag
www.hb.fo
Hópurin 2010
Trimmaðir meistarar
Føroya besta fótbóltslið hevur styrkt um verjupartin,
og nýggir síðuspælarar borga fyri, at tað verður
størri tyngd, breidd og skjótleiki í álopspartinum
Havnar Bóltfelag
Stovnað: 04. oktober 1904
Formaður: Dánial Pauli Davidsen
Meistari (20): 1955, 1960, 1963, 1964, 1965, 1971,
1973, 1974, 1975, 1978, 1981, 1982, 1988, 1990,
1998, 2002, 2003, 2004, 2006, 2009
Steypavinnari (26): 1955, 1957, 1959, 1962, 1963,
1964, 1968, 1969, 1971, 1972, 1973, 1975, 1976,
1978, 1979, 1980, 1981, 1982, 1984, 1987, 1988,
1989, 1992, 1995, 1998, 2004
Greipuvinnari (12): 1955, 1963, 1964, 1971, 1973,
1975, 1978, 1981, 1982, 1988, 1998, 2004
Í bestu deildini (68 ár): 1942-1943, 1945-
Í Europa (16): 1993, 1994, 1995, 1996, 1997, 1998,
1999, 2000, 2001, 2003, 2004, 2005, 2006, 2007,
2008, 2009
Setningurin
er FM, Løg mans
steypið og standa
seg væl í Evropa