fríggjadagur 4. januar 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 2 - 4. januar 2002
Nr. 2 - 4. januar 2002
25
Á fyrsta sinni eru
heiðursprógv Poul E.
Petersen latin. ÍSF-
forsetin handaði
Birgit Heystoy og
Niels Jákup Jakobsen
prógvini leygardagin
29. desember 2001.
Prógvini vórðu latin
sum viðurkenning
fyri ósjálvsøkið, fram-
takssamt og virkið
arbeiði til frama fyri
føroyska ítrótt og
føroyskt samfelagslív.
HEIÐURSPRÓGV
Tíðindaskriv
Poul E. Petersen varð borin
í heim í Sørvági 29. august
1901.
Sum ungur fekk Poul
tokka til ítrótt. Eftir lokið
lærarskúlaprógv í 1923
varð hann settur sum lærari
í Mykinesi og røkti hetta
starv til 1941. Hesi árini
sum lærari í Mykinesi nam
hann sær dyggan lærdóm til
ymsar tættir innan ítrótt —
bæði á ársskeiðum á danska
læraraháskúlanum og á
ymsum ítróttaskeiðum utt-
anlanda.
Í 1938 varð Poul E.
Petersen útnevndur ítrótta-
ráðgevi, men røkti eisini
lærarastarv fram til 1944, tá
hann fór at virka sum
ítróttaráðgevi
burturav
fram til 1954, tá starv hans-
ara varð niðurlagt, av tí at
skúlaumsjónin varð um-
skipað.
Poul E. Petersen varð
sera virkin maður og árini
hann starvaðist sum ítrótta-
ráðgevi vakti hann ans fyri
ítrótti yvirhøvur og eydn-
aðist honum eisini at fáa
ítrótt inn um skúlagátt sum
fasta lærugrein við flestu
av landsins skúlum. Hann
legði hesi ár eisini fleiri
skrivlig rit um ítrótt úr
hondum, eitt nú um svimj-
ing, hond- og fótbólt og um
fimleik og skúlaítrótt.
Árini hann var í Danmark
fekk hann stóran ans fyri
hvussu
danska
ítrótta-
rørslan varð skipað og eitt
tað fyrsta hann gjørdi, tá
hann varð settur í starv
sum ítróttaráðgevi, var at
fáa í lag eina samskipan av
føroyskum ítróttafeløgum,
eitt ítróttasamband. Ítrótta-
samband Føroya varð sett á
stovn 4. apríl 1939 og varð
Poul E. Petersen kosin
fyrsti formaður í ÍSF, og
hetta starv røkti hann, til
hann á aðalfundinum við
árslok 1946 bar seg undan
afturvali.
Poul Petersen var eisini
blaðstjóri á Ítrótttatíðind-
um, blaðnum hjá ÍSF, frá 1.
árgangi til nr. 7 í 7. árgangi
1947. Hann helt eisini
skeið fyri lærarum, serliga í
frælsari ítrótt og í svimjing.
Hesi skeið vórðu hildin á
sumri og vórðu nøkur teirra
hildin í Mykinesi.
Tá ítróttaráðgevarastarv-
ið varð niðurlagt í 1954 fór
Poul E. Petersen í fyrsta
umfari í starv sum lærara-
vikar og ferðalærari, men
frá 1. september 1956 fekk
hann fast starv við Tórs-
havnar Kommunuskúla og
røkti hetta starv til hann,
eftir umsókn, fór frá við
eftirløn í august 1971.
Tað var ikki bert innan
ítrótt at Poul E. Petsren var
virkin. Árini 1939-50 var
hann næstformaður í Før-
oya Lærarafelag og varð
hann í 1954 kosin til for-
mann — eitt starv sum
hann røkti til 1960. Um-
framt mong onnur álitis-
størv var hann limur í Før-
oya Skúlastjórn 1968-75 og
legði hann úr hondum fleiri
bøkur, bæði uppruna lesi-
bók og týðingar.
Poul E. Petersen andaðist
25. apríl 1977.
Poul E.Petersen hevði
serligan tokka til svimjing
og frælsa ítrótt, ið stóðu
hjarta hansara næst. Men
hann var altíð virkin fyri
fjøldina og øllum ítrótta-
greinum og hevur hann
havt ómetaliga stóran týd-
ning fyri alla ta føroysku
ítróttarørsluna.
Fyri at heiðra minni um
ítróttaráðgevan Poul E.
Petersen, ið legði lunnar
undir Ítróttasambandið og
fekk skipanina av ymsu
ítróttagreinunum í rætt lag,
hevur ÍSF gjørt av, at tað á
hvørjum ári skulu handast
tvey heiðursprógv, ið bera
navnið hjá ítróttaráðgev-
anum — eitt til mann og
eitt til kvinnu, sum hava
gjørt vart við seg og tænt
ítróttini á serstakan hátt.
Aftaná innstilling frá
ymsu ítróttagreinunum av-
gjørdi stjórn ÍSF at heiðurs-
prógvini fyri 2001 skuldu
latast til Birgit Hestoy á
Tvøroyri og Niels Jákup
Jakobsen í Tórshavn.
Grundgevingarnar fyri at
lata júst hesum báðum
fyrstu heiðursprógv Poul E.
Petersen vóru m.a. hesar:
Birgit Hestoy, Tvøroyri:
Birgit verður av nøkrum
nevnd »the grand old lady«
innan svimjing. Hetta heiti
er ikki heft á hana tí at hon
nú er komin til árs, men er
meira meint sum ein heið-
ur, ið lýsur at Birgit hevur
verið virkin innan svimjing
í nærum ein mansaldur.
Birgit hevur sjálv svomið
heila sítt lív. Tá hon byrjaði
at svimja var eingin svimji-
hylur á Tvøroyri so hon var
ein teirra, ið svam á sjónum
— og onkur man løtan eis-
ini hava verið onkran góð-
veðursdag í Ósanum í
Trongisvági.
Hóast Birgit alla tíðina
hevur svomið tí at hetta er
gott og sunt fyri likam og
sál, so hevur hon heldur
ongan tíð noktað fyri, at í
allari ítrótt er eisini ein feril
av kapping. Sjálv hevur
hon svomið kapp á sjónum
— líka frá tríatiárunum til
hon seinastu ferð royndi
seg á fjørðinum í 1969.
Aftaná hetta var tað svimji-
hylurin, ið gjørdist staðið,
ið Birgit royndi seg.
Birgit hevur alla sína tíð
verið sera virkin innan
svimjing. Hon hevur verið
ein eldsál og ikki verið
bangin fyri at gingið á odda
tá brúk hevur verið fyri tí.
Hon hevur verið virkin í
Tvøroyrar Svimjifelag síð-
ani byrjanina av seksti-
árunum — bæði sum
nevndarlimur og ikki minst
sum venjari. Nógvar eru
genturnar á Tvøroyri, ið
hava notið gott av hennara
arbeiði og eigur hon sín
avgjørda lut í, at Tvøroyrar
Svimjifelag í dag telist
millum tey frægastu í
landinum — serliga tá um-
ræður gentur og yngri
svimjarar.
Men tað er ikki bert
innan svimjig at Birgit
hevur gjørt vart við seg.
Hon hevur á besta hátt
prógvað at tað ber væl til at
sameina ymsar tættir innan
mentanarlívið.
Hon
er
felagsmenniskja burtur av
og í nógv ár var hon eisini
aktiv innan bæði tónleik og
sjónleik á Tvøroyri. Birgit
hevur sett spor eftir seg.
Styrkt og stuðla og við
glaða lyndi sínum hjálpt
øðrum tá bæði venjingar og
kappingar hava kenst møti-
miklar og tungar. Hon hev-
ur verið allari svimjítróttini
ein góð fyrimynd.
Niels Jákup Jakobsen,
Tórshavn:
Niels Jákup Jakobsen kann
sigast at vera ein av undan-
gongufólkunum
innan
frælsa ítrótt í Føroyum í
nýggjari tíð. Longu tíðliga í
1980-unum gjørdist Niels
Jákup virkin innan frælsa
ítrótt. Sum aktivur hevur
hann serliga gjørt seg
galdandi innan renning á
longu teinunum, har hann
hevur verið við í fremstu
røð.
Hann hevur eisini skipað
fyri
kappingum
innan
frælsa ítrótt kring alt landið
bæði undan og eftir, at
Deildarsambandið
fyri
Súkkling og Frælsa Ítrótt
varð stovnað. Seinnu árini
er luttøkan til tær stóru
rennikappingarnar Flagg-
dagin og á Ólavsøku vaksin
uppum 200 luttakarar.
Hann hevur í nógv ár verið
formaður í elsta felagnum
fyri frælsari ítrótt í Før-
oyum, Bragdinum.
Niels Jákup hevur um-
boðað Føroyar á øllum
Oyggjaleikum frá 1987 til
2001. Inntil 1997 var hann
við sum luttakari, og megn-
aði hann at vinna bronsu-
merki í liðkappingini í
hálvmarathon 1997. Eftir
hetta hevur hann verið
fyriskipari og liðleiðari hjá
føroyska landsliðinum í
frælsari ítrótt. Hann hevur
eisini roynt seg sum venjara
hjá rennarum, ið hava
vunnið
heiðursmerki
á
Oyggjaleikum.
Treysti og trúfesti hava
merkt virksemið hjá Niels
Jákupi. Við sínum fjøl-
broytta og áhaldandi virk-
semi hevur hann stuðlað
breiddini og styrkt elituni
innan føroyska frælsa ítrótt.
Birgit og Niels Jákup heiðrað
Nú heiðursprógv Poul E. Petersens varð latið á fyrsta sinnið, var ikki annað enn náttúrligt, at
Birgit Hestoy gjørdist annar av móttakarunum
Hin móttakarin av heiðursbrævinum varð Niels Jákup Jacobsen, sum í nógv ár hevur verið ein
av drívmegunum innan frælsa ítróttin í Føroyum
Skeið í 1. hjálp
Fyrstahjálparskeið 12 tímar og/ella 16 tímar byrja
11. og 12. januar, um nóg nógv tekna seg. Hevur
tú annað ynski, so sig frá.
Tú kanst tekna teg við at ringja tlf.319630 ella við
telduposti til: redcross@redcross.fo ella við at
senda henda lepa inn áðrenn mikudagin
09.01.02 kl. 21.00.
Skeiðini verða hildin um vikuskifti í Havn, uttan
so, at nóg nógv tekna seg aðrastaðni, so kann
skipast hold uttan fyri Havnina.
Navn ___________________________________
Bústaður ________________________________
Tlf. _____________________________________
Ynski ___________________________________
Útbjóðing
Vegna Fuglafjarðar kommunu verður betong-
arbeiðið viðv. brúgv um Skarðsá (við Lonina) boðin
út í almennari útbjóðing.
Lisitatiónin verður í Býráðshúsinum í Fuglafirði tann
29.januar kl.14.00,og kunnu teir í boðið hava verða
hjástaddir.
Útbjóðingartilfar kann bíleggjast hjá Fuglafjarðar
kommunu, tlf. 444006 móti veðhaldi kr. 2.500 kr.,
sum verður at gjalda inn á konto í Føroya Banka nr.
6460 2205965.
Fuglafjørður 02/01-02
Fuglafjarðar býráð
Tekniska deild
Kunngerð
um framløgu av broytingaruppskoti til byggi-
samtykt fyri Leirvíkar Kommunu.
Við heimild í løgtinglóg nr. 13 frá 21. mai 1954,
seinast broytt 13. mai 1997, verður við hesum
boðað frá, at bygdarráðið á fundi 22. november
2001 hevur samtykt at gera broytingar í Byggisam-
tyktini og at hesar verða lagdar fram til almenna
eftirskoðan á Kommunuskrivstovuni frá 04. januar
2002 til 18. januar 2002 báðir dagar íroknaðir.
Uppskotið umfatar at:
Broyta økið sum umfatar grótbrotið og
nakað av økinum uttanum til ídnaðarøki,
nevnt C4.
Møgulig mótmæli móti uppskotinum og broyting-
aruppskot skulu skrivliga vera bygdarráðnum í
hendi í seinasta lagi 04. apríl 2002.
Leirvík tann 02/01-2002
Leirvíkar Kommuna
Postboks 42
520 Leirvík
Byrjað verður aftur mánadagin 8. januar og hildi verður
fram til 7. mai
Mánadag Týsdag Hósdag
16:00 - 17:00
Aerobic
børn 13 ár -
Maud
16:00 - 17:00
9 - 11 ár
Annika/Rebekka
16:00 - 17:00
12 - 14 ár
Eyð/Durita
17:00 – 18:00
15 ár -
Kristina
6-12 ár: 490,- kr.
13 ár og eldri: 590,- kr.
Mánadag Týsdag Mikudag Hósdag
17:15 - 18:30
Aerobic Vand
Tórhalla
19:00 - 20:00
Trimmari
Maud
17:30 – 18:30
Low Kvinnur
Oddvør
18:00 – 19:00
Aerobic Byrjarir
Maud
18:30 - 19:30
Trimmari Øll
Oddvør
19:00 – 20:00
Aerobic Byrjarir
Kirstin
18:30 – 19:45
Stepp/Styrki
Joan
Yndi kann bjóða flest øllum okkurt slag av kropsvenjing.
Kvinnum sum monnum, ungum sum eldri, stórum sum
smáum, sterkum sum veikum.
Kom framvið og fá tær ein faldara ella eitt prát.
19:30 - 20:30
Aeroboxing
Kirstin
20:00 - 21:00
Cirkulvenjing
Kirstin
20:00 - 21:00
Rygghold
Anna Maria
Sosialurin 311820
Byrjað verður aftur MÁNADAGIN 7. JANUAR
og halda vit á til MIKUDAGIN 27. MARS
SPINNING er sera gott fyri , lungu og blóðrenslið sum heild.
Eisini er SPINNING sera konditiónsstimbrandi og samstundis
ein ógvuliga góður háttur at klænka seg. Samstundis kann
SPINNING íðkast av øllum, eisini teimum við veikum liðum
ella ryggi.
Mánadag Týsdag Mikudag Hósdag
17:00 – 18:00
Trimm&spinn
Tórhalla
17:00 – 18:00
Trimm&spinn
Tórhalla
17:00 – 18:00
Trimm&spinn
Óluva
19:00 – 20:15
Trimm&spinn
Ingrid
19:45 – 21:00
Trimm&spinn
Joan
20:00 – 21:00
Spinning
Evald
17:00 – 18:00
Trimm&spinn
Óluva
19:00 – 20:00
Spinning
Evald
1 tíma um vikuna:
450 kr.
20% avsláttur
2 tímar um vikuna:
710 kr.
20% avsláttur
3 tímar um vikuna:
910 kr.
Trim & spinn: klænkandi og uppstrammandi, øll kunnu vera við
Rygghold: hevur tú trupulleikar við rygginum er hetta nakað fyri teg
Aeroboxing: nýtt, nýtt, nýtt
Barna aerobic: 13 ár og eldri
Størri høli, betri og fjølbroyttari venjing
Leygardag
15:00 - 16:15
Trimm&spinn
Mix
17:00 - 18:00
6-8 ár
Eyð/Durita
18:00 - 19:00
15 ár -
Kristina
Yndi leigar tímar til feløg, fyritøkur og onnur
Tilmelding á telefon 31 00 25 - 31 28 68 - 31 13 11
ella støkk inn á gólvið í Yndi, Yviri við Strond 21,
leygardagin hin 5. januar frá 15:00 til 16:00
Yviri við Strond 21
tlf 311 311
FO-100 Tórshavn
far. 213 213
e-mail: yndi@post.olivant.fo
v/ Elsu Mariu Bærentsen
Aðalfundur
Aðalfundur Fótbóltssamband Føroya verður í Norð-
urlandahúsinum, Tórshavn, leygardagin 23. februar
2002 kl. 10.00.
Fundarskrá sambært lógunum.
Við Sosialinum
Í BÝIN
næsta hósdag !
hvønn hósdag !
C
M
Y
K
25
24