fríggjadagur 4. januar 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 2 - 4. januar 2002
C
M
Y
K
22
Stóra og umfatandi
lógararbeiðið, sum
verður gjørt í dag av
landsstýrinum og
sum skal setast í verk
av løgtinginum,
krevur stórt hegni
fyri at tillaga lógirnar
til okkara samfelag,
so tær verða landið og
fólkið at gagni. Í
hesum sambandi
hevur KSF ein týð-
andi leiklut, tá felags-
skapurin í stóran
mun er við í arbeið-
num og kann gera
viðmerkingar til
lógaruppskotini, áðr-
enn hesi fara í løg-
tingið fyri at verða
samtykt og sett í verk
NÝGGJÁRSGREIN
Jógvan Krosslá, formaður
Kommunusamskipan Før-
oya
–
KSF,
er
ein
kommunufelagsskapur, ið
er stovnaður av Tórshavnar-
Klaksvíkar-
Runavíkar-
Tvøroyrar- Fuglafjarðar- og
Vágs kommunum við enda-
málinum at virka fyri felags
áhugamálum
og
størri
kommunalum sjálvræði.
Kommunufelagsskapurin
umboðar nærum 70% av
íbúgvaratalinum í Føroyum
og tekin eru um, at felags-
skapurin fer at vaksa enn
meiri, tá aðrar kommunur
hava víst áhuga at gerast
limir.
Upprunin til kommunu-
felagsskapin skal síggjast í
ljósinum av kreppuárunum
í 90,unum, tá kommunur-
nar vóru fíggjarliga illa fyri
og roynt var at umfíggja tey
lán, sum kommunurnar
høvdu upptikið í teimum
sonevndu góðu tíðunum,
men ikki megnaðu at gjalda
aftur, tá kreppan tók seg
upp. Bankar fóru á húsa-
gang og arbeiðsloysi var
sera stórt um alt landið og
hevði við sær at fíggjar-
støðan hjá kommununum
var sera vánalig – hjá nøkr-
um verri enn hjá øðrum.
Neyðugt
var
tí
hjá
kommununum at fáa um-
fíggingina uppá pláss og
varð hetta gjøgnumført í
1995 við einari felagsavtalu
millum hesar kommunur,
sum í dag myndað felags-
skapin KSF og lánsveitar-
arnar.
Felagsavtalan
um
kommunuskuldina og tað
samstarv, sum varð bygt
upp í hesum tíðum, varð
mett at vignast so væl, at
ynskiligt var at halda fram
við samstarvinum og sum
førdi við sær stovnaðin av
felagsskapinum 10. juni
1999.
Kommunusamskipan
Føroya byggir felagsskapin
um hægst 9 eindir ella økir,
sum kommunuálitið byggir
á og sum er nevnt í
gul/grønu »Niðurstøða og
tilmæli« frá kommunu-
nevndini
í
sept.1998.
Hetta merkir ikki, at felags-
skapurin byggir virksemi
sítt á kommunusamanlegg-
ingar, men heldur leggur
stóran dent á fáa komm-
unurnar at samstarva í
størri eindum fyri at styrkja
nærumhvørvið og virka
fyri, at avgerðirnar verða
tiknar so nær borgaranum
sum gjørligt.
Sentraliseringin, sum fer
fram um allan heimin, har
alt virksemi og við tí sum
harav fylgir, flytir til høv-
uðsstaðarøkini, er eisini
galdandi hjá okkum. Sjálv-
sagt eru vit góð við okkara
høvuðsstað og skulu skapa
møguleikar fyri at hann er
vælvirkandi sum høvuðs-
staður, men er eisini rætt at
arbeiða fyri, at fólk fram-
vegis verður búgvandi úti
um landið og skapa fyri-
treytir fyri hesum. Vit eiga
nógv vælútbúgvin fólk og
eiga tí eisini at skapa
møguleikar fyri, at hesi
kunnu virka í teim økjum,
har tey sjálvi búgva.
Kommunusamskipanin
arbeiðir í løtuni saman við
landsstýrinum um at fáa
greitt ábyrgdarbýti millum
land og kommunur og í
hesum sambandi verður
virkað fyri, at fleiri máls-
økir verða flutt frá lands-
umsitingini til kommun-
urnar at umsita. Fyri at
kommunurnar skulu hava
førleika at umsita stór og
tung málsøkir, sum t.d.
skúlamál, heilsumál og so-
sialmál fyri at nevna nøkur,
so er neyðugt hjá kommun-
unum at samstarva um hesi
málsøkir í hóskandi eind-
um.
Tá kommunurnar yvir-
taka málsøkir frá landinum
at umsita, so merkir tað
samstundis, at kommunur-
nar gjalda har tær valda. Út
frá hesum verður eisini
fylgt neyvt við, hvussu býti
verður millum land og
kommunurnar av skatta-
peninginum,
sum
skal
brúkast til hesa umsiting.
Tá landið kemur at umsita
minni og kommunurnar
meiri, so er greitt, at skatta-
peningur borgarans lutfals-
liga verður býttur eftir
umsiting og ábyrgd og
merkir hetta, at lutfalsliga
verður goldið meiri í
kommunuskatti og minni í
landsskatti, tó uttan at
samlaði skatturin verður
øktur.
Við hesum verður skatta-
peningurin í størri mun,
brúktur nærri borgaranum
og í tí økið, sum hann býr í.
»Við lóg skal land byggj-
ast« og vísandi til stýris-
skipanarlógina, verða flest
allar lógir broyttar soleiðis,
at miðað verður ímóti
einum sjálvstýrandi sam-
felag og eru vit soleiðis í
einari stórari broytingartíð.
Stóra og umfatandi lógar-
arbeiðið, sum verður gjørt í
dag av landsstýrinum og
sum skal setast í verk av
løgtinginum, krevur stórt
hegni fyri at tillaga lógirnar
til okkara samfelag, so tær
verða landið og fólkið at
gagni. Í hesum sambandi
hevur KSF ein týðandi leik-
lut, tá felagsskapurin í stór-
an mun er við í arbeiðnum
og kann gera viðmerkingar
til lógaruppskotini, áðrenn
hesi fara í løgtingið fyri at
verða samtykt og sett í
verk.
Kommunustýrislógin, ið
var sett í gildi 1. januar
2001, setir sera stór krøv til
bý- og bygdarráðslimirnar,
sum persónliga kunna hefta
fyri gjørdar samtyktir, sum
teir hava verið við til og
uttan at neyðug játtan fyri-
liggur til útinnanina av
samtyktini.
Herumframt
eru
krøvini
bæði
til
kommunalpolitikkaran og
umsitinga vorðin alt størri –
bæði frá tí einkulta borgar-
anum, sum av samfelag-
num sum heild.
Í februar mánað í ár,
skipaði KSF fyri, at allir
býráðslimirnir
í
lima-
kommununum
komu
á
skeið í Grenå við serligum
atliti til nýggju kommunu-
stýrislógina, har býráðs-
limirnir vórðu kunnaðir um
arbeiðið sum kommunu-
stýrislimur, hvørja ábyrgd
nevndarlimir og serliga
nevndarformenn hava sam-
bært nýggju stýrisskipanar-
lógini. Flest allir býráðs-
limirnir vóru á skeiðnum,
sum varð mett at vera gott
og gevandi fyri hvønn ein-
stakan luttakara.
Tað er m.a. hetta, sum
KSF arbeiðir fyri og sum
verður lagt í týdningin av at
virka fyri felags áhuga-
málum og størri kommun-
alum sjálvræði.
Allar kommunur kunnu
søkja
um
limaskap
í
Kommunusamskipan Før-
oya – KSF og verður ein
møgulig umsókn løgd fyri
aðalfund, sum er í mars
mánað á hvørjum ári.
Kommunussamskipanin
hevur fingið sær skrivstovu
og fundarhølir í Lucas
Debesargøtu í Tórshavn og
hevur sett skrivara í starv at
samskipa
arbeiðið
hjá
felagsskapinum og vil hetta
soleiðis kunna viðvirka fyri
at røkka endamálinum hjá
KSF.
Kommunusamskipan
Føroya – KSF vil nýta høvi
til at ynskja øllum eitt av
Harranum
vælsignað
nýggjár.
Kommunusamskipanin stóran sam-
felagsligan týdning
Verður tikið saman-
um, kann sigast, at
seinastu fýra árini
hava verið góð hjá
fiskimonnum. Hetta
merkir, at tey eisini
hava verið góð hjá
samfelagnum sum so,
og hava vit enn eina-
ferð fingið váttað,
hvussu nær tengd
gongdin í samfelagn-
um er at gongdini í
okkara høvuðsvinnu
NÝGGJÁRSGREIN
Óli Jacobsen, formaður í
Føroya Fiskimannafelag
FF hevur sagt sáttmálan við
Føroya Reiðarafelag upp.
Sáttmálin
varð
seinast
undirskrivaður í januar
1999 ella fyri skjótt 3 árum
síðani. Ein orsøk til at ikki
varð sagt upp í fjør var, at
bíðað hevur verið eitt eini
almennari
pensjónslóg-
gávu. Men henda tykist
ikki at fara at koma.
Tískil er sáttmálin upp-
sagdur til 1. februar 2002.
Tað er greitt, at nú ongar
samráðingar hava verið í
trý ár, er nóg mikið at taka
upp við reiðararnar. Tað
koma alla tíðina nýggir
spurningar upp, sum greiða
má fáast á. Men tað er
givið, at uttan mun til lóg-
gávu, so er neyðugt at fáa
eina eftirlønarskipan, sum
báðir partar – reiðarar og
fiskimenn – skulu gjalda
til.
Eitt annað mál, sum er
upplagt at taka upp, er túra-
longdin. Sum er, kunnu
menn haldast umborð í 4
mánaðar, og tað er eingin
ivi um, at hetta er ov leingi.
Ikki minst tá menn ofta als
ikki sleppa at nerta land.
Gongdin í farmaflotanum
hevur jú í fleiri ár verið
tann, at útmynstringartíðin
hevur verið stytt. Har verð-
ur tað av øllum pørtum
støðugt viðurkent, at teir
siglandi eisini hava rætt til
eitt heimalív, og tí er tíðin
umborð stytt samsvarandi.
Inntøkur fiskimanna
2001
Vit hava sum vant gjørt inn-
tøkurnar hjá fiskimonnum
upp fyri 2001, og verða tær
fyri teir ymisku bólkarnar
sammettar við undanfarin
ár. Tí ber væl til at síggja,
hvussu gongdin hevur verið
yvir eitt longri tíðarskeið.
Tølini fyri 2001 eru tó
ikki endalig, tí allar avrokn-
ingar nátturliga ikki eru
komnar. Men verður hugt
eftir daginntøkuni, eru tøl-
ini so neyv, at tey kunnu
siga greitt, hvussu gongdin
er í árinum.
Tað er nevniliga daginn-
tøkuni, sum hyggjast skal
eftir. Um sammetast skal
við lønarlagið á landi, so er
ein dagløn hjá arbeiðara við
8 tímum íroknað frítíðarløn
kr. 788. Tað, sum fiski-
menn fáa útyvir hetta, er
endurgjald teirra serstaka
arbeiði, arbeiðstíð og ann-
ars fyri tær umstøður, sum
er galdandi fyri teir, sum
sigla.
Um gongdina í ár kann
sigast, at hon yvirhøvur
hevur verið góð. Veiðan
hevur verið góð yvirhøvur,
og tað sama hava prísirnir
verið. Tó skal sigast, at tað
hevur ikki gingist so væl
hjá rækjuskipunum í ár, og
er hetta fyrst og fremst or-
sakað av teimum lágu
rækjuprísunum, men vón-
andi fara hesir at rætta seg
aftur. Við nýggjum vinnum
er tað ymist, sum tað hevur
vignast. Tað ber soleiðis
ikki enn til at siga, at um-
borðframleiðsla av svart-
kjafti gevur eina rímiliga
úrtøku. Men hinvegin hev-
ur hon givið mongum ung-
fólki møguleika fyri yvir-
høvur at sleppa til skips.
Verður tikið samanum,
kann sigast, at seinastu fýra
árini hava verið góð hjá
fiskimonnum. Hetta merk-
ir, at tey eisini hava verið
góð hjá samfelagnum sum
so, og hava vit enn einaferð
fingið váttað, hvussu nær
tengd gongdin í samfelagn-
um er at gongdini í okkara
høvuðsvinnu.
Fiskimannafelagið sagt sáttmálan upp
Jógvan Martin Olsen
hevur boðsent
tveimum málverjum
afturat til fyrstu
landsliðsvenjingarnar
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Landsliðshópurin, sum nú
fer undir fyrstu venjing-
arnar til komandi undan-
kapping, er nú komin upp á
27 mans.
Upprunaliga hevði Jóg-
van Martin Olsen, sum í
løtuni tekur sær av út-
tøkuni, tikið 24 mans út,
men síðani er Uni Arge
lagstur afturat.
Beint undan jólum varð
so greitt, at Jógvan Martin
hevði tikið enn tveir leik-
arar út, og at talan í báðum
førum var um málverjar.
Nevnliga teir báðar Mein-
hardt Joensen úr KÍ og
Trónd Vatnhamar úr B36.
Ein og Pól Næs Joensen
úr HB, sum var í uppruna-
liga hópinum, teljast teir
báðir millum nýggja ættar-
liðið av málverjum, sum í
hesum árum gera seg gald-
andi í føroyskum fótbólti,
og tað er lítið at ivast í, at
venjarin við hesum hevur
tikið atlit til spurningin um,
hvør skal verja føroyska
málið, tá teir báðir Jákup
og Jens Martin eina ferð
velja at leggja handskarnar
á hillina.
Felagið hjá Julian
tapti undan nýggjárs-
leitinum, men hevur
nú leitað sær styrk til
seinnu kappingar-
hálvu
ONGLAND
Jákup Mørk
Hull tapti fyri fimtu ferð í
ár á útivølli, tá teir fyri
nýggjár splædu ímóti Kidd-
erminster, har navnframi
Jan Mølby er venjari.
Mølby hevur millum
annað gjørt sær dælt av
»navni« sínum á tann hátt,
at hann hevur fingið onkrar
frægar danskar leikarar til
felagið, og júst ein av hes-
um, Bo Henriksen, var
maðurin, sum legði fyri við
málskjótingini í fyrra hálv-
leiki.
Í seinna hálvleiki fullu
tvey mál afturat, og bæði
átti heimaliðið, so endaliga
úrslitið av dystinum varð 3-
0. Eitt tap, sum merkti, at
Hull nú er á fjórða pláss-
inum á stigatalvuni, har
frástøðan upp til beinleiðis
uppflytingarplássini gerst
alsamt størri.
Annars skuldi Hull eisini
spæla nýggjársdag, men
orsakað av kava varð dyst-
urin móti Hartlepool útsett-
ur.
Styrkja liðið
Tað verður ikki sagt, um
tað eru væntandi úrslit,
sum eru atvoldin, men í
øllum førum hevur venjarin
hjá Julian og teimum, Brian
Little, nýtt høgtíðina til at
styrkja sær um verjupartin.
Hull hevur gjørt sáttmála
við 33 ára gamla australska
verjuleikaran, Jason van
Blerk. Van Blerk hevur
áður leikt við Millwall,
Manchester
City, West
Bromwich og Stockport,
men sáttmálin við seinasta
nevnda felagið er lokin, og
tí skuldi Hull einki rinda
fyri leikaran, sum í fyrsta
umfari hevur fingið sátt-
mála fram til summar.
Van Blerk hevur áður
leikt undir Brian Little, tá
hesin var venjari í West
Bromwich, og sigur nýggi
leikarin, at tað fyrst og
fremst er venjaranum at
takka, at hann hevur gjørt
av at koma til Hull at royna
seg.
Sum kunnugt varð árliga
sjómanskappingin í fótbólti
hildin í KÍ høllini beint fyri
nýggjár, har fótbóltsglaðir
sjómenn kundu hita upp til
aðalfundin.
Somikið væl hevur kapp-
ingin verið umtókt, at
fiskamannafelagið
í
ár
hevði gjørt av at flyta
aðalfundin til kappingina
fyri at fáa betri undirtøku,
og undirtøkan til sjálva
kappingina var eins stór, og
hon vanliga er.
Tá avtornaði, hevði línu-
og garnabáturin, Maskot av
Toftum, vunnið kapping-
ina, og vardu teir sostatt
heitið, sum teir vunnu sær í
2000.
Á øðrum plássi kom trol-
báturin, Varðin, av Viða-
reiði,
meðan
Morgun-
stjørnan av Eiði, sum van-
liga roynir við línu, gjørdist
nummar trý.
-jm
Enska 3. deild
v
t
d
v -
j -
t
mál
mál
+/-
stig
1 Plymouth
25
15 -
7 -
3
36
15
21
52
2 Luton
25
15 -
4 -
6
49
32
17
49
3 Mansfield
24
13 -
5 -
6
38
26
12
44
4 Hull C.
24
11 -
8 -
5
37
25
12
41
5 Rochdale
24
11 -
7 -
6
34
27
7
40
6 Shrewsbury
25
11 -
6 -
8
35
28
7
39
7 Cheltenham
25
10 -
9 -
6
37
33
4
39
8 Scunthorpe
24
10 -
8 -
6
42
28
14
38
9 Kidderm.
23
10 -
5 -
8
27
21
6
35
10 Exeter
25
9 -
7 -
9
27
39
-12
34
11 R&D
25
8 -
9 -
8
28
27
1
33
12 Hartlepool
24
9 -
5 -
10
31
23
8
32
13 Southend
25
9 -
4 -
12
29
30
-1
31
14 Swansea
25
8 -
7 -
10
33
37
-4
31
15 Leyton O.
25
8 -
6 -
11
38
41
-3
30
16 Oxford Utd.
25
7 -
8 -
10
33
33
0
29
17 Darlington
23
8 -
5 -
10
27
32
-5
29
18 Lincoln C.
24
6 -
10-
8
25
30
-5
28
19 Bristol R.
24
7 -
6 -
11
22
30
-8
27
20 Macclesfield
25
6 -
9 -
10
23
32
-9
27
21 Torquay
25
6 -
6 -
13
21
37
-16
24
22 York
23
6 -
5 -
12
27
41
-14
23
23 Carlisle
23
4 -
8 -
11
19
30
-11
20
24 Halifax
24
4 -
8 -
12
18
39
-21
20
Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (Hull C.)
Striltið hjá Hull
Tveir málverjar til landsliðið
Sjómanskappingin
Mascot av Toftum gjørdist aftur í vinnari av sjómanskappingini
Varðin av Viðareiði gjørdust akkurát ov stuttir, og máttu taka til takkar við øðrum plássinum
Morgunstjørnan av Eiði gjørdist hesa ferð nummar trý
Nr. 2 • fríggjadagur • 4. januar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
23