Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-26, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2010síða 39

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 26. mars 2010 Seinnapartin í morgin fell­ ur avgerðin í kappingini um føroyameistaraheitið í mansflogbólti, tá SÍ og Mjøl nir spæla triðju og av gera ndi finaluna á Gilja­ nesi Nú er bara ein kjansur eftir, og sein­ na partin í morgin stendur vinn a rin eftir við øllum. So einfalt er tað, tá SÍ og Mjølnir í morgin klokkan 15.30 fara á vøllin í ítróttarhøllini í Giljanesi at spæla triðju og altavgerandi finalu na um føroyameistaraheitið í Eik­ l iguni hjá monnum. Fyrru finalurnar vóru á Eiði fyri viku síðani, og tá vann SÍ leygardagin og Mjølnir sunnudagin. Í báðum før­ um var talan um fimmsettarar, so alt bendir á ein javnan og spennandi dyst, nú avgerðin skal falla. Væl fyrireikaðir – Vit hava vant á Giljanesi alla viku­ na, so vit eru væl fyrireikaðir. Nú tað gjørdust tríggir dystir, eru vit sjálvandi sera fegnir um, at vit vun­ nu síðsta dystin í lands kapp ing ini, so vit ikki skuldu til Klaksvíkar at spæla henda dystin. Gamaní, plaga vit at spæla í Sørvági, men vit trívast eisini á Giljanesi, sum verður okkara heimavøllur í morgin, sigur spæl­ andi venjarin hjá sørvingum, Ragnar í Haraldsstovu. – Eg haldi, at vit síggja ljóst upp á tað, og menn tykjast sera uppsettir. Vit ætlaðu at avgera tað við tveim­ um dystum, men nú skulu vit so vísa, at vit í øllum førum eru førir fyri at gera tað í triðja dystinum í staðin. Helst fara vit at spæla nøkulunda upp á sama máta, sum vit gjørdu á Eiði, men sjálvandi verða onkrar juster ingar. Avgerandi formur Ein av spælarunum hjá Mjølnir er Eyð stein Elttør, sum spælir libero, og hann væntar, at avgerandi fyri úr slit­ ið í dystinum í morgin verður, hvat av liðunum megnar at vísa besta dags formin. – Liðini kennast so væl og hava spælt so nógvar dystir ímóti hvørj­ um ø ðr um, at tað snøgt sagt snýr seg um, hvør er betur fyri júst nú. Hjá okkum hava venjingar verið trý kvøld í hesi vikuni, og í kvøld verður tað meira tað taktiska, sum skal fí n­ pussast, og kanska verður hugt at onkr um upptøkum, sigur Eyðstein Elt tør. – Men eru øgiliga spentir, tí hetta er ein hin størsti dysturin, sum kann spælast. Vinnarin verður føroya­ meist ari og størri fær tað ikki verið. Og so vóna vit sjálvandi, at nógv fólk kemur vestur við okkum, tí tá vit spældu á Eiði, valdu mong heldur at lurta eftir tykkum, ið varpaðu út. Men nú vóna vit, at tey koma við í stað in, so vit kunnu fáa allan tann stuð ul, vit hava brúk fyri. Nú rúka tey stóru Í morgin verða átta dystir í kappingini um Løg manssteypið, og longu frammanundan kann sigast, at onkur av teimum stóru steypa lið­ unum rúka út Fyrsta umfar í steypakappingini hjá monnum er í morgin, og flestu eygu munnu vera vend ímóti dystunum millum nøkur av størru feløgunum, sum bres­ ta saman. Soleiðis er greitt, at bara annaðhvørt HB ella B36 koma víðari, eins og bara EB/ Streym ur ella NSÍ, sum møtast í Streym nesi, gera tað. Eisini sleppa uppflytararnir úr B71 at royna seg ímóti steypa vinn ar u­ num frá í fjør, Víkingi. Tey, sum búgva í høvuðs stað­ num og hava saknað fótbóltin illa í vetur, kunnu fara til ikki færri enn tríggjar dystir, tí teir eru lagdir soleiðis, at tað ber til at fara til tann fyrsta longu klokk an 13 og so halda fram, til tann síðsti er liðugur fram ímóti klokkan 19. Ein fjórði dystur skuldi eisini verið í Havn, har Undrið up p­ runa liga hevði heimavøll ímóti ÍF, men tey bæði feløgini hava býtt um, so spælt verður í Fugla­ firði í staðin. Hetta er annars ein av teimum dystunum, har ann­ að liðið er stórfavorittur, og tann leikluturin hjá ÍF minkar væl ikki, nú liðið eisini fekk heimavøll. Somuleiðis má FC Suðuroy met ast sum favorittur ímóti Skála. Tað er B68 vælsaktans eisini ímóti 07 Vestur, ið flutti nið ur í fjør, og AB á sama hátt ímóti hinum niðurflytaranum frá í fjør, KÍ. Ein av dystunum, ið hinvegin kann vera ein forpremiera til topp dyst í næstbestu deildini, er tann millum FC Hoyvík og TB, sum eru tvey av fýra feløgum, sum kunnu flyta upp við kapp­ ingar lok, tí ikki færri enn seks av 10 liðum í 1. deild eru eykalið hjá Vodefone­feløgum. Teir átta vinnararnir í steypa­ dyst unum í morgin koma víðari í fjórðingsfinalurnar, og tá verð­ ur aftur lutakast um, hvussu lið­ ini møtast. einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Dystir um vikuskiftið Flogbóltur Triðja FM-finala, menn 27/03 15.30 SÍ­Mjølnir Giljanes Fótbóltur Løgmanssteypið 27/03 13.00 FC Hoyvík­TB Jóhan Petur Michelsen 27/03 14.00 ÍF­Undrið Alex Troleis 27/03 14.00 FC Suðuroy­Skála Lars Müller 27/03 15.00 HB­B36 Petur Reinert 27/03 15.00 B71­Víkingur Eiler Rasmussen 27/03 15.00 EB/Streymur­NSÍ Páll Augustinussen 27/03 15.00 B68­07 Vestur Dagfinn Olsen 27/03 17.00 AB­KÍ Ransin Djurhuus einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Endabresturin á Giljanesi Rás 2 sigur frá Í morgin klokkan 15.00 byrjar Rás 2 at senda í sambandi við avgerandi FM­finaludystin hjá monnum í flogbólti, sum verður millum SÍ og Mjølnir. Og tá dysturin fer í gongd, fara Hilmar Jan Hansen og Hans Fróði Jensen at fylgja við dystinum frá byrjan til enda. Aftaná verða sjálvandi samrøður og beinleiðis sending frá steypa­ og heiðursmerkjahandanini á Giljanesi. Mynd: Álvur Haraldsen