Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-26, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2010síða 38

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fótbóltur 2010 Sosialurin • LÝSINGAR UM AI • Leiðsluhátturin Viðurkennandi leiðsla gongur í stuttum út uppá at geva tí gætur, ið virkar sum t.d.: góð úrslit – ágrýtni hjá tær at leiða, og ágrýtni hjá tínum starvsfólki at fáa sum mest burturúr. • Á skeiðnum verður arbeitt við AI hugsunarhátti­ num, spyriteknikkum, implementering, sparring v.m. fyri at seta fokus á tað, sum virkar og á henda hátt venda ofta negativu tilgongdini Skeiðið vendir sær serliga til • Leiðarar, ið hava ábyrgd av at menna starvsfólka­ styrkina í síni fyritøku/deild. • Leiðarar, ið vilja bjóða sær sjálvum og starvsfólk­ unum av, og á henda hátt viðvirka til, at bæði leið­ arin og starvsfólkið geva tað besta fyri fyritøkuna. Tín úrtøka • Skeiðið gevur tær innlit í grundhugtakið og tilgongd­ ina í Viðurkennandi leiðslu • Tá skeiðið er liðugt, hevur tú fingið nøkur am­boð, soleiðis at tú er før/førur fyri at seta í gongd viður­ kennandi leiðslu í tíni fyritøku/deild. Sum leiðari fært tú hesi amboð til tess at loysa hesar spurningar • Hvussu fái eg skapt ágrýtni millum starvsfólki – við bert at tey luttaka í AI prosessini • Hví er tað meira umráðandi at gerast klókur av góðum úrslitum enn klókur av feilum • Hvussu vendi eg hugsunarháttinum hjá hvørjum einstøkum starvsfólki til at síggja, at broyting kann verða menning, og hvønn týdning menningin kann hava fyri tað einstaka starvsfólki • Hvussu eg sum leiðari ansi eftir, at míni starvsfólk fáa part (og harvið gerast ágrýtin) í menningini innan arbeiðsplássið • Hvussu eg sum leiðari sjálvur arbeiði við at ger­ ast betri til at geva tí einstaka starvsfólkinum viðurkenning. Somuleiðis eisini hvat slag av sam­ skifti, prosessir og handlingar hetta viðførir • Um eg sum leiðari seti AI prosessina í gongd, hvussu kann eg tá finna styrkina – ístaðin fyri mótstøðuna í teimum ivamálum og ósemjum, ið nátúrliga koma fyri í eini framfýsnari fyritøku. Tíðarskeið: 19.­21. apríl 2010 frá kl. 09.00­16.00 Skeiðshaldari: Skeiðsdepilin Stað: Hotel Hafnia, Parnassi Kostnaður: Kr. 8.500 Undirvísari og vegleiðari: Hans Thomsen, ráðgevi innan leiðslu og undirvísari á Erhvervsakademiet Copenhagen Business, Diplomuddannelserne Skeiðsleiðari: Marin Vang Skeiðssamskipari: Randi Røsvik, Skeiðsdepilin Tilmeldingarfreist er 8. apríl 2010. Lesið meira um skeiðið á www.sd.fo ella ringið 318813. Tilmeldast kann beinleiðis á heimasíðuni. SkeiðsDepilin – So fært tú neyðuga førleikan sd.fo Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri. S ke i ð s D e p i l i n | M a r k n a g i l s v e g u r 7 5 | p o s t b o k s 3 2 3 9 | F O – 110 T ó r s h a v n | t e l 318 813 | f a x 313 374 | i n f o @ s d . f o Viðurkennandi leiðsla – Appreciative Inquiry (AI) Sosialurin / KvR 34 18 00 Finn tínar styrkir við AI! Karaoke-barr