fríggjadagur 26. mars 2010síða 40
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 24. mars 2010 – Nr. 58
Liðformaðurin hjá Stjørnuni, Una Olsen,
kun di eftir dystin taka ímóti enn einum
stey pi, tá hon fekk føroyameistarasteypið
hand að uppi á pallinum, ið bleiv rigg að
u r til í skundi. Frammanundan hevur hon
eisini tikið ímóti steypinum í CocaCola
kapp ingini, so hetta hevur verið eitt gott
kapp ing ar ár hjá Stjørnuni:
– Sjálvandi hevur hetta kappingarárið
ver ið betri hjá okkum, enn tað í fjør, men
eg vil allíkavæl siga, at tað var spell, at
tað skrædnaði so tíðliga í ár. Tjaldur er
eitt gott lið og hevur givið okkum ein
skarp an gang, men tað hevði verið stutt
ligari, um eini tvey lið aftrat bjóðaðu av,
sigur hon.
Um henda síðsta dystin helt hon, at
tekn isk ir feilir frá Stjørnuni gjørdu, at tað
gjørd ist ríkiliga spennandi.
– Eg vil siga, at tað var ótrúliga deiligt,
at vit ikki gjørdu tað meira spennandi,
enn tað bleiv, tí hetta var alt ov spenn an
di. Vit gjørdu nógvar tekniskar feilir og
fingu eitt sindur av gummiørmum, með
an tær komu nærri og nærri, samstundis
sum vit bara ikki fingu mál. Men tíbetur
kom hol á, og so kundu vit koyra tað
heim, sigur Una Olsen.
hil
Eftir at FM-steypið síðsta árið hevur
stað ið í Runavík, er tað komið aftur
til Klaksvíkar. Hetta gjørdist greitt,
tá Stjørnan í gjárkvøldið eisini
vann aðru finaluna ímóti Tjaldri
Stjørnan vant týskvøldið burtur úr Tjaldri í Runa
vík og vann við 14 málum, og eftir fyrra hálv leik í
Klaksvík í gjárkvøldið bendi alt eisini á, at sigurin
hesa ferð fór at gerast líka trivaligur, tí hálv
leiksstøðan var 148 til Stjørnuna, sum hevði
fingið nógv at rigga, meðan mestsum ein ki
riggaði hjá Tjaldri.
Men fram ímóti steðginum sá út til, at verjan
hjá Tjaldri byrjaði at koyra betur, og eftir steðg in
vísti liðið tað verjuspælið, sum var ein stór orsøk
til føroyameistaraheitið í fjør. Tjaldur stong di av,
so Stjørnan ikki slapp til nakað sum helst, og
fyrsta korterið av seinna hálvleiki skor aði Tjaldur
átta ferðir og Stjørnan bara tvær ferðir – og tá
klokkan á vegginum vísti 13:46, var Adina Petrea
á blettinum, og so stóð brád liga á jøvnum, 1616.
Hetta kløkkaði heimaáskoðararnar, tí fáur
hevði roknað við, at dysturin skuldi fáa slíka vend.
Men so mentist Stjørnan spakuliga og byrj aði
aftur at skora. Tá Joan Midjord Joensen við einum
skjótum fótskifti snýtti Tjaldursver j u na og
skoraði til 1916, líktist dysturin aftur sær sjálvum.
Greipan til Klaksvíkar
Tjaldur kom ongantíð afturíaftur, og tað endaði
við enn einum greiðum sigri til Stjørnuna, ið
vann við átta málum, tá avtornaði. Breiddin hjá
klaksvíkskvinnum var enn eina ferð munurin, tí
Stjørnan kundi alla tíðina seta úthvíldar spæl
ar ar inn, samstundis sum tær føstu hjá Tjaldri
bara møddust.
Rómurin var øgiligur, tá dysturin endaði og
feg nu Stjørnufjeppararnir tustu inn á vøllin.
Enn eina ferð hevði tað eydnast felagnum at
vunn ið eitt meistaraheiti, sum er tað áttanda í
røð ini, heitið hesa ferð var bara undirstrikingin
av einum fantastiskum kappingarári hjá klak s
víks kvinnum.
Stjørnan hevur í ár eisini vunnið steyp a
kapp ing ina, so greipan endaði altso í Klaksvík.
Og í føroyameistarakappingini hava tað síðstu
sjey árini bara verið Tjaldur í fjør og VB í 2005,
sum hava brotið sigursrøðina hjá Stjørnuni!
Stjørnan-Tjaldur 27-19 (14-8):
Stjørnan aftur føro
Stjørnan – føroyameistari
og steypavinnari 2010
Aftast frá vinstru: Jógvan L. Nolsøe,
Morten Hust Petersen, Ella Petersen, Valentina
Suciu, Durita Christophersen, Durita Ljósstein,
Diana Poulsen, Anna Kristina Samson, Edit
Hansen, Simona Petersen, Sylvan Jakobsen.
Fremst frá vinstru: Judit Hansen, Annika
Ljósstein, Joan Midjord Joensen, Kristina
Griksaite, Kristina Mikkelsen, Bára Skaale
Klakstein, Una Olsen. Sitandi fremst: Maria
Ziskason
Myndir: Álvur Haraldsen
Saknar fleiri
avbjóðarar
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
Byrsumúli fyllir runt
Í morgin eru 30 ár liðin, síðani Veiðifelagið Byrsumúli
varð stovnað, og hetta verður hátíðarhildið á
skjótibreytini í Sandvíkum, sum millum annað verður
opin fyri almenninginum, umframt at ymisk tiltøk verða.
Lagt verður fyri klokkan 10 við tveimum framsýningum,
fyrst við Trapskjóting og hálvan tíma seinni við Skeet
skjóting. Aftaná kunnu fólk sleppa at royna seg,
umframt at kaffi og køkur eru at fáa á staðnum.
Nýggj várkapping
Veiðifelagið Byrsumúli fer leygardagin 10. apríl at hava
ta fyrstu útgávuna av einari nýggjari várkapping, sum
ætlanin er at hava á hvørjum ári. Hetta verður ein
kombinerað Trap og Skeetkapping, har skjótast skulu
trý umfør, sum telja 25 dúgvur hvørt. Skjúttin kann so
sjálvur velja, hvørjari grein hann skjýtar tvey umfør av.
Steyp eru til tríggjar teir fremstu skjúttarnar, og vinnarin
fær somuleiðis ferðasteyp.