fríggjadagur 26. mars 2010síða 40
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Fótbóltur 2010
Sosialurin
Gunnar Nielsen
byrjaði sítt uttan
lands ævintýr á
Hesselgodsskúl
anum í Danmark.
Men tá var
dreymurin um
Premier League
fótbólt eitt sindur
langt burturi
– Tað var eitt sindur av tilvild, at eg fór júst
á Hesselgods, men eftir at eg kom til Frem
og serliga Blackburn, havi eg allatíð havt
hendan dreymin, sigur Gunnar Nielsen, sum
ásannar, at mál hansara sum fótbóltsspælari
hava broytt seg við tíðini.
– Eg havi regulerað málini hjá mær, alt
eftir hvussu langt eg eri komin, og nú tá eg
eri triði málmaður í Manchester City, vil eg
gjarna blíva annar málmaður, sigur Gunnar.
Herfyri stóð triði málmaðurin hjá Chelsea
í mál, tá teir spældu í Champions League
ímóti Inter, tí hinir báðir vóru skaddir, og tí
spurdu vit Gunnar, um hann ongantíð tekur
seg sjálvan í at vóna, at málmennirnir hjá
City blíva skaddir.
– Nei, sjálvandi vóni eg ikki, at teir blíva
skaddir, men onkuntíð hugsi eg, at høvdu
teir bara fingið krím í eina viku, so hevði
tað verið feitt at sloppið at spælt, sigur
mál verjin, ið ásannar, at í fótbólti kann tað
ganga skjótt hvønn vegin.
– Hatta vísir bara, hvussu skjótt tað
gongur. Tað kann gott vera, at tað er langur
vegur sum triði málmaður, men tað vendir
so skjótt. Áðrenn eg veit av, kann eg sita
á bonkinum í Premier League, so kann alt
henda.
Spæla á hægsta stigi
Jákup Mikkelsen legði handskarnar á hillina
sum landsliðsmálmaður í fjør. Gunnar Nielsen
hevur í eina tíð verið næsti málmaður, og tí
er nærliggjandi at hugsa, at hann verður
fyrsta val frameftir.
– Eg havi altíð havt sum mál um at blíva
fastur spælari á landsliðnum. Eg havi spælt
á U21-landsliðnum og føldi, at tað gekk væl.
Eisini spældi eg ein A landsdyst ímóti Íslandi
í fjør, og tá helt eg eisini, at tað gekk væl. So
eg vóni tað besta, sigur Gunnar.
Hann hevur seinnu árini ikki spælt fyrsta-
liðsfótbólt, men er greiður yvir, at tað má til,
um hann skal kunna spæla seg til eitt fast
pláss á landsliðnum.
– Fram til í summar verði eg nokk verandi
her, og hendir nakað, so hendir tað. Men eftir
summarið vil eg gjarna sleppa at spæla. Eg
fari fyri summarfrítíðina at práta við City
um, hvat skal henda. Nú havi eg vant á
høg um stigi leingi, og tað er eitt náttúrligt
næsta stig at sleppa at spæla. Tað er eisini
týdningarmikið, um eg skal vinna mær fast
pláss á landsliðnum, at eg regluliga spæli
dystir á høgum stigi, sigur Gunnar um fram-
tíðina.
Millum heimsstjørnur
Millum spælararnar í Manchester City ery
stjørnur sum Carlos Tevez, Craig Bellamy,
Em manuel Adebayor, Micha Richards og
fleiri aðrir, men Gunnar, sum sær hesar
spæl arar dagliga, er ikki líka imponeraður
sum vit onnur.
– Tað er spennandi í byrjanini. Tað var
eisini eitt stórt stig, tá eg fór frá Frem
til Blackburn. Har vóru menn sum Benni
McCarthy og Morten Gamst Pedersen. Í City
eru enn størri stjørnur, men eg havi vant meg
við tað, sigur málverjin.
– Eg veit, at um eg skal hava nakran
møguleika, so má eg halda meg framat
og tora at rópa til venjing, og tá ger tað
mær tað sama, um mennirnir eita Bellamy,
Adebayor ella Tevez.
Gunnar heldur, at tað eru heldur ikki
stundir at seta seg niður at hugsa um støð-
una, ein er komin í, hóast liðfelagarnir eru
heimskendir.
– Eg hugsi faktist slett ikki yvir tað. Tá
vit hugna okkum eftir venjing, so kennist
tað bara púra vanligt, men eg dugi væl
at síggja, at tá eg tosi við vinmenn, so
hugsa teir øðrvísi enn eg og halda, at tað
er stórt og feitt. Meg tá eg eri í tí, so hugsi
eg ikki um tað, sigur Gunnar um at spæla
saman við nøkrum av heimsins allarbestu
spælararum.
Álit frá Mancini
Fleiri av viðspælararunum hjá Gunnari í
Manchester City hava verið nógv frammi
í miðlunum, men hóast søgurnar mangan
kunnu vera ógvusligar og skandalukendar,
er tað ikki nakað, ið tykist ávirka teir nakað
serligt.
– Teir tosa sjálvandi um tað, men sum
heild verður ikki tosað so nógv um tað. Menn
eru professionellir og koyra á til venjing. Eg
haldi ikki, at tað ávirkar teir so nógv, sigur
Gunnar.
Fyrr í ár bleiv Mark Hughes koyrdur sum
venjari í Manchester City, og í hansara stað
kom fyrrverandi Inter-venjarin, Roberto
Mancini. Hóast tað var Mark Hughes, sum í
síni tíð fekk Gunnar til Blackburn og seinni
eisini til Manchester City, so hevur Mancini
stórt alit á Gunnar.
– Eg var triði málmaður áðrenn og eg
eri triði málmaður enn. Men eg eri kanska
enn meiri ein partur av liðnum nú, tí Mancini
brúkar tríggjar málmenn til dystirnar. Eg
eri við til allar dystirnar og venji fast við
fyrstaliðnum. So tað er størsti munurin fyri
meg, sigur Gunnar um sína egnu støðu í
Manchester City.
Mugu vísa tol
Málverjin, sum hevur sínar fótbóltsrøtur í
HB, er tann føroyski fótbóltsspælarin, ið er
komin enskum toppfótbólti tættast. Men
hann heldur, at ov nogvir føroyskir fót-
bóltsspælarar eru ov ótolnir og ov skjótir at
venda heimaftur.
– Persónliga vil eg gjarna, at føroyskur
fótbóltur kemur so langt sum gjørligt, eins
og landsliðið eisini ger tað. Eg haldi, at
umbosmaðurin hjá mær hevur givið nógvum
spælararum møguleikar uttanlands, men
teir eru ov skjótir at vilja sleppa heim, sigur
Gunnar.
– Tað er hart í fótbóltsheiminum. Tað
nyttar einki at vilja tað, og so fara heim, tá
tað gongur tær ímóti, tí tú mást veruliga
vilja tað. Tak eitt nú Wayne Bridge, sum
ikki hevur havt tað lætt, samstundis sum
øll kenna til hansara privatlív. Soleiðis er
fótbóltur, tí tað er hart.
Føroyskir spælarar hava ofta fingið
at vitað, at teir eru ov skjótir at venda
heimaftur, tá tað gongur teimum ímóti.
Gunnar vísir at enda á, at tað krevur veru-
ligan vilja, um tú vilt koma langt.
– Tað er ov trygt í Føroyum, tí har kennir
tú alt og øll. Skalt tú spæla í einum stórum
felag, so skalt tú kunna fara til Old Trafford
og Emirates Stadium, har tað er óndur
stemningur ímóti tær, og allíkavæl spæla
væl, sigur hann.
– Tað snýr seg um at kunna fara í tað
ókenda, men framvegis at kenna seg
trygg an og spæla væl. Hetta við at venda
heimaftur, tá tað gongur illa, dámar mær
einki. Tú noyðist at ofra nakað, um tú vilt
nakað, tí tað nyttar ikki at fara heim til
mammu í heilum.
Gunnar nærkast
Premier League