Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-26, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2010síða 41

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 24. mars 2010 – Nr. 58 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 41 Vit ætlaðu meira í ár Kvinnurnar hjá Tjaldri máttu eft­ ir dystin í gjárkvøldið finna seg í at vera áskoðarar, meðan tær hjá Stjørnuni og allir norð oy ing­ ar nir fegnaðust um før oya­ meistaraheitið. Ein av spælar­ unum var Annika Thomsen, sum stað festi, at hetta gjørdist ikki kapp ingarárið hjá Tjaldri. – Vit vildu sjálvandi ynskt, at tað vóru vit, sum vóru so glaðar, sum tær eru nú. Vit vita jú, hvus­ su stuttligt tað kann vera, tí fyri einum ári síðani vóru tað vit, ið fegn aðust, segði Annika, ið við­ gong ur, at tingini ikki gingu tann vegin, Tjaldur vildi hava tey at ganga í vetur. – Nei, vit ætlaðu at stíla hægri í ár enn í fjør, men stórar út skift­ in g ar hava merkt okkum. Onkrar hava verið skaddar og onkur upp á vegin, so tí hava vit havt trupult við at fingið spælið nóg flót andi. Hinvegin var hon errin av, at Tjald ur kom so væl aftur í dysti­ num í gjárkvøldið, tá tað mitt í sein na hálvleiki eydnaðist at koma upp á javnt. – Vit fingu verjuna at koyra væl, umframt at vit fingu tey mál ini, sum annars hava mangl­ að. Men tað rakk bara ikki alíka­ væl. Tær hava munin, tí tær kunnu alla tíðina skifta út og seta spælarar inn, sum hava orku na. Tað kunnu vit ikki, sigur Annika. hil Eitt Tjaldur í maskinuna Ein av royndu spælarunum hjá Stjørnuni, Annika Ljósstein, sum serliga ger vart við seg í verjuni, ásannaði eftir dystin ímóti Tjaldri í gjárkvøldið, at tað bleiv meira spennandi, enn ætlanin var: – Nei, hetta høvdu vit ikki ætlað. Vit høvdu ætlað at koyrt tað trygt heim, men har kom eitt Tjaldur í maskinuna. Men nú liðugt er, er hetta bara heilt ótrúligt. Tað hevur verið keðiligt, at meistaraheitið hevur verið í Runavík, men nú er tað so komið heimaftur, segði hon. – Tað gjørdi tað ikki verri, at vit máttu kempað eitt sindur meira fyri tí nú ímóti endanum. Hetta hevur verið eitt gott kappingarár, men tað hevur verið keðiligt, at mótstøðan ikki hevur verið so stór í ár. Tað er altso ikki so stuttligt at vinna í heilum við 10­15 málum. hil Tann av útispælarunum hjá Stjørnuni, sum helst hevur havt størsta týdn­ ingin fyri, at liðið nú aftur er á ovastu rók, er óivað Simona Petersen, sum má vera favorittur at gerast ársins spæl ari hjá kvinnum í vetur. Hon var øgi liga fegin eftir dystin í gjárkvøldið. – Eg haldi, at eg eri glaðari enn van ligt fyri hetta meistaraheitið, og tað kemst kanska av, at vit taptu í fjør. Men nú hava vit so fingið hetta steyp ið aftur, sigur Simona, ið við­ gong ur, at hon sjálv eisini hevur havt eitt gott kappingarár: – Jú, tað kanst tú gott siga, at hetta hev u r verið eitt gott ár hjá mær. Hetta er kanska ikki mítt besta ár, síðani eg kom til Føroya at spæla hond bólt, men hetta hevur nokk verið tað næstbesta. Hó ast Stjørnan hevur verið oddalið tað mesta av tíðini og serliga ímóti enda num vísti seg at vera í serflokki bes ta liðið, heldur Simona Petersen ikki, at greipan hevur givið seg sjálva. – Eg haldi, at vit alla tíðina hava kent trýst ið frá Tjaldri, men tá tað ráddi um ímóti endanum, haldi eg, at vit vís tu, at vit hava besta liðið, sigur hon. Formaðurin í Stjørnuni, Kristoffur Ragnarsson, viðgekk eftir dystin, at tá Tjaldur kom upp á 16­16 mitt í seinna hálvleiki, fór hann at hugsa um pengakassan. Hevði Tjaldur vunnið í gjárkvøldið, hevði ein triði finaludystur verið leygardagin, og tað hevði sjálvsagt givið Stjørnuni klingandi krónur í kassan… – Tað kanska hevði verið gott fyri kassan, men var ringt fyri nervarnar. Nú havi eg ikki so øgiliga gott hjarta, so eg var eitt sindur bangin, viðgekk Kristoffur, ið annars ikki spardi upp á rósurnar til kvinnurnar hjá Stjørnuni, ið hava vunnið alt í ár. – Kvinnurnar eru ótrúligar, og tað eru bara bestar. Eg skal einki taka frá Tjaldri, men eg haldi, at okkara kvinnur eru bara tað betri. Hetta hevur verið eitt ótrúligt kappingarár, sum úrslitið eisini vísir, men tað er gott, at vit hava fingið føroyameistarasteypið aftur í húsið. Eg havi saknað tað. Kristuffur vil ikki siga so nógv um, hvussu tað fer at síggja út hjá Stjørnuni næsta kappingarár, men hann væntar, at liðið fer at hava somu breidd og kanska heldur verður betri, enn nakað annað. hil Hart fyri eitt veikt hjarta oyameistari Kent trýstið alla tíðina hil Ljósið á Hálsi Seinnapartin í morgin hevur fimleikafelagið Ljósið árligu framsýningina hjá felagnum. Lagt verður fyri klokkan 14 við teimum yngru liðunum, og klokkan 18 verður so framsýning fyri teimum eldru liðunum. Limatalið er í vøkstri, og tí er neyðugt hjá Ljósinum at hava tvær framsýningar. Fleiri hundrað íðkandi hava verið í gongd í vetur, og felagið hevur einar hálvthundrað leiðarar at taka sær av mongu fimleikarunum. Ítróttarferðsla Tvey stór tiltøk í Havn í morgin – stuðulstiltak á Tórsbreyt klokkan 13 og fimleikaframsýning á Hálsi klokkan 14 – ávirka ferðsluna, so tí verður onnur vegbreytin á Hvítanesvegnum/Ringvegnum niðan til rundkoyringina við Sundsvegin stongd millum klokkan 13.10 og 13.20. Politi og hjálparfólk dirigera ferðsluni frá rundkoyringini við Sundsvegin og oman eftir Ringvegnum, meðan ferðslan frá Hvítanesvegnum verður send yvir við Strond.