fríggjadagur 26. mars 2010síða 41
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
41
Fótbóltur 2010
Sosialurin
Fyri Jóan Símun Edmundsson hevur seinasta
árið verið serstakliga hendingarríkt. Tað
byrj aði við sigursmálinum ímóti russiska
U21-landsliðnum, síðani fekk hann debut
á A-landsliðnum móti Fraklandi, áðrenn
hann fekk sáttmála við enska stórfelagið,
Newcastle.
Hartil skal so nevnast, at í heimligu fót-
bólts kappingini var Jóan Símun ein av mest
markantu spælarunum, og einki er at taka
seg aftur í, at hann – við sínum seks málum
og enn fleiri máluppleggum – var ein av
stóru orsøkunum til, at B68 rakk so langt,
at liðið bara var eina hársbreidd frá at spæla
seg til eitt pláss í europeiskum fótbólti.
– Jú, hetta hevur verið eitt gott og sera
hendingarríkt ár, men eg haldi, at tað er hent
upp á ein náttúrligan máta, sigur Jóan Símun,
sum eftir eina væleydnaða royndarvenjing
í desember mánaði skifti til Newcastle í
tíðliga í februar.
– Eg havi altíð trúð uppá, at eg havi
tað, sum skal til, men undan kappingini í
fjør hevði eg nógvar skaðar og fekk ikki
vant nakað serligt. Kappingarárið í fjør var
tað fyrsta, har eg ordiliga havi fingið vant
og spælt dystir. Men at tað skuldi røkka til
ein dyst á A-landsliðnum og at skora móti
Russlandi, tað var so bara eitt plus.
Renna sum svakir
Henda tíðin, Jóan Símun hevur verið í enska
felagnum, sum sær út til at vera á veg upp-
aftur í Premier League við sjey míla stivlum,
hevur lært hann eitt sindur um munin á
føroyskum fótbólti og enskum fót bólti.
– Her er tað við 120 kilometra ferð og
við knobbunum fremst! Føroyski fótbólturin
er eisini kropsligur, sum hann er tað her, men
ferðin á spælinum er væl hægri í Onglandi.
Tað er ringt at fáa spælið at koyra, tí menn
renna sum svakir eftir bóltinum, sigur Jóan
Símun, ið var greiður yvir, at tað fór at verða
ringt at koma til eitt nýtt land og eina nýggja
fótbóltsmentan.
– Eg visti at tað fór at verða ringt í
byrjanini, men hetta er tað eg vil. Eg føli, at
eg havi tikið meg nógv fram. Hetta er mín
møgueliki, so fyribils hugsi eg ikki um at
fara heimaftur til Føroya. Eg hugsi bara um
at gera tað so gott sum eg kann, og vónandi
verður tað nóg mikið til, at eg kann fáa
sáttmálan longdan, sigur Jóan Símun.
Hevur árini fyri sær
18 ára gamli toftamaðurin hevur sáttmála við
Newcastle fram til í summar, men umframt
at satsa upp á eina tilveru sum yrkisspælari
uttanlands, hevur hann eitt ynski um at gera
seg galdandi á landsliðnum.
– Um eg fáa ein nýggjan sáttmála, so
kann eg halda fram við at menna meg.
Vón andi kann eg so gera meg galdandi á
A-landsliðnum, men enn eri eg ungur og
havi framvegis aldur til U21-landsliðið, so
eg taki tað sum tað kemur, sigur Jóan Sím-
un um vónirnar at vinna sær fast pláss á
A-landsliðnum.
Hesa tíðina, síðani hann kom til New-
castle, hevur hann spælt við bæði-U18-
lið num og eykaliðnum há Newcastle. Í
ein um eykaliðsdysti herfyri var hann á liði
saman við Joey Barton, ið er eitt kent andlit
í enskum fótbólti. Tað spældi so væl av,
at Barton spældi Jóan Símun leysan, sum
sjálvandi skoraði!
Jóan Símun tekur seg fram
– Her er tað við 120 kilometra ferð og við knobbunum fremst! Føroyski fótbólturin
er eisini kropsligur, men ferðin á spælinum er væl hægri í Onglandi, sigur
Jóan Símun Edmundsson, sum spælir við enska stórfelagnum, Newcastle