Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 2 - 4. januar 2002 Nr. 2 - 4. januar 2002 29 VIÐMERKINGAR Tíðindaskriv frá Føroya Fróðskaparfelag Fyri stuttum kom Fróð- skaparrit 48. bók, og longu nú kemur so Fróðskaparrit 49. bók. Hesa ferð rúmar ritið seks greinir við einari hugvísindagrein og trimum greinum um tara og tveim- um um djórafrøði. Eyðun Andreassen, prof- essari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum, hev- ur skrivað grein um Søgu og undirsøgu í Gongu Rólvs kvæði. Tulkingin av undirsøguni í kvæðinum er heldur øðrvísi, enn roknað verður við. BioFar hevur seinastu árini havt fast pláss í Fróð- skaparritum til at kunna um avrik frá hesi stóru og týð- andi verkætlan. Aftur í 49. bók eru 4 greinir, har ein snýr seg um dýrini armfót- ingar við Elsebeth Thom- sens Brachiopoda in the Faroe Islands area. Tríggjar greinir afturat fevna um alguvøkstur. Tann fyrsta er um reyðalgur The Bangi- ophyte Species of the Faroe Islands eftir Juliet Brodie, Ruth Nielsen og Karl Gunnarsson. Koraltarar verða viðgjørdir í Coralline Red Algae (Corallinales, Rhodophyta) of the Faroe Islands eftir Susse Wege- berg, Ruth Nielsen og Karl Gunnarsson. At enda hava Ruth Nielsen og Karl Gunnarsson skrivað um Seaweeds of the Faroe Is- lands. An annotated check- list, har øll tarasløgini eru greinað, og víst verður, hvar tey eru funnin. Allar tær lívfrøðiligu greinirnar hava fitt av myndum, ikki minst hin seinasta, har Astrid Andreasen hevur teknað 35 tarasløg so frá- líka væl, at tey eru løtt at kenna aftur. Hetta verður vónandi byrjanin til eina tarabók við lyklum at greina tarasløgini eftir. Sven-Axel Bengtson, professari við lærda háskúl- an í Lund, ið eisini undir- vísir á Fróðskaparsetrinum, hevur skrivað seinastu greinina Breeding distri- bution and numbers of wren (Troglodytes troglodytes) in the Faroe Islands. Í hesi grein verður músabróðir viðgjørdur. Fróðskaparrit 49. bók er 163 blaðsíður. Haldara- gjaldið er 165 kr. um árið, og nýggir haldarar kunnu tekna seg á: Setursskriv- stovuni, handan Á 5, Tórs- havn, tlf. 31 53 02, faks 31 89 29, ella við telduposti: maudh@setur.fo Í leysasølu kostar ritið 195 kr. Mentanargrunnur Lands- ins gevur Fróðskaparrit út, og Bókamiðsølan hevur søluna um hendur. Tómas Tómasson, formaður fyri Lands- felag Pensjónistanna Hetta er eiti á einari bók, sum eg sá liggja á einum borði í eini bókabúð. Eg kom at hugsa tá ið eg sá bókina, at tað sita fólk úti í Løgtingi og Landsstýri og gníggja saman hendur um hvussu ríkar Føroyar eru, teir minka blokkin og skræða alt løgtingshúsið sundur og hugsa um hvussu stóra pensjón teir skulu hava, ímeðan bíðirøðirnar leingjast uttanfyri ellis- og røktarheimini og hjá teim- um brekaðu. Grát mítt elskaða land, tað eru mong gomul fólk sum sita og gráta, ein gom- ul kona sum er sjúk, hon eigur ein blindan mann, hvat blívir av honum, um hon fellur frá áðrenn hann. Ein 89 ára gomul situr einsamøll í køldum húsi, eingin hiti, einki heitt vatn, hon orkar næstan ikki at ganga, hon hevur verið til umlætting nakrar ferðir, men hon er send heimaftur hvørja ferð, tí har er ikki pláss fyri henni, tí tað eru onnur, sum skulu til um- lætting. Tað er ikki lætt hjá teim- um, sum ráða á ellis- og røktarheimunum, konan græt, og tey sum ráða fyri ellis- og røktarheiminum grótu, tí tey vóru noydd at senda hana heimaftur. Tað hevur verið sagt, tey gomlu sita og lurta eftir um ikki onkur er deyður, so tey kunnu sleppa inn. Nú eru summi farin at ringja og spyrja, um ikki onkur er so sjúkur, at hann fer at doyggja skjótt. Landssjúkrahúsið er einki at spæla sær við, tað eru tveir stjórar riknir í hes- um valskeiðinum og tann triðji hevur sagt upp, tað endar við tí, at tað fer eingin at tora at fara á landssjúkrahúsið og velja heldur at fara á hini sjúkra- húsini. Hví byggja teir ikki ellis- og røktarheimið sum eigur at byggjast í norðstreymoy? Tað ljóðar at tað skal byggjast uppí ellis- og røkt- arheimið í Runavík. Eingin peningur, hví ikki bíða eitt ár at minka blokk- in, so kundi málið um eldrarøkt verið loyst. Tað kann vera, at vit pensjónistarnir gera alt ov lítið um okkum. Tað kom fram á einum eldradegi, at valdu allir pensjónistarnir ein flokk, so áttu teir næsta løgmann. Tingið avgreiddi fíggjar- lógina 18. desember fyri ár 2002. Hon varð samtykt við 15 atkvøðum fyri og 13 ímóti, og tað var um reppið, at 29 milliónir krónur vóru játt- aðar afturat til pensjonist- arnar, kanska vóru ongir peningar eftir, tá ið teir høvdu tikið sína pensjón burtur av. Eg veit ikki, um tað er loyvt at upplýsa fyri okkum pensjónistunum nøvnini á teimum tingmonnunum, sum atkvøddu fyri at hækka pensjónina hjá pensj- ónistunum og hvørjir atkvøddu ímóti, tað hevði gjørt tað lættari hjá okkum at sett krossin á komandi val, um teir stilla seg upp- aftur til komandi val. Nú veit eg ikki, um tað nyttar nakað at vit velja onkran sum vit halda er skilagóður, tí flokkurin gloypur hann, hann skal bara tiga og gera tað sum flokkurin sigur, tað hevði kanska bøtt um støðuna, um vit kundu sloppið av við onkran av teimum gomlu tingmonnunum, sum halda seg eiga løgtingið og gera tað besta fyri seg sjálvan og gloyma at tað er føroya fólk, sum ræður og teir tora ikki at senda tey stóru málini út til fólka- atkvøðu, tí teir vita, at teir hava ikki meirilutan aftan fyri seg. Nú er bara at vóna, at tað koma nýggir limir í løg- tingið, sum hava meira kenslur fyri teimum eldru og brekaðu og sjúku. So vil eg ynskja øllum føroyingum eitt gott nýggj- ár. NÝGGJ BÓK Tíðindaskriv Um mánaðaskiftið mai-juni 2000 varð ein ráðstevna hildin í Havn undir heit- inum modernað málvís- indalig ástøði og føroyskt. Hetta var – sum heitið avdúkar – ein málvísindalig ráðstevna, sum varð hildin á Føroya læraraskúla. Fyri- lestrarnir á hesi ráðstevnu eru nú komnir út í bók, sum Novus-forlagið í Oslo gevur út saman við Málráð Norðurlanda. Fyrilestrarhaldararnir á hesi ráðstevnu vóru kendir og samstundis viðurkendir málfrøðingar; allir vóru teir útlendingar. Teir eru ser- frøðingar hvør á sínum øki, og teir hildu fyrilestrar um ymisk evni í málvísind- unum. Hugskotið til hesa ráðstevnu kom frá Kurt Braunmüller professara við universitetið í Hamburg. Hann setti seg í samband við Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetrinum við hugskotinum at skipa fyri eini slíkari ráðstevnu. Endamálið skuldi vera at seta føroyskt inn í ein ástøðiligan samanhang ella sagt við øðrum orðum at greiða frá ymsum hátta- løgum og seta tey í sam- band við føroyskt. Hetta var sostatt ein ráðstevna við einum rættiliga ástøðiligum innihaldi. Hetta hildu vit vera sera áhugavert og neyðugt, tí vit halda, at vit sum arbeiða við føroysk- um, okkum vantar ofta tað ástøðiliga apparatið, ella sagt við øðrum orðum so vantar okkum ofta tað ástøðiliga innlitið, sum er neyðugt, tá ið arbeiðast skal við málsligum spurn- ingum á høgum støði. Vit kunnu siga, at henda bók viðger tað føroyska málið sæð úr níggju ymiskum sjónarhornum, serliga við atliti at teimum nýggjastu rákunum í málvísindaligum ástøðum. Eitt greinarheiti lýsir væl, at tað her er talan um, at ástøðini kunnu geva føroyskum nakað, men samstundis kann føroyskt geva ástøðunum nakað: Syntactic theory for Faroese and Faroese for syntactic therory.An exam- ple of a symbiotic rela- tionship. Hesi mállæruligu (gram- matisku) og alment mál- vísindaligu sjónarhorn eru umboðað í bókini: Fonetikk og fonologi, bendingar- morfologi og máltypologi, setningafrøði, vesturnorð- urlendsk málsøga, sam- felagsmálvísindi (socio- lingvistik), málnormering og málkontakt, norður- lendskur málfelagsskapur og tvímæli. Rithøvundarnir eru: Jørgen Rischel (Keyp- mannahavn), Stig Eliasson (Mainz/Uppsala), Kurt Braunmüller (Hamborg), Höskuldur Þráinsson (Reykjavík), Helge Sandøy (Bergen), Gunnstein Aksel- berg (Bergen), Ulla Börestam Uhlmann (Upp- sala) og Charlotte Hoff- mann (Salford). Málið í bókini er dansk, norskt, svenskt og enskt. Greinirnar í hesi bók við tí danska heitinum Mo- derne lingvistiske teorier og færøsk fata um nógvar greinir innan málvísindini, og viðgerðin ber brá av, at greinskrivararnir eru á heimabeiti og eru mein- kunnugir við síni evni. Endamálið við bókini er at styrkja granskingina av nýføroyskum og tess søgu og at vekja áhugan fyri føroyskum sum tí minsta av teimum norðurgermansku málunum. Bókin vendir sær bæði til tey, ið arbeiða við norðurlendskum og málvísindafólk og eisini til teirra, sum lesa norður- lendskt og ella almenn málvísindi. Kurt Braunmüller og Jógvan í Lon Jacobsen hava lagt bókina til rættis. Nýggj bók um føroyska málið NORRØNT SAMSTARV Tíðindaskriv Í Norðurlondum hevur í nógv hundrað ár verið sam- starv millum londini, um ikki so skipað og umfatandi sum nú. Tá Niels á Velb- astað mikukvøldið 9.januar heldur fyrilestur í Norður- landahúsinum um norður- lendskt samstarv, byrjar hann í 1529. Men høvuðs- denturin verður lagdur á seinastu 50 árini. Nevnast kunnu Helsinkisáttmálin, Norðurlandaráðið og norð- urlendska ráðharraráðið. Niels á Velbastað er fulltrúi í Norðurlandarmálum á Løgmansskrivstovuni. Hann fer í fyrilestrinum millum annað at vísa á, at norðurlendska samstarvið hevur altíð lagað seg eftir politiska veruleikanum, so sum limaskapinum hjá nøkrum Norðurlondum í ES. Føroyski luturin í sam- starvinum verður eisini nevndur. Tað er ikki altíð nøkur sjálvfylgja í hugan- um hjá millum annað em- bætismonnum í teimum »stóru« Norðurlondunum, at Føroyar, Grønland og Áland hava sjálvsøgd rætt- indi í norðurlendska sam- starvinum, so sum at fáa flaggið hjá sær við millum hini. Niels á Velbastað fer eis- ini at nevna tær avbjóðing- ar, sum norðurlendska sam- starvið fær í framtíðini. Og fundarfólkið er vælkomið at spyrja. Fyrilesturin um norður- lendska samstarvið verður í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 9. januar kl.19.30. Norrøna Felagið í Føroyum skipar fyri. Stevna í Finnlandi Í summar verður norður- lendsk stevna í finska býnum Jakobstad, sum hevur 350 ára jubileum í ár. Stevnan verður frá 9. til 11. august, sum er vikuskifti. Tey, sum skipa fyri, vilja fegin síggja limir í norrøn- um feløgum, umboð fyri kommunur og onnur, sum hava áhuga fyri vinarbýar- samstarvi. Evnið á stevnuni er vinarbýasamstarv, sæst í skránni fyri teir tríggjar dagarnar. Luttøkan kostar 200-220 evrur, tað veldst um, hvørj- um hotelli, fólk búgva á. Skrá og tilmeldingarblað fáast frá Norrøna Felagnum í Føroyum. Umsóknarfreistin er til 1.juli. Tað ber eisini til at fara inn á heimasíðuna hjá finska norrøna felagnum: pn@pojola-norden.fi Grát mítt elskaða land Samstarv í øldir Fróðskaparrit 49 er komið HEILSANIR Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« Høgni góði! Nú hevur tú sjarmerað nóg nógv fyri mammu tíni. Royn nú at finna okkurt annað hjarta at sjarmera teg inn í. Hjartaliga tillukku við 30 ára degnum ynskja mamma, babba og systkini Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymsan hátt vóru við til at gera hjúnabandsdag okkara tann 23.06.01 so hugnaligan og ógloymandi. Takk fyri blómur, gávur og fjarrit. Gott nýggjár. Rannvá og Karstin Zachariasen Góða Jóhanna Hjartaliga tillukku við 6 ára føðingardegnum ynskja mamma, babba, Ásla og Rósing Góða Rannvá Hjartaliga tillukku við 4 ára føðingardegnum 3. jan. ynskja babba, mamma, Mirian & Mourits Hvør skuldi trúð, at hesin garpur fór um eina hálva øld 2. januar? Takk fyri farnar tíðir og tær kom- andi. Vit á Dalagøtu 7 Hjartaliga tillukku við 30 ára degnum. Heilsan, grannin Kært, 30 års gammelt barn har mange navne. Tey navnframu Hjartaliga tillukku við degnum. Heilsan, vinir Hjartaliga tillukku. Heilsan, ein vinur Góða Jóhanna Hjartaliga tillukku við 6 ára føðingardegnum 30. desember. Heilsan, vinurin Góða, fitta Linda! 7 ár tú fyllir í dag, í skúla er farin avstað. Hjartaliga tillukku við føðingardegnum. Jesus pápi signi lívsleið tína. Tey allarbestu ynski frá okkum her norðuri. Abbi og omma Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum vóru við til at gera hjúnabandsdag okkara 19. juli so hugnaligan. Ingunn og Heini C M Y K 29 28