Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fótbóltur 2010 Sosialurin Valið gav seg sjálvt Metingin Mest vinnandi felagið í landinum hevur altíð sum mál at enda ovast. Og ser frøð­ ingarnir eru á einum máli um, at HB líkist besta boðnum upp á komandi før oya­ meistaran. Styrkin í hópinum tykist øgilig, og ikki minst er breiddin í ár enn størri, enn hon var tað í fjør. Stóra kynstrið verður at halda spælarunum burturi frá tí mett uni, sum so ofta ber við sær, at meistarar hava trupult við at endurvinna gull ið. Hjá mest vinnandi felagnum í før oyskum fótbólti yvirhøvur, er gullið eitt sjálvsagt mál. Og tí var tað nærum eins sjálvsagt, at valið fall á HB, tá Símun Samuelsen eftir hálvt fimta ár sum fótbóltsútiseti valdi at venda aftur til Føroya. – Valið stóð ímillum FC Suðuroy, har eg havi mínar røtur, og HB. Eg haldi sjálvur, at liðið hjá FC Suðuroy sær sera spennandi út, men teir eru júst fluttir upp, og tí verður talan neyvan um eina plasering í toppinum alt fyri eitt. – HB liggur hinvegin í høvuðs­ staðnum og hevur eitt sera sterkt lið. Og so vigaði tað eisini nakað, at felagið hevur sett Kristján Guð­ mundsson sum venjara. Hann er ein venjari, sum mær hevur dámt sera væl, og tí hevði eg einki ímóti at halda fram undir hansara leiðslu, sigur Símun Samuelsen. Ofta verður tikið til, at íslendskir venjarar eru sera harðir. Er hetta ein mað ur, sum føroyingar kunnu venja seg við? – Tað ivist eg ikki í. Kristján er ikki av tí slagnum, sum stendur og geylar eftir spælarunum, so á tann hátt er hann kanska ikki júst tað, sum fólk van liga rokna við, tá tosað verður um íslendskar venjarar. Vildi fegin vant meira Nú kappingarbyrjanin stendur fyri framm an, er tað sjálvandi ein spentur Símun Samuelsen, ið er til reiðar at tørna út. Men hann viðgongur, at for­ treytirnar í fyrireikingunum ikki hava verið optimalar. – Eg eri fallin væl til. Men eg hevði ynskt, at vit høvdu vant og spælt meira. Tað hevur tó verið ógjørligt fyri kavanum, og eg haldi eisini, at venj­ ingar dystirnir hava víst, at vit ikki eru nóg væl samanspældir enn. Er tað nakað, sum kann koma at kosta stig fyrstu dystirnar? – Tað vóni eg ikki, at tað er. Men hin­ vegin er vandin fyri at missa stig altíð til staðar, tá tú spælir. Vanta fysiska partin Árini sum útiseti hava eyðsæð havt sína ávirkan á Símun. Frá at vera ein evna­ ríkur unglingi, verður Símun í dag mettur sum ein hin fremsti spælarin í landinum. Fleiri meta tó, at talan er um afturstig, nú hann aftur spælir í føroysku deildini, men sjálvur heldur vágbingurin ikki, at afturstigið er serliga stórt. – Nú hava vit spælt móti fleiri fel­ øgum, og sjálvur haldi eg, at tekur tú teir fyrstu 11 á einstøku liðunum, so er eingin dystur lættur. Heldur ikki hjá HB. So útlit eru til, at tú veruliga verður matchaður hvønn einasta dyst. Hin­ vegin eru íslendingar munandi betur fyri fysiskt. Ikki minst sæst hetta aftur í venj ingunum, har íslendingar hava fulla ferð á frá byrjan til enda, meðan vit føroyingar ofta hava lyndi at taka held ur lættari upp á tann partin. – Júst her í HB er tann vandin tó ikki heilt so stórur. Vit eru nógvir, sum kappast um plássini á vøllinum, og nú dystirnir hava verið so fáir, eru venj­ ing ar nar einasta staðið, har tú kanst prógva teg fyri venjaranum, so inten­ si teturin hevur verið sera góður, sigur Símun Samuelsen. Og eg gangi út frá, at tá tú spælir í HB, so er málið fyri kappingarárið hamp uliga sjálvsagt? – Eg haldi sjálvur, at felagið í fleiri um førum hevur meldað greitt út, hvat málið er. So tað haldi eg, at tey flestu munnu kenna! Plaseringin í høvuðsstaðnum, støðan sum sterkasta liðið landinum og ein venjari, sum Símun Samuelsen kennir væl frá tíðini í Íslandi, vóru viðvirkandi til, at valið fall á HB, tá landsliðsspælarin í vetur setti kós móti Føroyum