Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 60 - 26. mars 2010 lýsingar ALS hevur til endamáls at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys, at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbeiðs- leysum at fáa arbeiði og at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin. Á ALS starvast í løtuni 19 fólk. Virksemið hjá ALS er í høvuðsheitum lógarásett. Ovastu leiðsluna hevur stýrið fyri ALS, sum - eftir tilmæli frá arbeiðsgevara- og løntakarafeløgunum á arbeiðsmarknaðinum - verður valt av Føroya Landsstýri. Tøl klæða tær væl. Tú hevur yvirlit. Og tú heldur tað vera spennandi at leiða ein dugnaligan starvsfólkahóp. Passar hetta til tín, so er eitt spennandi starv sum leiðari á Fíggjar- og fyrisitingardeildini hjá ALS leyst at søkja. Deildin umsitur alla roknskaparførslu, gerð av rakstrar- og gjaldførisætlanum, innanhýsis grannskoðan, edv-kervið, elektroniska skjala- savnið, fíggjarøkið í Barsilsskipanini og Fasta Gerðarrættinum fyri partarnar á arbeiðsmark- naðinum. Átta fólk starvast í løtuni á deildini. Høvuðsuppgávan hjá leiðaranum verður at leiða og skipa dagliga arbeiðið á deildini. Leiðarin skal harumframt framleiða tilfar og hagtøl til stýrið fyri ALS, og í neyvum samstarvi við íløguumsitarar ansa eftir eginognini hjá ALS. Leiðarin myndar leiðsluna hjá ALS saman við stjóranum og leiðaranum á Tryggingar- og ávísingardeildini. Starvið er fjølbroytt við stórum avbjóðingum. Tað krevst, at tú hevur hóskandi útbúgving og royndir, umframt hollan kunnleika til føroyska arbeiðsmarknaðin og samfelagsviðurskifti sum heild. Vit leggja dent á, at tú hevur góð samstarvsevni og dugir at ganga á odda í orð og gerð. Tú mást hava evnini og yvirlitið til at útinna stórar verkætlanir í verki. Lønin verður avtalað í samsvari við royndir og førleika. Seinasta freist at søkja starvið er mikudagin 14. apríl kl. 12.00. Umsóknir skulu stílast til Ernst Jacobsen, stjóra á ALS, sum fegin sigur tær meira um starvið á telefon 34 95 50 ella umvegis teldupost ernst@als.fo Arbeiðsloysisskipanin • Tinghúsvegur 14 Postsmoga 3022 • FO-110 Tórshavn • Tel 349550 • Fax 349551 • als@als.fo • www.als.fo Ert tú ílatin til tøl? Leiðari til Fíggjar- og fyrisitingardeildina hjá ALS sansir.fo