Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Fótbóltur 2010 Sosialurin Eb/Str. Tað kiksaði í fjør. Hjá teimum flestu hevði tað kenst sum frágera gott avrik at vinna silvur í FM-kappingini. EB/Streymur rakk næstfremsta plássinum – fimm stig frá ov- asta tindinum – og kortini kendist tað sum vónbrot. Eftir søguliga FM-heitið í 2008, var setn- ingurin at endurvinna meistaraheitið. Fyrra hálva var katastrofal. Góðu spælararnir tóktust vera púra fúnaðir og uttan tað yvir skotið, sum hevði borið undirhaldandi spælið og meistaraheitið við sær. Eftir hálva kapping var vaktarskifti í venjarasessinum, og so glapp. Tað svingaði hjá Heðini Askham og spælarunum, og úrslitini vóvu silvur- krónur. Onkrar skiftingar hava verið síðani tá. Fýra spælarar hava biðið farvæl, og fýra eru komnir. Levi Hanssen og Bárður Olsen hava verið lyklaspælarar. Í teirra stað eru komnir Bjarni Jørgensen og Kristoffur Jakobsen, sum báðir eru framrættaðir. René Tórgarð verður aftasti skansi. Vete- ranurin og verjustýrimaðurin, Egil á Bø, tekur eitt tørn aftrat. Dánjal Pauli Davidsen hevur ment seg til álitismann í miðverjuni. Gert Hansen, sum var skaddur alt kappingarárið í fjør, er evni til annan vongverjan, og Alex José dos Santos og Leif Niclasen eru onnur evni. Bjarni Jørgensen og Kristoffur Jakobsen eru saman við Gudmundi Nielsen boð upp á ódnirnar í borðunum, og á sentralu mið- vallarplássunum eru evnini Pætur Dam Jacobsen, Marni Djurhuus, Brian Olsen og dan in, Daniel Udsen, sum áður hevur spælt í FC Amager. Hann hevur føroyskar røtur og ætl ar at royna, um tað fer at eydnast honum at verða úttikin til føroyska landsliðið. Arnbjørn Hansen og Sorin Anghel hava stóra tyngd sum álopsspælarar. Hans Pauli Samuelsen kann brúkast bæði í fremstu røð og á miðvallarplássi í vinstru. Fyri venjaran hevur tað stóran týdning, at spælarar kunnu brúkast í fleiri ketum. Hjá Heðini Askham kemur tað væl við, at Sorin Anghel tel ist millum teir stinnastu, um tað so er í álop- inum, á miðvøllinum ella í miðverjuni. Kappingarárið er langt, og heldur ikki í EB/Streymi fara teir at sleppa undan skaðum og leikbannum. Tí hevur tað stóran týdning fyri vánirnar at enda millum tey fremstu bæði í lands- og steypakappingini, at bonkurin er stinnur. Esmar Eiðisgarð, Hallur Fláaberg, Andru Poulsen og Jóhann á Stongum eru evni í verjuni, unglingaspælararnir Niels Fríðheim og Poul Grunnveit Olsen eru miðvallarar, og í álopinum er unglingaspælarin, Arnar Dam, við í kappingini um plássini. Høgættin kann vera býtandi í Sunda- lagnum, og sum alla aðrastaðni hava teir í Streymnesi í fyrireikingunum til kapp ingar- árið verið plágaðir av nógva kavanum. At teir í EB/Streymi miðja høgt, verður undirstrikað av, at teir stutt undan kappingarbyrjan hava verið í Turkalandi á venjingarlegu. Teir hava brynjað seg betur enn allir hinir, og so fæst at síggja, hvussu tað fer at hilnast frá fyrsta umfari av! Málverjar René Tórgarð Tróndur Vatnhamar Verjuspælarar Alex José Dos Santos (BRASILIA) Gert Hansen Dánjal S. Davidsen Egil á Bø Leif Niclasen Jákup Andreas Hansen Poul Grunnveit Olsen Hallur Fláaberg Jóhann á Stongum Esmar Eiðisgarð Miðvallarspælarar Pætur Dam Jacobsen Bjarni Jørgensen Hans Pauli Samuelsen Kristoffur Jakobsen Daniel Udsen (DANMARK) Brian Olsen Marni Djurhuus Nils Fríðheim Álopsspælarar Arnar Dam Sorin Vasile Angel (RUMENIA) Arnbjørn Hansen Gudmund Nielsen Venjarar Heðin Askham, venjari Finnbjørn Zachariasen, hjálparvenjari Tilgongd: Bjarni Jørgensen, Daniel Udsen, Tróndur Vatnhamar og Kristoffur Jakobsen Frágongd: Bárður Olsen, Levi Hanssen, Gunnar á Steig, Marni Djurhuus, Pauli G. Hansen og Fróði Clemensen EB/Streymur www.eb-streymur.fo Hópurin 2010 Best brynjaðir av øllum Eftir kiksaðu fyrru hálvu í fjør, hava teir í Sundalagnum lagt nógv fyri í royndini at vera heilt væl fyri frá fyrsta bríksli í hesum kappingarárinum EB/Streymur Stovnað: 23. januar 1993 Formaður: Rólant Højsted Meistari (1): 2008 Steypavinnari (2): 2007, 2008 Greipuvinnari (1): 2008 Í bestu deildini (11 ár): 1994, 2001- Í Europa (3): 2007, 2008, 2009