Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fótbóltur 2010 Sosialurin Tað verður ikki longur tosað um árini, tá EB/Streymur fleiri ferðir var á mark inum millum bestu og næst bestu deildina. Tey trý seinastu árini hava givið trý gull- og trý silvurmerki í lands- og steypakapping, og tí er einki at ivast í, at felagið meddar høgt aftur í ár. – Vit ynskja sjálvandi at liggja í toppinum. Tað haldi eg vera sjálv- sagt. Eingin ivi er um, at vit í fjør høvdu vónir um meira enn tvey silvur merki. Men soleiðis, sum árið háttaði seg við órógv og venjaraskifti, so var úrtøkan kortini í lagi. Og í øllum før um fingu vit móti kappingarenda prógv að, at vit hava eitt lið, sum eigur at standa seg í toppinum. Soleiðis sigur Arnbjørn T. Hansen, sum seinnu árini hevur ment seg til kanska vandamesta áleyparan í før oysk- um fótbólti. Kvikur á fyrstu metrunum, knappur við avtrekkinum og sera sterk- ur í luftini, hóast vakstrarlagið ikki er tað hægsta. Hetta seinasta kunnu litav ar helst eisini skrivað undir uppá, eftir at teir í fjør máttu boyggja seg fyri loftsterka kollfirðinginum. Silvurið mín feilur Arnbjørn er ein av spælarunum, sum eru orsøkin til framúr góðu úrslitini hjá EB/Streymi. Talan er um nakrar góðar árgangir av spælarum, ið eru uppaldir í felagnum, og sum hesu seinni árini hava ment seg til at teljast millum bestu spælararnar í landinum. Og sjálv ur varð Arnbjørn kosin tann besti, tá meist- araheitið í fyrraárið endaði við Margáir. Ikki minst takkað verið 20 málum frá kollfirðinginum. Í fjør var Arnbjørn nógv skaddur, men kortini gjørdist talan um 17 mál. Júst vantandi málini frá honum vórðu tá mett sum orsøk til, at tað »bara« gjørdist til silvur hetta árið. – Vit høvdu ikki nóg støðug úrslit í fjør. Og eg haldi sjálvur, at tað kanska hevði verið betur, um eg var púrasta klárur, tá kappingarárið byrjaði. So á ein hátt kenni eg tað, sum var tað mín »feilur«, at vit ikki megnaðu meira. Men hinvegin eru skaðar ikki nakað, sum tú fært gjørt so øgiliga nógv við. – Í vár havi eg eisini verið skaddur nak að í uppstartinum, men eg haldi, at eg eri 100 prosent til reiðar, nú kapp ing- in stendur til at byrja, sigur Arnbjørn. Eru eins sterkir Lokali samleikin hevur verið ein av avgjørdu styrkjunum hjá EB/Streymi. Millum teirra, sum hava myndað liðið í skjótt nógv ár, eru Bárður Olsen og Marner Djurhuus, men teir eru tveir av spælarunum, sum ikki longur eru í fel- agnum. Bárður valdi í vetur at skifta til B36, meðan Marner fer av landinum í lestrarørindum. – Tað hevur sjálvandi stóran týdning, tá tveir av spælarunum, sum altíð hava verið her, ikki eru við longur. Hinvegin haldi eg eisini, at vit hava fingið góða tilgongd seinnu árini. Kristoffur Jak- obsen hevur gjørt tað sera gott, og vit hava eisini Pætur Dam Jacobsen, so alt íalt rokni eg við, at styrkin hjá hópinum er á leið tann sama. Og hvat skal so rigga, um EB/ Streymur nú aftur skal vinna seg heilt upp á tindarnar? – Tað er sjálvandi ein heild, sum skal rigga. Men eg haldi, at tað týdn- ingarmesta er, at vit fáa Hans Paula Samuelsen ordiliga at røkka hæddirnar. Ger hann tað, so er ótrúliga nógv vunn- ið, og so skal eg nokk skumpa bólt in seinastu metrarnar, tá innleggini koma, sigur Arnbjørn T. Hansen. Gylti skógvurin endurvinnast Eitt pláss sum næstovastur á máltindinum og tvey silvurmerki er kanska gott. Men tað er ikki nóg gott hjá Arnbjørn T. Hansen, sum saman við liðfeløgunum í EB/Streymi aftur hevur sett kikaran ímóti gullinum Metingin At talentið er til staðar hjá EB/Streymi, er eingin sum helst ivi um. Skal úrtøkan frá í fjør betrast, er tó umráðandi, at einstaklingarnir halda til heilt kappingarár, soleiðis at missurin á lyklapostum ikki verður ov stórur. Og so fær tað eisini týdning, um nýggju menninir alt fyri eitt megna at fylla holini, sum eru íkomin, nú nakrir av lyklaspælarunum hava leitað sær til aðrar avbjóðingar. Eg var ikki púra klárur við kapp­ ingarbyrjan, og kenni tað tí sum mín feil, at vit »bara« fingu silvur