Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 60 - 26. mars 2010 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Andlát og jarðarferðir Kistan við Margith Joensen, Klaksvík, fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fríggjakvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni leygardagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Margith, kunnu lata Sandvíkar kirkju eina peningagávu, konta í Eik Banka. Føðingar Hey eg eiti Naomi Nolsøe. Fríggjadagin 5. mars fekk eg ein so fittan lítlabeiggja, sum eitur Jónatan Nolsøe. Hann var 53 cm langur og vigaði 3378 gr. Foreldur okkara eru Andras og Randi Nolsøe. Vit búgva í Odense. 9. mars fingu Jeanne Waagstein og Louis Hansen, búsitandi í Malmø, ein son. Hann vigaði 4195 gr og var 54 cm langur. 18. mars fingu Annika West og Simon Nelleman, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3334 gr. 19. mars fingu Laila Waag Høgnesen og Trygvi Dalsgaard, Hoyvík, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4300 gr. 20. mars fingu Joan og Gunnfríður Dahl-Olsen, Saksun, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 4400. Systkin hansara eita Ari, Dávid og Brandur Gunnar. 22. mars fingu Hanna Fonsdal og Pauli Zachariasen, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3750 gr. 22. mars fingu Silvia Maria og Eyðstein Skipanes, Runavík, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4370 gr. 22. mars fingu Henny Mortensen og Fróði Nolsøe, Sørvági, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 4190 gr. 22. mars fingu Torgunn og Jørgen Meitilberg,Velbastað, eina dóttur. Hon var 48 cm long og vigaði 2640 gr. Tøkk! Nú sólin á himni man dagliga hækka, so hjartaliga eg øllum vil takka, ið heiðraðu meg hendan dagin, tann síðsta í fyrsta, tá níti eg varð, tá skyldfólk og kenningar savnaðust har í Kelduni til hetta høvið. Takk tit øll somul, íð reikaðu fyri, ið sjálvboðin átóku tykkum ta byrðu, at gera mær dagin so ríkan, takk tit, íð stákaðust, tóku til sættis, matgjørdu,borðreiddu, løgdu til rættis, at alt bara gekk, sum tað skuldi. Eg spælimonnunum veita vil kvøðu, og eisini teimum, íð frambóru røðu, og tykkum, íð góvu mær fløgu, takk fyri gávur, sangir og tos, takk fyri góðynskir, vinarlig bros, tit hava alt gott uppiborið. Eg ongan vil nevna, tó ongan vil gloyma, men øll tykkum mongu í hjartanum goyma, við gleði eg vil tykkum minnast, og nú so smátt várar og nærkast til sátíð, øllum eg ynski Guds signaða hátíð, nú páskirnar standa í durum. Harrin signi tykkum øll! Í Skálafirði, á mariumessu, hin 25.03 2010 Anna Louisa Jacobsen Tøkk! Vit ynskja at takka øllum tykkum, sum gleddu okkum á gullbrúðardegnum 05.12.2009. Hjartans tøkk fyri, at tit gjørdu alt fyri at fylla rammuna so væl út í Skálanum; at tað bleiv ein veitsla, sum vit ongantíð fara at gloyma! Ein serlig tøkk til tykkum mongu, sum komu uttanlands frá. Eisini ynskja vit at takka tykkum, ið mintust okkum við telefonsamrøðum, telegrammum, blómum og gávum. Børnum okkara v/ fam. siga vit: Hjartans tøkk fyri at tit gjørdu dagin møguligan fyri okkum. Guð signi tykkum øll! Vinarliga Jóna og Kjartan Z. Jacobsen Klaksvík Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Súsanna Maria Danielsen (f. Jacobsen) Tórshavn ættað úr Hvalvík (uppi í Geil), andaðist og fór til gravar. Vegna tey avvarðandi Hans og Magnus 45 og 50 ára føðingardagur Í sambandi við at vit í mars og apríl fylla 45 og 50 ár, halda vit felags føðingardag í Eydnuni á Oyrarbakka 10. apríl kl. 18. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin at boða frá á tlf. 422165 ella 226623 innan 25. mars. Heilsan Halljón og Elsa Annika Norðskála. 60 ára føðingardagur Mikudagin 7. apríl verði eg 60 ár, føðingardagsveitslan verður hildin í Skálanum í Klaksvík, leygardagin, 10. apríl kl. 19. Tey sum ynskja at gleða meg við at koma í føðingardag, verða vinarliga biðin at boða frá við at ringja ella senda sms til telefon 211988, ella við t-posti til isak@football.fo helst áðrenn 5. apríl. Heilsan Ísak Mikladal, Klaksvík. 70 ára føðingardagur Týsdagin 23. mars verður Jens Erik Rasmussen (Ras) á Toftum 70 ár. Dagurin verður hildin í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum fríggjadagin 26. mars frá kl. 19. 80 ára føðingardagur Leygardagin 27. mars verður Sunneva Holm fyrrverandi sjúkrasystir, Tórshavn, 80 ár. Dagurin verður híldin í heiminum á Bíggjarvegi 5, frá kl. 13. Silvurbrúdleyp Leygardagin 3. apríl hava Katrin og Ingimund Hansen Fuglafjørður silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18 fyri innbodnum.