Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Fótbóltur 2010 Sosialurin Víkingur Tølini siga, at tað hevur hilnast væl, síðani teir í Gøtu og í Leirvík tóku saman hendur og í 2088 løgdu saman. Í 2008 endaði Víkingur á fimta plássi, og í fjør var Víkingur leingi við í kappingini um FM-heitið. Úrslitið í landskappingini var bronsumerki og sigur í steypafinaluni og harvið høvi til í summar at taka lut í europeisku kappingini. Undan triðja víkingaárinum hava broyt- ingar verið í besta hópinum. Broytingarnar hava ikki verið nógvar, men tær hava verið markantar. Sjónskast og meinast er tað, at Andreas Lava Olsen hevur biðið farvæl og nú roynir seg í Frem í næstbestu donsku deildini. Hanus Jacobsen, sum var rættiliga eyðsýndur á vinstra vongverja í fjør, er burtur, og tað er pólverjin, Zoltan Bukszegi, eisini. Hvussu tað fer at roynast hjá teimum, sum eru komnir aftrat, fæst at síggja. Royndirnar siga, at tað er hollur mið vallar- styrkur, at Nenad Stankovic nú skal spæla í ljósabláu troyggjuni. Hann var í síni tíð fínur miðvallarstýrimaður í NSÍ, og hóast hann ikki var eins eyðsýndur á Toftum, so er lítil ivi um, at Nenad saman við Súna Olsen, Sølva Vatnhamar og Sam Jacobsen fer at borga fyri einum tí stinnasta miðvøllinum av øllum. Burtur sæð frá Nenad eru allir hinir nýggju Víkingarnir blaðungir spælarar, og fleiri teirra hava eftirnøvn, sum kundu bent á góð fótbóltsevni: Petur Dalbø, Dánjal Pauli Lervig, Martin Olsen, Ingi Sørensen (systirsonur ÍF-málverjan, Jákup Mikkelsen), Kaj Leo í Bartalsstovu og Per Gregersen. Í Sarpugerði hava viljanum og áræðinum ongantíð bilað. Nú er avbjóðingin hjá Jógvan Martini Olsen at pota sjálvsálit inn í ungu menninar og at fáa teir at rigga sum lið saman við veteranunum – Geza Turi, Atla Gregersen, Sverra Jacobsen, Niclas Niclasen, Súna Olsen, Nenad Stankovic, Sølva Vatn- hamar, Áslaki R. Petersen, Hans Paula Petersen, Sam Jacobsen og Hans Jørgen Djurhuus. Bárður Hansen, Hjartvard Hansen og Finnur Justinussen eru ungir spælarar, sum longu hava víst, at roknast kann við teim- um. Serliga eyðsýndur í fjør var Finnur Justinussen, sum bæði var toppskjútti í bestu deildini og varð kosin at vera ársins stjørnu- skot. Tað hevur ljóðað, at toppskjúttin skal spæla uttanlands í ár. Higartil í ár hevur Finnur tó verið fremsti maður, og tað er einki at liggja omaná, at hansara nærvera fer at hava nógv at siga fyri vánirnar hjá Víkingi at endurvinna glæsiligu úrslitini frá í fjør. Áhugin millum áskoðararnar í Leirvík og Gøtu er stórur, og tað hevur stóran týdning fyri samansetta liðið, at nevndararbeiðið tyk ist vera í góðum hondum. Jógvan Martin Olsen hevur ábyrgdina av at fáa gamalt og ungt og nýtt at rigga sum eitt lið. Fyrrverandi landsliðsvenjarin er ein av royndastu venjarunum, og hann hevur áður víst hegni at fáa ungar spælarar at taka stóra ábyrgd á seg. Málverjar Geza Turi (UNGARN) Rógvi Ryggshamar Verjuspælarar Atli Gregersen Sverri Jacobsen Niclas Niclasen Bárður Hansen Petur Dalbø Dánjal Pauli Lervig Miðvallarspælarar Súni Olsen Nenad Stankovic (SERBIA) Sølvi Vatnhamar Áslakur R. Petersen Hans Pauli Petersen Sam Jacobsen Martin Olsen Ingi Sørensen Álopsspælarar Hans Jørgin Djurhuus Hjartvard Hansen Finnur Justinussen Kaj Leo í Bartalstovu Per Gregersen Venjarar Jógvan Martin Olsen, venjari Trygvi Mortensen, hjálparvenjari Pauli Jarnskor, málmansvenjari Tilgongd: Nenad Stankovic, Petur Dalbø, Dánjal Pauli Lervig, Kaj Leo í Bartalstovu, Ingi Sørensen og Per Gregersen Frágongd: Andreas Lava Olsen, Magnus Skoralíð, Símun Louis Jacobsen, Zoltan Bükszegi og Hanus Jacobsen Víkingur www.vikingur.fo Hópurin 2010 Nýtt ættarlið av víkingum Fleiri hava mynstrað av, og nú skal Nenad Stankovic hjálpa Súna Olsen at stýra miðvøllinum á liði, har fleiri blaðungir bjóða seg fram Víkingur Stovnað: 14. januar 2008 Formaður: Páll Gregersen Meistari (0): Ongantíð (GÍ 6 ferðir) Steypavinnari (1): 2009 (GÍ 6 ferðir) Greipuvinnari (0): Ongantíð (GÍ 2 ferðir) Í bestu deildini (3 ár): 2008- Í Europa (0): Ongantíð (GÍ 12 ferðir)