Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 26. mars 2010 23 Leygardagin 27. mars fyllir omma okkara, Sunneva Holm, 80 ár. Omma er fødd og upp­ vaksin á Velbastað, dóttir Johan og Ebbu Brekkstein. Omma er næstyngst av fýra systkjum. Omma og abbi giftust í 1958 og høvdu tey gull­ brúdleyp í 2008. Tey eiga fýra børn, Tordis, Atli, Jákup og Elsuba. Vit hava búð hjá ommu og abba, á Bíggjarvegnum, ein stóran part av lívi okkara og hava vit havt nógvar ógloymandi løtur saman við tykkum. Serliga kenna vit teg fyri tín ótømandi kærleika, títt hjálpsemi, stóra tolsemi og trúnna á Jesus. Tú ert ein stór fyrimynd í lívi okkara og tú hevur lagt nógv gott í okkum, sum kann berast víðari í lívinum. Tú ert meir enn ein omma fyri okkum og vit eru sera glað fyri at hava havt tykkum ígjøgnum lív okkara og enn í dag. Hjúnarband tykkara er ein góður vitnisburður fyri Harran og øll okkkum sum hava verið um tykkum. So góða fitta omma, hjartaliga til lukku við føðingardegnum leygar­ dagin og vit gleða okkum at halda hann saman við tykkum. Ommubørnini Sunneva og Mortan Tíðindablaðið Sosialurin skrivar tann 24. mars 1990 at gøturnar í fleiri nýggjum býlingum á Havn hava fingið navn. Eftir uppskoti frá gøtu­ navnanevndini samtykti Tórshavnar býráð hós­ kvøldið fleiri nýggj gøtunøvn. Í býlinginum Eystan Gil eita gøturnar Gillagøta, Guttormsgøta, Ísaksgøta og Jóansgøta. Vegurin á trøðni hjá Heðini Samuelsen við Marknagilsvegin hevur fingið navnið Dánjalstrøð eftir Dánjali í Horni, sum legði trøðna inn. Raðhúsini sum Høgni Mikkelsen byggir við Varðagøtu standa nú í Varðabyrgi. Nóatún verður nú ikki bert navnið á skaldsøguni hjá Williami Heinesen. Orð­ ið Nóa er skilt við orðið navi­ gatión. Soleiðis ber tað til, at økið við Fiskirannsøkn­ arstovuna, Náttúruvísinda­ deildina og Føroya Sjó­ mansskúla skal eita Nóatún. Blaðið skrivar eisini, at býráðið hevur samtykt, at Smiðjan hjá Anfinni Debess í Havn skal gera 100 rusk­ íløt, sum skulu seta upp kring býin. Kelda: Sosialurin 24. mars 1990 Mikudagin 24. mars fylti Torkil við Sandá í Havn 60 ár. Torkil er uppvaksin í Kaldbak sum yngstur av 9 systkjum, sonur Herborg og Ingvard Petersen. Torkil byrjaði í skúlanum í Kaldbak í 1957, men flutti til Havnar í 1961. Hann fór úr skúlanum sum 14 ára gamal, tá hann fór til skips. Torkil fór í læru sum timburmaður í 1969, og í 1973 fór hann til Íslands, har hann var við til uppbyggingararbeiðið á Vestmannaoyggjunum eftir eldgosini á oynni. Annars hevur Torkil smíðað nógv í Føroyum, bæði sum sjálvstøðugur byggimeistari og saman við øðrum. Hann hevur eisini bygt nógv hús kring um í høvuðsstaðnum. Hann arbeiddi eisini í mong ár sum portørur á Landssjúkrahúsinum. Torkil er giftur við Birgith, dóttir Solveig og Óla Christian Jacobsen í Havn. Birgith og Torkil eiga fimm børn: Beintu, John, Óla Christian, Herborg og Benny. -red Ein heilsan til ommu okkara á 80 ára føðingardegnum Torkil við Sandá 60 Í mars í 1980 fekk William Heinesen (1900­1991) handað heiðurstekin frá táverandi borgarstjóranum í Havn, Petur C. Christiansen, í sambandi við at Tórshavnar býráð hevði útnevnt hann til heiðursborgara. Í takkarrøðu síni tók William Heinesen upp aftur ein tanka, sum hann fyrr hevði borið fram um at fáa býráðið at ganga undan í arbeiðnum at reisa minnisvarða yvir teir báðar Áarstovubrøðurnar Janus og Hans Andrias Djurhuus. Kelda: Árið ið fór 1980 Fyri 30 árum síðan: William heiðursborgari í 1980 Fyri 20 árum síðan: Fleiri nýggj gøtunøvn Í dag 26. mars fyllir Manni Waag Høgnesen, koyrilærari, 60 ár. Manni er sonur Linu og símun Waag Høgnesen í Klaksvík. Hann er barnvaksin á Lítlu­ brekku og uppvaksin, meðan kalda kríggið var uppá tað óunniligasta og russarar ótu børn, um tey ikki komu inn í hampiligari tíð um kvøldarnar. Umframt alt vanligt barnaspæl í grannalagnum, so høvdu bilarnir hjá Hjørleifi, farbróðrinum á Vágsheygnum, hansara stóra áhuga. Manni fór í læru á skrivstovuni hjá Føroya Bjór, men hugurin stóð ikki til skrivstovuyrkið. Bilurin hevði alla tíðina eina dragandi megi, og Manni fór at koyra hýruvogn og gjørdi tað í nøkur ár. Tá tók hann avgerð um at stíga í fóta­ sporini hjá pápanum og lærdi til koyrilærara, fyrst til persónbil og síðani til stóran bil. Manni dugir væl at fara við ungdómi, so hann hevur verið ein væl umtóktur koyrilærari í fleiri ár. Manni hevur eisini verið brandmaður í Klaksvík eitt drúgvt tíðarskeið. Bilasøgan hevur hansara stóra áhuga, og javnan hevur hann leskað Norðlýsið og aðrar miðlar við brotum úr bilasøguni, eins og fleiri ringja til hansara um evnið, tá ið á stendur. Manni hevur verið virkin innan KÍ í nógv ár. Hann var á tí tiltikna unglingaliðnum, ið vann the double í 1968, og sum lat einans eitt mál fara inn hettar árið. Tað var eitt brotsspark, sum varð skotið í tómt mál. KÍ­leikararnir hildu tað vera dømt av órøttum og mótmæltu við at taka málmannin úr málinum ...! Eisini spældi hann á besta liðnum í fleiri umførum. Hann hevur verið venjari í fleiri ár, og hann man vera millum drúgvastu ungdómsvenjar hjá KÍ; eyðkennið er ein áhugi fyri leikarunum, við einari javnvág millum tað sosiala og stremban eftir úrslitum, og hettar hevur havt við sær fleiri heiðursmerki, og eisini eru fleiri leikarar, ið hava verið undir hansara hond, komnir á besta liðið hjá KÍ. Eisini hevur hann havt fleiri onnur álitisstørv í felagnum millum ár og dag. Á fótbóltsøkinum man tað í dag vera Viðareiðis­liðið hjá KÍ, sum hann tók stig til, og ikki minst sonurin Jóhan, ið hava hansara áhuga, og ikki at gloyma hitt liðið, sum feðgarnir hava í felag, Man U. Manni eigur børnini Eliesar, Símun, Juliannu, Mai­Britt, Linu og Jóhan. Í dag býr Manni á Viðareiði saman við unnustu sínari Guri. Dagurin verður hildin saman við innbodnum. -red Manni Waag Høgnesen 60 ár í dag William Heinesen fekk handað heiðurstekin frá borgarstjóranum í Havn, Petur C. Christiansen Manni (í midjuni) saman við Poul Michelsen, løgtingslimi, og John WilliamJoensen frá Norðlýsinum