fríggjadagur 26. mars 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fótbóltur 2010
Sosialurin
Betur fyri
enn í fjør
Royndi landsliðsspælarin hjá
Víkingi, Súni Olsen, sigur, at teir
aftur í ár fara eftir einari endastøðu
millum trý tey ovastu liðini
Spurdur um, hvussu hann metir hópin
hjá Víkingi at vera fyri í mun til kapp
ingarárið í fjør, svarar Súni Olsen: – Vit
hava fingið Nenad Stankovic á liðið, og
tað er ein styrkur, sum tykist at roynast
sera væl. Nenad hevur gjørt tað framúr
væl higartil, og hann hevur spælt væl
í venjingardystunum, sigur hann um
nýggja serbiska liðfelagan.
Súni ásannar tó, at tað er ein stórur
missur fyri Víking, at Andreas Lava
Olsen roynir fótbóltseydnuna uttan
lands.
Kortini metir hann, at hópurin er
betur fyri likamliga og tá tað kemur til
kondisjónina. Í Víkingi vísa hagtølini fyri
likamsstøðu og kondisjón væl betur tøl
enn í fjør, og tað heldur Súni verða eitt
ógvuliga stórt pluss í mun til undan
farna kappingarár.
Fara eftir oddastøðu
Víkingur gjørdist steypavinnari og fekk
bronsuheiðursmerki í landskappingini í
fjør, og Súni sigur, at teir í Víkingi ætla
sær at fáa minst líka nógv burturúr
hetta kappingarárið.
– Tað var ein sonn fragd at vinna
steypafinaluna í fjør, og sjálvandi fara
vit at gera okkara ítarsta, fyri at sleppa
at endurtaka tað bragdið í ár, sigur
Súni, sum eisini hevur góðar vónir til
lands kappingina.
– Eitt triðja pláss var eisini í lagi
fyri okkara part, tí vit fóru eftir einari
endastøðu millum fýra tey ovastu lið
ini. Vit fara eftir einari endastøðu mill
um trý tey ovastu liðini í ár, men gerst
tað betri, so er tað sjálvandi fram úr
skarandi.
Víkingur skal sum steypavinnari
royna seg í europeiskum fótbólti, fyri
fyrstu ferð í søgu felagsins, og tað
gleðir Súni seg til.
– Vit fara at royna at fáa eitt gott
úrslit í Europa League undankappingini.
Tað hevði sjálvandi verið stuttligari at
vunnið seg víðari í kappingini. Men nú
mugu vit síggja hvat lutakast vit fáa,
staðfestir hann.
Spælt allastaðni
Spurdur um, hvønn leiklut hann sjálvur
fer at hava á liðnum hjá Víkingi, svarar
Súni Olsen smáflennandi:
– Nú havi eg roynt næstan allar posi
sjónirnar á fótbóltsvøllinum, uttan at
standa í málinum. Í venjingardystunum
hava eg tó spælt mest á miðjuni og sum
hangandi áleypari. Í stórsteypadystinum
ímóti HB var eg eitt slag av einum
framherja, og tað riggaði bara væl, slær
hann fast.
Útgangsstøðið hjá Súna er at spæla
har, sum hann verður biðin at spæla, og
so at gera sítt allar ítarsta á vøllinum.
Súni trívist væl í Víkingi og sigur, at
hann hevur trivist væl í felagnum. Og
úrslitini komu eisini á vøllinum í fjør.
Somuleiðis fer hann at gera sítt fyri
at verða tikin út til Alandsliðið í hesum
kappingarárinum.
– Eg royni at gera mítt besta og at
vera so væl fyri sum gjørligt, og so er
tað sjálvandi upp til Brian Kerr at meta
um, um eg kann gera eitt gott arbeiði
fyri landsliðið, sigur Súni, sum rangerar
frísparksmálið ímóti Litava í fjør ímill um
tær størstu einstøku løturnar á lands
liðnum. Hann vónar at kunna partur av
fleiri slíkum løtum á føroyska lands lið
num í komandi tíðum.
Metingin
Víkingur skal í ár verja úrslitið frá í fjør, sum var gull í steypakappingini og bronsa
í landskappingini. Tað verður neyvan lættari, nú góðir spælarar eru farnir burtur
av, men við einum sera góðum miðvølli kunnu samansjóðaðu gøtumenninir og
leirvíkingarnir kann úrslitið gerast gott aftur í ár. Ivasamt er tó, um bulurin er nóg
góður til at bera liðið heilt fram til heiðursmerki.
Stuttligt hevði sjálvandi verið at
spælt seg víðari í Evropa League, men
nú mugu vit síggja lutakastið fyrst